Fitt av føroyingum vóru samlaðir á Langelinie, tá teir báðir Atli og Sveinur eftir ætlan skuldu koma í havn. Millum fólkini varð familja hjá teimum báðum, umframt umboð fyri fjølmiðlarnar. Ekstra Bladet varð á staðnum, og tað vóru TV 2 og TvDanmark eisini.
- Meldingin varð mánadagin, at teir skuldu koma klokkan 15:00, og tá vóru fólk longu á bryggjuni, siga føroyingar, sum vóru hjástaddir. Men Atli og teir vóru seinkaðir, og tí broyttu teir komuna til klokkan 22:00 um kvøldið. Tá varð rættuliga fitt av fólki á staðnum, eini 40-50 fólk, har mesti parturin vóru føroyingar.
Og tað varð bíðað og bíðað, men har komu ongir menn. So lótu teir hoyra frá sær aftur, og varð tað ein meira álítandi fráboðan hesuferð, tá teir søgdu, at havnin skuldi verið rokkin umleið miðnátt.
Løgdu ikki at á Langelinie
Tá klokkan varð farin av tólv, byrjaði onkur troyttur føroyingur so spakuliga at ragga sær til húsa, men løtu seinni frættist, at nú komu teir altso stunandi inneftir.
Men skutaramennirnir løgdu ikki at á Langelinie, tí tað læt seg ikki gera. Ístaðin fóru teir til Svanemøllen, har ein smábátahavn er. Har løgdu teir skutaran, og síðani gingu teir stutta teinin frá Svanemøllen til Langelinie, har Lítla Havfrúgvin bíðaði saman við øðrum góðum fólki.
Eini 30-40 fólk stóðu nú á bryggjuni, nakað minni enn fyrr á degnum, tí tað varð blivið so seint. Meginparturin av fólkinum vóru føroyingar, sum vóru komnir at fregnast, men onkrir danir vóru eisini at síggja.
Atli S. Petersen og Sveinur Høgnason siga við Sosialin, at tað hevur verið ein møðsamur og trupul túrur. Skutaratúruin vardi í 12 dagar, og vísti tað seg frá fyrsta degi, at hetta varð eitt trupult tiltak.
Fyrstu trupulleikarnir vóru sum kunnugt, at hol kom á dunkarnar, har mennirnir høvdu eyka brennievni. Síðani varð veðrið ikki heilt til vildar við høgari aldu og vindi. Brennievni bleiv eisini blandað við sjógvi, ið elvdi til motor-trupulleikar. Og afturat øllum tí rendu teir á land.
Siglingstíðin varð 10 %
Men Atli og Høgni eru vælnøgdir við avrikið, og Atli sigur, at siglingstíðin varð ikki so galin: - Vit brúktu einar 30 tímar í siglingstíð, og málið varð 20 tímar, so tað er ok, sigur Atli S. Petersen. Tað vil altso siga, at teir á túrinum brúktu næstan 300 tímar á landi, og er siglingsparturin tí knapt 10 % av øllum túrinum.
Men Atli og teir eru kortini væl nøgdir, og teir siga, at skutarin gekk illa móti endanum av túrinum, og at GPS?arin riggaði heldur ikki longur. Tískil máttu teir sigla upp á gamlan máta við vanligum kumpassi og korti, og bleiv tað sjálvandi nakað tíðarkrevjandi. Atli leggur eisini aftrat, at maskinan er í ringun standi, m.a. pumpuhúsið á skutaranum illa farið.
Spurdur, um tað ikki varð ábyrgdarleyst at sigla víðari undir slíkum umstøðum, sigur 31-ára gamli Atli, at trygdin varð allatíðina í hásæti við fylgissveina-telefon og regluligum sambandi við bjargingarmynduleikarnar.
Til spurningin, um tað ikki varð strævið og óttafult fyri øll tey fólkini, sum vóru rundanum tiltakið, og sum stuðlaðu teirra ferð, sigur Atli, at tey skiltu okkara íblástur og vilja.
Góð móttøka í Keypmannahavn
- Tað varð eitt sindur ymist, hvussu fólk tóku tað, tá vit komu til Keypmannahavnar, staðfestir Atli og sigur, at vinmennirnir góvu okkum herðaklapp. - Øðrvísi varð við familjuni, sum bara varð glað fyri, at tað varð yvirstaðið, sigur Atli, sum eisini er glaður fyri at síggja familju og vinir og kenningar aftur.
Sjampanju-gløsini vóru eisini tikin fram, tá teir báðir vóru komnir upp á turt. Men vit frætta úr Keypmannahavn, at ongir av sponsorunum hjá Atla og Sveini vóru at síggja við bryggjuna, har sjampanjan varð drukkin.
Men Atli sigur seg vera væl nøgdan við móttøkuna í Keypmannahavn, og hann sigur, at tað varð spell, at teir vóru so seinir. ? Helst høvdu fleiri fólk verið at sæð, um vit komu fyrr upp á dagin, og um veðrið varð betri, sigur Atli.
Beinleiðis í TV 2
Fjølmiðlarnir hildu seg tó ikki aftur, og vóru umboð fyri ein stóran part av fjømiðlunum í Danmark til staðar. Atli sigur í hesum sambandi, at tað virkar, sum úlendingar hava haft størri áhuga í teirra ferð.
Tá vit spyrja Atla, um hann heldur, at føroysku fjølmiðlarnir hava verið órímiligir og ov kritiskir, tá teir hava umrøtt ferðina, sigur Atli, at fólk skulu hava loyvi at meina, hvat tey vilja. Men Atli sigur, at tey fólkini, sum hava tosað negativt um ferðina, eru ofta fólk í Føroyum, sum sita heima í stovuni, og sum ikki vitað tað stóra um umstøðurnar undir slíkum tiltøkum.
- Men hví gjørdu tit tað av fyrstan sinni, spyrja vit Atla, sum skal í TV 2 týskvøldið, har sjónvarpsstøðin sendir beinleiðis frá samrøðu við Atla og Svein.
- Vit gjørdu tað ikki fyri at fáa umrøðu í fjølmiðlunum ella fyri at blíva kendir. Hetta er mest av øllum fyri okkum sjálvar, soleiðis at vit á gamalsaldrinum kunnu sita og minnast aftur á hin skutaratúrin til Danmarkar, sigur Atli.
Ov nógv jantelóg í Føroyum
Atli veit ikki, hvussu eftirtíðin fer at meta hetta, men hann sigur, at nú hevur hann búð í Danmark so leingi, og heldur hann, at jantelógin ger seg nógv meira galdandi í Føroyum enn í Danmark. ? Man skal ikki halda seg vera nakað í Føroyum, sigur Atli, sum vónar, at hann kann fáa eitt vanligt og friðarligt lív heima í Føroyum.
At enda spyrja vit Atla, um hann hevur nakað í hettuni í framtíðini, men tað vil hann hvørki vátta ella avsanna. ? Latum okkum nú bara koma heim, og so fáa vit at síggja, sigur Atli, sum saman við Sveina brúkti 12 dagar á skutara til Danmarkar, nakrar vikur minni enn Ove í føroyskum báti.