Spillir
Einaferð segði ein smádrongur í samrøðu við Sosialin, at Nólsoyggin var sloppin undan tveimum "plágum", rottum og baptistum! Hetta mundi hesin lítli neyvan hava tikið úr egnum barmi.
Rottur eru ikki komnar í oynna enn, og hvussu er við baptistum, eru vit óvitandi um. Tað er hesi greinini eisini óviðkomandi.
Tvær plágur
Tað eru nú nøkur ár síðan, at herviligi flatmaðkurin varð funnin í Føroyum ? og seinni eisini drepara-snigilin, sum hann verður róptur á donskum.
Føroyska heitið fyri snigilin, er morsnigil, sum kemur av morreyða litinum. Sama er við fuglanavninum, mortíttlingur.
Sum árini eru liðin, er flatmaðkurin funnin nógvastaðni í Føroyum, og morsnigilin fjølgast eftir øllum at døma eisini um landið.
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy, sigur, at tað eru eini 5-6 ár síðan, at flatmaðkurin varð funnin í Nólsoy, og seinasta ár varð eisini staðfest, at morsnigilin var komin í oynna.
Hann heldur, at torført er at sleppa av aftur við hesar spillur, tá ið tær fyrst eru komnar til landið og eru farnar at nørast.
- Nólsoyingar keypa plantur í Havn eins og onnur, og tað er ikki lætt hjá fólki at vita, um sniglalarvur og maðkalarvur eru í moldini.
Morsnigilin
Jens-Kjeld Jensen sigur, at seinasta summar var ein rabarbugarður uttast í bygdini uppetin av morsniglum.
Hann heldur, at snigilin er komin við ruski, sum er tveitt útyvir rabarburnar.
- Tað er ógvuliga harmiligt, at vit hava fingið hesar spillur út í oynna. Hugsa tær, hvussu ein vakur urtagarður fer at síggja út, tá ið morsniglar hava etið alt tað grøna, sum er í garðinum ? og ov fáir reyðmaðkar vera til at "velta" moldina.
Jens-Kjeld sigur, at morsnigilin er plantuetari burtur av, og
hann nørist ógvuliga skjótt.
- Morsnigilin er heldur størri enn vanligi snigilin; hann er sum teir størstu sniglarnir, vit vanliga síggja, og hann hevur ongar fíggindar ? uttan frostið. Men vit hava einki frost at tosa um longur. Morsnigilin etur ikki vanligu sniglarnar, men kann taka lívsgrundarlagið undan teimum.
Spurdur, hvønn týdning vanligu sniglarnir annars hava, sigur Jens-Kjeld, at tað er eitt sindur ilt at siga.
- Tað er nú ikki altíð soleiðis, at vit kenna týdningin av øllum í náttúruni, men snigilin er eitt nú ein partur av lívsgrundarlagnum hjá fugli.
Fuglamaðurin heldur annars, at danska heitið, dræber-snegl, er púra burtur við, tí morsnigilin er plantuetari ? og ikki kjøtetari.
Flatmaðkurin
Jens-Kjeld sigur, at í náttúruni er tað soleiðis, at vit hava bæði plantuetarar og kjøtetarar.
- Úti á markini eta flestu kríatúr gras og plantur, meðan vit eitt nú hava leyvurnar, sum eta kjøt.
Soleiðis er tað eisini her hjá okkum.
- Flatmaðkurin etir reyðmaðkin, sum hevur so stóran týdning
fyri jørðina og planturnar, sum fella til jarðar. Í so máta er eingin nytta í flatmaðkinum, tí hann "veltir" ikki moldina, sum reyðmaðkurin ger.
Jens-Kjeld sigur, at flatmaðkurin megnar ikki at forkoma øllum
reyðmaðkunum, men hann kann halda stovninum niðri, soleiðis at tað gongur útyvir moldina og tey fuglasløg, sum eta reyðmaðk.
- Flatmaðkurin er nógv meira útbreiddur kring landið, enn fólk
vita.
Fuglamaðurin sigur, at hann hevur funnið flatmaðk eitt nú í Svínoy, Hestoy og í Dali á Sandoynni, har fólk ikki vistu, at flatmaðkurin var komin.
- Flatmaðkurin er so nýggjur í Føroyum, at mong hava ikki givið sær far um, at hann longu finst rættiliga víða um landið, sigur Jens-Kjeld Jensen.









