Mathilda Abrahamsen sekstifimm ár - nøkur minnisbrot.

Leygardagin 16. august verður Mathilda systir sekstifimm ár.

Borin í heim í Toftum í Fuglafirði, har mamma og pápi búðu eini tvey ár, áðrenn tey festu búgv Norðuri á Bakka. Mamma var úr Oyndarfirði - dóttir Daniel Jacob Anthoniussen, bátasmið og Lenu Anthoniussen, húsmóðir. Abbi var úr Ansastovu og omma var úr Tarti. Faðir var úr Toftum í Fuglafirði, sonur Jóhannu Mariu og Thomas Johan Johannesen. Omma var ættað úr Toftum og abbi var av Hellunum. Hetta er ein partur av uppruna okkara.
Seks ár eru millum okkum bæði. Í barnaárunum er hetta nógv, men tá ið komið er upp í vaksnamannaliðið, er javnvág komin í. Tá eru t. d. barnaárini ein felgas ogn, sum ikki er merkt av einum ávísum ársmuni.
Tá ið leitað verður aftur í tíðina, er henda tíð runnin avstað í einum umhvørvi, sum var merkt av fjálgum løtum Norðuri í Bú, sum hetta stað eisini verður rópt. Mamma var altíð við hús og faðir sigldi. Skipini lógu við Stórubrúgv, kaiina ella lógu fyri teym á vágni. Hetta var okkara barnaverð, ein skaldaheimur við anga úr New Foundlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Hvíta havinum, Norðsjónum og Bretlandi. Koksið, Stórhús, Kolhjallarin og Stórabrúgv var ein rás út í heim. Her komu stórir damparar í okkara eygum og skipaðu farm upp - salt, kol, stykkjagóðs og lastaðu klippfisk. Á Luftbrúnnið vóru skinnarar, har lunnavagnar fóru út og inn við salti og koli. Hetta var ein sera framkomin máti, tá ið lossað og landað varð; sum fáastaðni í okkara lítla landi. Hetta hava eygu tíni sæð, og vart tú mangan við í hesum roka, tá ið t. d. fiskurin skuldi turkast í Turkihúsinum, ella tá ið gula flaggið hjá Pidda fór upp á sumrið: Nú skuldi fiskurin breiðast út á fiskastykkinum hjá Gamla Sámal Peturi. Ikki so sjáldan hevði tú ein treiskan beiggja í knæsbótunum við tær. Tað skal tú hava tøkk fyri, at tú hevði umsorgan fyri mær, og ikki lat meg ganga fyri vág og vind. Hetta var ein lætti hjá móðir, sum tíðliga kendi bága av giktini.
Frá fyrsta degi av vísti tú títt hegni at vera sera arbeiðssom og sera dugnalig til hendurnar, lærdi væl í skúlanum og ágrýtin. Mangt plaggið virkaði tú upp á mín kropp. Øll árini, meðan eg gekk í skúla í Havnini, varð mangt bakilsi sent suður og stungið í skjáttina, tá ið farið var suðuraftur til høvuðsstaðin. Onkuntíð verður sitið í kurvastólinum í sissheimi við eini feitari serutt, meðan hugsað verður um hesar dagar.
Tú spældi hondbólt - stóð í málinum á liðnum hjá ÍF. Serliga minnist meg dystirnar, sum tit høvdu ímóti Stjørnuni. Dystirnir vóru spældir á kaiøkinum, áðrenn fótbóltsvøllurin varð tikin í nýtslu. Her varð eisini sparkað og væl bar til. Ein dyst minnist meg serliga væl, sum var spældur í ringasta áarføri. Tómar sildatunnur stóðu á kaiini. Vit dreingir vóru aldri ráðaleysir, tá ið umstøðurnar ikki vóru eftir okkara høvdi. Fóru niður í hesar tunnur, løgdu lok omanyvir og settu tær dygst við linjuna, ið var um vøllin, og hugdu eftir dystinum út ígjøgnum spungslið. At síggja ein heilan dyst út ígjøgnum eitt so lítið hol, var ein kykmynd, sum rennur fram fyri ein, tá ið sitið verður í kurvastólinum. So knávar tit vóru, og so stinn tú vart í málinum. Nei, tað kann næstan ikki sigast frá hesum. Tit vunnu, og hóast klaksvíksgentur vóru eitt sindur rísnar eftir dystin, so var var lagið gott, tá ið Emanuel, Polaris ella Barkur løgdu aftur frá landi. John Reid Bjartalíð stóð frammi á bógnum og helt lítla talu, rópti hurrá, og øll skóru útí at syngja: Land mítt, har grasið í líðum grør. Herluf Berthelsen segði nøkur orð á kaikantinum, rópti hurrá , og vit á landi tóku dyggiliga undir við sanginum. Genturnar úr Klaksvík høvdu fingið ein góðan drekkamunn heima við hús, áðrenn farið varð inn aftur til Klaksvíkar, so nú var skúlvurin á teimum ein annar. Hetta var ein góður ítróttarandi, ið ofta verður róð afturá, og hevur sett seg í hugan frá eini tíð, har alt var meiri fólkaligt.
Eina tíð arbeiddi tú í Tip-Top. Her var stílur í hjá gamla Dora. Hvítur kittil og hvítur kappi um hárið prýddi teg. Hvít frá høvur til fót. Hugsi tit vóru eini fýra fimm, ið arbeiddu í hesum tignaðarliga bakaríi. Um hetta mundi vóru tvey bakarí í bygdini - hitt var Krossbúðin. Ikki skulu dagar takast ímillum, hvar breyð og køkur smakkaðu betur, men Napoleonskøkurnar í Tip-Top sóust ikki so sjáldan á borðinum á Bakkanum, og smakkaðu tær stak væl. Eitt annað, sum var forkunnugt, tað var, tá ið skiltið var sett í gluggan: Ísur í dag. Tá hevði ísmaskinan verið í sving um morgunin, og nú ráddi um at vera í fremstu røð við fimmti oyrum, so tú fekst smakkin av hesum leskiliga summarlystimetinum. Hetta var í eini tíð, har mangt og mikið varð virkað úr næstan ongum, og mundi tógvið vera mangan at fáa alt at bera til, so ísur úr Tip-Top frøddi barnasinnið. Ísurin var ikki at forsmáa, og serligan tokka hevði tú til henda ís, tí tað var systir tín, ið hevði flýggjað tær hann, og ikki sørt errin vart tú av hesum. Ja, ja,... "Ísur í dag!"
Øll á Bakkanum vóru í sama báti. Fedrarnir vóru sjómenn og burtur størsta partin av árinum. Í slupptíðini lógu skipini fyri teym um veturin, men í trolaratíðini var siglt alt árið. Tá vóru bara gomul fólk, ommur og børn á Bakkanum. Mangan, tá ið so var, lá leiðin norður um Fuglafjarðarboðar til Oyndarfjarðar, ella gingið varð um Skarðið. Móti jólum 1941, greiddi mamma frá, at tú vart borin í einum leypi, um Skarðið. Minnis meg rætt, var tað Tummas Løkstein á Hellunum, sum hevði teg á rygginum í leypinum. Hetta rann mær til hugs næstsíðsta sunnudag, tá ið Helena hjá Ansgari hevði eina so frálíka talu uppi á Skarðinum, har hon tók nøkunlunda soleiðis til orðanna: Skarðið, hegnið var markið millum tað, sum er og var. Hetta var so frálika væl sagt, at flyta seg úr einum hagaparti í ein annan og so síggja tað, at ein onnur verð rann upp fyri einum. Hvussu tú sum trý ára gomul hevur sæð henda ævintýrheim út ímillum rimarnar á torvleypinum hjá faðir og móðir, minnist tú kanska ikki, men tað sum vit minnast, er hvussu væl vit vóru havd av ommu og abba í Ansastovu, og hvussu mangan vit hava sitið væl inni á Skorpisheyggi og inni hjá mammubeiggja. Ofta var tað so, at tú hevði umsorgan fyri einum smádreingi, sum var so balstýrin, at hann næstan ikki var at flættast við..... men eg má aftur siga, at tað skalt tú hava takk fyri. Jú Skarðið var markið millum tað sum var, og tað sum er.
Ævintýrið í Oyndarfirði var markleyst. Minnist tú á einum sinni vit hjálptu Elsu og Olivinu í Húsi við hoyggingini? " Stelirnar ikki, sum tit eru røsk! Komið tíl hús við Elsu og Olivinu. Okkurt eigur Elsa, at geva. Ja, lukka, Elsa er ikki sør, Elsa veit okkurt." Vit fóru um ánna við hesum úr miðøldini skaptu gomlu konunum, sum høvdu miklan skaldskap í sær av einum barokkanda, sum tú vart drigin at. Ikki settu tær stór krøv til tilveruna, men fingu tær mettuna, sum ikki var óvanlig hugsan manna millum, so var tað miðaldarliga sinni tamt av inntonktum dagsmálum.
Elsa fór inn í høsnarhúsið og kom út aftur við fýra eggum- tvey í part. "Ja, lukka, vælsignað, egg eigur Elsa, Elsa eigur at geva, Elsa er ikki sør. Heilsa ommu tykkara i Ansastovu, hon er móðir Guðs á jørð. Ja, stelirnar ikki, lukka!" Ja, hetta var lønin at vera dagleigari hjá Olivinu og Elsu í Húsi ein dag fyrst í fimmti árunum. Eg meini tað, hetta var annað bedatt!
Á Fuglafjørð komu nógvir norskir sildabátar. Teir kundu gott liggja her í nakrar dagar og tá var... dans på brygga. Harmonikudansur í Dansistovuni. Eini tvey summur upp í slag (53-54 ?) lá Andenes (ein norsk korvett) her og reinsaði ketil í einar 14 dagar. Hugsi, hetta skip var hjálparskip hjá teimum norsku sildabátunum, sum vóru á sild norðan fyri Føroyar. Sumrini vóru so sera góð, so dansað varð næstan hvørt kvøld.
Fleiri fótbóltsdystir vóru millum manningina og ÍF á kaiøkinum. Tá ið bólturin fór á sjógvin, lupu hesir brasnu marinarar á bláman eftir bóltinum. Hesir knarkar vuksu í okkara eygum, so smidligir teir vóru í vatninum.
Minnist tú Mathilda sjeikarnar? Var hann ikki reyðhærdur, sum tú dansaði við? Spæliorkestur var umborð, so hetta setti ein serligan dám á hesar dagar í dansistovuni. Onkur yrkti ein sang um skipið, tá ið tað var farið. Tá stóðu genturnar eftir á Sandinum og hugdu út á tann bláa fjørð við langtandi eygum. Meg minnist bara 1. ørindi:

Nú Andenes er farin,
so keðiligt tað er,
og Tetis er komin ístaðin,
men tað kanska sama ger.

Ein ungur lærari av Strondum kom inn í myndina í 1954. Arnold var komin til Fuglafjarðar 1953 sum lærari. Tit blivu skotin hvørt í øðrum og giftust 1958. Veturin 1955/56 var tú á Vejle husholdningskolem, meðan Arnold var á Læraraháskúlanum. Hetta var tíðin, at genturnar skuldu búgva seg út til at vera dugnaligar húsmøður, og hugsi eg, at tú fekst væl á skaftið hetta árið, tí matgera hevur tú verið ófør til, og undirvíst hevur tú fleiri ár í Fuglafjarðarskúla og í kvøldskúlanum.
Tú og Arnold hava bygt eitt gott heim uppi í Fløtugerðinum, og ikki kann annað sigast, at børnini eru væl undan komin og ommu og abbabørnini eru so stak fitt. Lagnan er so ymisk, men danir plaga at taka til: Andin sigrar á likaminum, tá ið holdið rennur dyst við lagnuna. Hóast giktin er farin um teg, hevur tú við tínum vilja, áræði og stremban lagt árar út og bart ímóti sjúkuni. Tú ert okkum øðrum eitt gott fyridømi, men eg má leggja afturat, at Arnold hevur verið tær ein góður stuðul øll hesi ár í hesi gongd, og hetta er fyrimyndarligt.
Ja, sekstifimm ár eru farin í tíðarinnar hav. Hetta er ikki smávegis, og havi eg bara nomið við okkurt hissini, sum rann mær til hugs í kurvastólinum, nú tú rundar hesi ár. Okkurt annað kundi verið nomið við, men hetta bleiv so tað. Hjartaliga til lukku við sekstifimm ára degnum.

Frits