Hesin sera virkni, evnaríki og á nógvan hátt sjáldsami maðurin er føddur tann 21.august 1943 í Kalundborg í Norðursælandi í Danmørk, har foreldruni hjá honum búðu undir krígnum. Faðir hansara, Vilhelm, f.1915, er ættaður úr Norðragøtu, har hann hevði verið bóndi í mong ár. Í dag býr hann á Ellisheiminum í Runavík. Móðurin, Elisa, fødd Joensen (Háberg), 1911-1997, var ættað úr Havn. Foreldur Óla giftust í 1942 og fingu tey seks børn. Umframt Óla, ið er elstur í systkinaflokkinum, eru tey Malan, f.1945, einkjan eftur Jonhardi Dahl-Jacobsen úr Syðrugøtu, búsetandi í Havn, Petur, f.1947, búsitandi í Aarhus í Danmørk, Elin, f.1949, gift við Pálli Vang av Tvøroyri og búsetandi har, Anna-Maria, f.1950, gift við Jákupi Sørensen úr Klaksvík, búsetandi í Hoyvík, Lissi, f.1957, gift við Henningi Hansen av Skála og búsetandi í Havn.
Tá ið Óli skuldi byrja í fólkaskúla, flutti familjan til Føroya og búsettist í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tíðliga vísti tað seg, at Óli hevði áhuga fyri øllum tí, sum fyrifórst í samfelagnum, millum annað politikki og fiskivinnu. Fjúrtan ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips. Sum ungur, gjørdist hann virkin í politikki og fakfelagsarbeiði. Í 1970 varð hann, bert 27 ára gamal, valdur til formann í Føroya Fiskimannafelagi.
Tað eru fleiri ættarlið av sjómonnum, sum hava stríðst ígjøgnum árini til tess at vinna Føroyum ríkidømi og vælferð í størstu vinnu landsins, nevniliga fiskivinnu. Men ferð eftir ferð sýndu eldri og yngri fiskimenn Óla Jacobsen álit sitt, tá ið teir aftur og aftur valdu hann til almenna umboðsmann sín í Fiskimannafelagnum. Sum fakfelagsformaður í skrivstovuni á Bryggjubakka, hevur Óli í samfull 33 ár vart áhugamál føroyska fiskimanna - bæði her heima og uttan fyri landoddarnar. Hann man vera tann persónurin í landinum, ið hevur sitið longst í einum og sama leiðarastarvi.
Óli hevur eisini í nógv ár umboðað Føroyar í Altjóða Felagskapi Flutningsmanna (ITF, International Transport Workers? Federation), har hann er deildarleiðari á fiskimannadeildini og ein av høvuðsráðgevunum. Í sambandi við fundir og ráðstevnur hevur Óli ferðast so at siga um allan heimin.
Kreppuárini kendi Óli seg noyddan til at fara uppí stórpolitikk. Hann fekk flestar persónligar atkvøður í Eysturoyar valdømi á Løgtingsvalinum í 1994. Hann sat í Løgtinginum fyri Verkamannafylkingina tað valskeið, umframt at vera landsstýrismaður í tveimum umførum: í 1994-1996 í ídnaðarmálum, handils- og vinnumálum, arbeiðaramálum, landbúnaðarmálum, tryggingarmálum og rættarmálum, og í 1998 í almanna- og heilsumálum, arbeiðaramálum, tryggingarmálum og rættarmálum.
Óli er kendur fyri at vera ein ógvuliga prinsippfullur maður, ið altíð stendur fast við sjónarmið síni og er til reiðar at verja tey alment. Óli hevur ongantíð gingið við rákinum. Heldur hevur hann altíð havt egnu sannføringarnar, sum hann ikki er bangin at koma fram við. Sama, um ein er samdur ella ikki við sjónarmiðjum hansara, hevur ein stóra virðing fyri hesum gløgga og sera erliga, idealistiska persóninum.
Óli hevur ein lættan penn og dugir at skriva um annað enn politikk og fiskivinnu. Tað mesta av tí fjølbroytta tilfarinum, ið vit kunnu finna í FF-Blaðnum, ið er málgagn Fiskimannafelagsins - frásagnir úr øðrum londum, samrøður, familjusøgur, søguligt tilfar og annað - kemur úr hondum Óla.
Óli úr Tjørnustovu er ein av teimum, ið stóran áhuga hava fyri føroyskari ættargransking og vita sera nógv um fólk í oyggjunum - bæði núlivandi føroyingar og forfedrar teirra.
Óli er eisini ein sannur Russlandsvinur. Hann hevur verið í Russlandi heilar átjan ferðir, og er hann ein av teimum heilt fáu føroyingunum, ið duga at tosa russiskt.
Tað tók Óla Jacobsen sína tíð at finna maka lívsins. Óli tekur onkuntíð skemtiliga til, at hann "fekk konuna í gávu á 12 ára føðingardegi sínum". Og tað passar eisini! Kirstin er fødd tann 21.august 1955 og fyllir sostatt 48 ár í dag, sama dagin, sum maður hennara fyllir seksti. Kirstin er ættað av Eiði og er ein av fimm systrum. Hinar eru Marsanna, ið er gift við Pálli Heinesen úr Klaksvík og búsetandi í Havn, Susan, ið er gift við Annfinni Norðbúð úr Klaksvík og búsetandi í Hirtshals í Danmørk, Henny, ið er gift við Óla Karl Olsen úr Klaksvík og búsetandi har, og Erlina, ið er gift við Jann Johannesen úr Kaldbak og búsitandi har. Foreldur Kirstin eru Nikkel Nielsen, f.1922 av Eiði og Margith, f.Sørensen í 1925, ættað úr Porkeri.
Kirstin og Óli giftust í 1981. Síðan tá hava tey búð í góða, hugnaliga og sera gestablíða heimi sínum í Gríms Kambansgøtu í Havn. Børnini eru fýra í tali. Tey eru Linda, f.1982, trúlovað við Palla Skorheim úr Klaksvík, Kári, f.1983, Óli Jákup, f.1987, og Tróndur, f.1991. Tey seinastu árini hevur Kirstin starvast í Føroya Sparikassa í Havn.
Kirstin og Óli fylla sama dagin. Men tey eru kortini sera ólík av lyndi og í medferð. Og hetta er kanska tað, sum ger hjúnarlag teirra so lukkuligt, sum tað einaferð er.
Føðingardagsbørnini bæði eiga ein sera stóran og breiðan vinarskara. Og sannliga eru tey framúr góð vinfólk hjá einum at hava. Og tað eru nógv, sum hava havt eina stóra gleði at ásanna tað.
Góðu Kirstin og Óli! Tykkum verður heilsað so hjartaliga á føðingardegi tykkara.
IE