Ovastevnan gav 307.000 krónur brutto

- Næsta stigið verður at gera stoypiarbeiði til svimjihøllina liðugt, sigur Leo Poulsen


Ovastevna

Hóast ovastevnan, sum nú hevur 10 ár á baki, í fleiri ár hevur verið ein rættiliga væl vitjað stevna, er líkt til, at fleiri og fleiri fólk leita sær út til Nólsoyar á hvørjum ári.
  Flutningstølini hjá Rytuni siga eitt sindur um, hvussu væl stevnan í veruleikanum verður vitjað.
  Síðsta fríggjadag flutti strandfaraskipið 400 fólk um fjørðin, 2100 vóru við leygardagin og 543 sunnudagin.
  Hetta eru stór tøl, tá ið havt verður í huga, at bert sløk 280 fólk búgva í Nólsoy!
  Í øllum førum er greitt, at talið av fólki í bygdini stevnudagarnar er rættiliga stórt í mun til íbúgvaratalið annars.
  Vit tora at siga, at eftir fólkatalinum í Nólsoy setir ovastevnan øll met. Sjálvt ikki ólavsøkan er ? prosentvís ? eins væl vitjað og ovastevnan!

307.000 krónur

Týskvøldið hevði stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fund, har talt varð upp, hvussu nógv stevnan hevur givið.
  - Vit hildu, at stevnan gav ógvuliga nógv seinasta ár; tá var bruttotalið 280.000 krónur. Nú talt er upp í ár, er bruttotalið 307.000 krónur. Hetta eru vit serstakliga væl nøgd við, sigur Leo Poulsen.
  Spurdur, hvussu stórt nettotalið kann væntast at verða, tá ið avtornar, sigur hann, at tað dugir hann ikki at meta um beint nú.
  - Men hetta verður í hvussu er eitt gott íkast til svimjihylin, leggur hann aftrat.

Dansurin gav mest

Tiltakið, sum gav mest á ovastevnu, var dansurin í tjaldinum leygarkvøldið, tá ið bólkurin, Showmen, spældu. Hetta kvøldið vórðu ikki færri enn 820 atgongumerki seld og saman við søluni í pylsuvogninum, sum bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið stóð í skúlagarðinum, gav dansurin leygarkvøldið slakar 85.000 krónur.
  Fríggjakvøldið vórðu 130 atgongumerki seld til dansin.
  Samanlagt vóru 950 fólki í dansi á ovastevnu, og tað man vera óhoyrt í eini so lítlari bygd sum Nólsoy.
  Leo sigur, at tiltakið, ið gav næst mest, var tombola, sum gav góðar 50.000 krónur brutto. Samlaða sølan í pylsuvogninum, sum skifti millum Nýggjaveg og skúlagarðin, var góðar 40.000 krónur brutto.
  Vælumtókta kabarettin, sum í ár hevði heitið, "Cabaleum", gav slakar 30.000 krónur brutto.

Regattabátar

Umframt at Rytan flutti stívliga 3.000 fólk um Nólsoyarfjørð á ovastevnu, vitjaði ein hópur av bátum í Nólsoy.
  Regattabátarnir, sum fóru av Eiði til Hósvíkar og síðan út til Nólsoyar seinnapartin leygardagin, vóru upprunaliga einir 150 í tali. Tó skilst, at allir bátarnir endaðu ikki í Nólsoy. Men aðrir bátar enn teir, sum vóru við í regattasiglingini, komu eisini út til Nólsoyar, bæði úr Havn og av Skálafjørðinum.
  So, bátatalið á Nólsoyarvík leygarkvøldið var rættiliga stórt.
 
Svimjihylurin

Leo Poulsen sigur, at næsta stigið verður at gera stoypiarbeiði til svimjihøllina liðugt, men hetta verður neyvan í ár.
  Spurdur, hvussu langt stoypiarbeiði er komið, og nær væntast kann, at høllin stendur innilokað, sigur hann, at stívliga helmingurin er stoyptur.
  - Nær høllin stendur innilokað, er ógjørligt at siga nakað um í løtuni.
  Leo vísir á, at stuðulsnevndin hevur søkt ymiskar danskar grunnar um stuðul, men higartil hevur ikki eydnast at fáa nakað haðani.
  - Vit hava tí bert tann peningin at arbeiða við, sum tey tiltøk geva, ið vit skipa fyri, sigur Leo Poulsen.