Fyri skjótt seks árum síðani fór fram ein nýskapan í føroyskum politikki, kanska tann mest merkisverda, síðan P.M. Dam og hansara flokkur í árunum 1958-62 framdu eina nútímansgerð av sosiallógunum.
Fyri fyrstu ferð í meira enn hálva øld kom loysingarkortið aftur á borðið. Ein politisk stevna varð borin fram, har ætlanin var eftir fáum árum at fremja føroyskt fullveldi. Hetta skuldi gerast við »at venda heimastýrislógini við«, taka ábyrgd av øllum málsøkjum og fyribils delegera út aftur til danska umsiting tey mál, føringar ikki enn vóru mentir at røkja.
Tað var tann ungi, gávuríki Høgni Hoydal, sum bar fram tann nýggja politikkin, og gongdin aftaná kom sostatt í stóran mun at verða tengd at hansara persóni.
Ein avbjóðing
Um vit síggja hana sum part av tí søguligu heildarmyndini, átti henda nýskapan ikki at komið óvæntað. Eftir at múrurin var fallin og Sovjetsamveldið syndrað ? og kanska í grundini longu nøkur ár fyrr ? komu tjóðskaparmál aftur á skránna í Europa. Í 1998 vóru longu mong nýggj ríkir floygd, og summi endurfloygd, eitt nú bæði í Russlandi og gamla Jugoslavia.
Tjóðveldisfloksins nýggja politiska stevna var ein avbjóðing ? fyri føringar, fyri hinar politisku flokkarnar og fyri ta donsku stjórnina. Á sumri 1998 eydnaðist tað, saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, at skipa eina samgongu, sum var ? ella sýntist at vera ? fús at royna henda nýggja politiska leistin.
Stevnan skuldi standa sína roynd í samráðingum ? fýra umførum ? millum Landsstýrið og ta donsku stjórnina. Í hesum samráðingum, sum fóru fram frá mai til oktober 2000, var Landsstýrið við undirlutan. Tá ið avtornaði, noyddust samgonguflokkarnir at sleppa síni ætlan og fara undir aftur at reka sjálvstýrispolitikk eftir ? at vísa seg ? gomlum, siðbundnum leisti.
Eitt valaverk
Um hesi viðurskiftir hevur danski leikstjórin Ulla Boje Rasmussen gjørt ein dokumentarfilm, sum seinasta fríggjadag varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum.
Hendingin var merkisverd, tí hetta er fyrstu ferð, ein føroysk politisk tilgongd er dokumenterað á filmiskan hátt. Og eins og kanska onkur annar spurdi ein seg sjálvan: Fór hesin filmur at lýsa gongdina og málið í síni breidd og sínum fjølstreingi, ella fór hann kanska eitt nú at borðreiða við eini tjóðveldismýtologiskari mynd av hendingunum? Spurningurin var viðkomandi, bæði tá hugsað verður um filmsins heiti, og eitt nú tá hugsað verður um ta almennu og privatu fígging, sum gjørdi filmin møguligan.
Lat tað verða sagt straks, at filmurin tykist at vera eitt valaverk, vandaliga kliptur, ikki sørt spennandi, stuttligur í støðum. Serstakliga heftir ein seg við tær vøkru myndirnar av landslagi í skiftandi veðri. Áir í andarisi og mjørkin, sum lættir á fjallarustum, eru ikki bara vøkur, men tykjast at hava ímyndaligan farra. Brot úr útvarpstíðindum ganda fram ? sum baktjald fyri hendingum, sum snúgva seg um tjóðarinnar lagnu ? okkara bæði strævna og mangan ógvuliga staðbundna gerandisdag.
Ein varnast, at filmurin sum heild ? í parti av síni útsøgn ? talar heldur lágmælt. Nevin er ikki á lofti, hvørki á danskari ella føroyskari síðu. Hesin tamdi ekspressiviteturin gevur filminum sum heild ikki eina veika, men eina sterka útsøgn. Soleiðis arbeiðir ein dugandi leikstjóri.
Eitt fjølstrongt evni
Síðani kann vera ómakin vert at hyggja at filmsins virði sum lýsing av eini søguligari og politiskari gongd. Her hevur ein í huga, at vit bæði á frumsýningini og seinni fáa at vita, at filmurin hevur javnvág, og at miðað hevur verið ímóti at lýsa evnið á fjølbroyttan hátt.
Her gera mangir spurningar vart við seg. Var Landsstýrisins stevna skilagóð? Hevði Landsstýrið tryggjað sær breiða og dygga undirtøku fyri síni ætlan? Hvørjar grundir búðu undir politikkinum hjá donsku stjórnini? Stóðu føringar øksl móti øksl aftan fyri ta politisku ætlanina? Ella búði í teimum onkur ivi, og um so var, hvørjar orsøkir vóru til henda iva?
Hin sterki og hin veiki
Longu áðrenn filmurin er byrjaður, tykist greitt, at ein slík fleirstrongd mynd liggur uttan fyri hansara konsept. Ein ráðgevi frá Danska Filmsstovninum heldur stutta inngangsrøðu og heldur fyri (orðini endurgivin eftir minninum), at »vit danskarar eru, vanliga, í útheiminum teir smáu, men okkum dámar, yvir av t.d. føringum ella grønlendingum, at spæla leiklutin sum teir sterku«.
Og hetta er í høvuðsheitum tað, filmurin snýr seg um. Hugagóðir, raskir, ikki sørt skemtingarsamir, men kanska eisini eitt sindur óhjálpnir, politikarar fara úr einum lítlum, veikum landi út í ta stóru verð at vinna sínum fólki frælsi.
Men ferð eftir ferð verða teir steðgaðir av einum valdspolitikara, sum bæði er óstortsligur og óliðiligur og samstundis, eitt nú í sínum kropsmáli, ikki sørt láturligur. Tjóðin er fús at styðja sínar røsku talsmenn, væl at merkja um hon fær 15 ára skiftistíð. Tann danski preussarin heldur fast við fýra ára skiftistíð. Tá viknar tjóðin í kongunum, og at enda standa hennara láturverjar við ongum mandati.
Filmur um Høgna heldur enn Føroyar
Hetta er í stuttum filmsins útsøgn. Hann lýsir ein søguligan og politiskan sorgarleik, har tey góðu og smáu mugu víkja fyri teimum óndu og sterku.
Høvuðsleiklutirnar í hesi gongd hava danski forsætisráðharrin og Høgni Hoydal, og hesin seinni hevur sjálvsagt tann drúgvara og meira hetjukenda leiklutin. Kameraið hvílir á honum við filmsbyrjan og móti filmsenda og annars javnt og samt ígjøgnum allan filmin, eisini í upptøkum, har aðrir politikarar hava orðið.
Hóast ? ella kanska júst tí at ? filmurin sum heild er hóvliga ekspressivur, fær Høgni ikki sørt av messiasdámi. Hann er tann djarvi og framskygdi, sum í fyrstu syftu noyðist at víkja. Ein eitt sindur minni týðandi leiklut hevur løgmaður Anfinn Kallsberg ? sum tann seigi, tolni telvarin, sum ? tá hann leggur kongin ? ger tað skemtandi, so ein fær dámliga mynd av hesum manni. Ein meira skuggakendan leiklut hevur t.d. Helena Dam á Neystabø. Á ein hátt er hetta tí meira ein filmur um Høgna Hoydal enn um Føroyar.
Óttin fyri nýansuni
Vit liva í Føroyum í eini trúartíð. Tankin válar úti á berajóli, hattleysur, kaldarak og vinarleysur, sum Lear kongur á heiðini. Nýansan kemur ikki dagliga undir tonnina, hvørki í mentan ella politikki.
Og sæð av eygum, ið síggja fá brigdir, og skoðað av heilum, sum ikki megna at hugsa, tíansheldur eru vanir at problematisera nakað mál, er filmsins útsøgn røtt. Danski forsætisráðharrin spældi leiklutin sum tann bonski og sterki, og kveikti soleiðis í mongum hjarta minni um aðrar smáar, danskar preussarar, ein Stauning, ein Rytter, kanska ein Valkendorf. Høgni Hoydal kveikti og myndaði tann føroyska fullveldispolitikkin.
Og tað er tí meira takkað veri heildarkonseptinum ? tí selektivu, politiskt eintáttaðu klippingini, óttanum fyri nýansum, tí tørvandi førleikanum at dýpa teir spurningar, sum leikaðu á ? at filmurin verður til eina lutvís mýtologiska lýsing av eini gongd, sum ivaleyst hevði kravt størri vitan og eitt breiðari leitandi forvitni, enn hesin leikstjóri hevur.
Hesin filmur tykist sostatt sum skaptur til trúgvandi tjóðveldisfólk, tey ? ikki so fáu ? óspyrjandi, óhugsandi, nýansusøru.
Andstøðan og fólkið
Hetta kemur greitt til sjóndar, um ein hyggur at, hvussu aðrir persónar verða lýstir og hugsar um, hvat filmurin ikki viðger. Sum heild melur filmurin ? næstan hugtikin ? rundan um høvuðsleikaran og tey fólk, sum fjeppast um hann, teirra millum eisini blaðfólk, sum antin eru samd ella ikki tora ella duga at seta órógvandi ella ørkymlandi spurningar.
Sjónarmið hjá andstøðuni koma í sera lítlan mun til sjóndar, og kutini av eitt nú Jóannesi Eidesgaard og Edmundi Joensen eru soleiðis vald og klipt, at áskoðarin skal síggja teir og teirra hugsan í meira ella minni kabarettkendum sniði.
Tann vanligi føringurin ? Palleba ? verður somuleiðis karikeraður, sum var hann evni í onkrum speirekandi tátti. At summir føringar, sum av aldadrúgvum royndum hava lært at fara fram við hógv, og hava roynt, at hetta sum frá líður gevur úrslit, kundu hava natúrligar, og rationelt undirbygdar, grundir til at ivast, nú Landsstýrið í einum bráðum kasti vildi fremja Paradís Nú (ella føra søguna aftur til Ár Null), ger filmurin onga roynd at vísa.
Tann danska mótstøðan
Av teimum mongu týðandi spurningum, sum leikaðu á hesi árini, og sum hesin filmur ikki ger roynd til at lýsa ella dýpa ? fari eg at nevna tveir. Í fyrsta lagi ? hví rendi Landsstýrið seg í so harða mótstøðu í Danmark? Sum heild vísir filmurin, at tað var tí Nyrup Rasmussen, tann sterki, vildi knúska hin veika.
Í hesum sambandi tænir tað leikstjóranum til æru, at hon í einum kuti letur fíggjarmálaráðharran sipa til tann (møguliga) danska óttan fyri ríkisrættarligum fordømi og tann møguleika, at Grønland, um føringar fingu sín vilja, fór at ganga eftir somu rás sum Føroyar ? og hvørva úr tí danska ríkinum.
Tann annars fámælti Karsten Hansen sigur her tey skilabestu orðini, sum søgd verða í filminum, og vísir tekin til tann førleika til at skilja mótpartsins hugaheim (uttan sjálvsagt at góðtaka hann), sum sambært Poe (sí »Tað stolna brævið«), er ein fyritreyt fyri at vera ein dugnaligur uppdagari og ? kunnu vit leggja aftrat ? samráðingarmaður. Tann telvar best, sum hevur hugflog til at rokna út, hvussu mótparturin hugsar, og hvør hansara næsti leikur verður.
Tað veika mandatið
Í hesum sambandi slepst ikki undan at nema við eitt annað brigdi, sum í filminum hvarv millum skins og hold. Medvirkandi til Landsstýrisins veiku samráðingarstøðu var, vissuliga, tann einfaldi veruleiki, at tað hevði eitt veikt mandat. Landsstýrið setti sær fyri frá byrjan at skipa eina smala samgongu.
Eitt nú varð Javnaðarflokkurin útihýstur, og heldur ikki tá hesin flokkur vísti vilja til eina semju um ein minni víðgongdan, stigkendan (í einum konsepti: tvíræsaðan t.e. fyri annan partin hóvligan, men fyri hin partin í evstu syftu fullveldiskendan) politikk ? sum, um ikki annað prinsipielt, var víðgongdari enn tann politikkur, sum verður førdur í dag ? var Tjóðveldisflokkurin til at høgga ella stinga í.
Sostatt fór Landsstýrið til samráðingar um tað mest týðandi mál í Føroya nýggjaru søgu ? við veikari, kanska ongari, veruligari kjølfestu á løgtingi ella í fólkinum. Kann tað ikki hugsast, at sjálvt ein meira liðiligur og fólkaræðisliga hugsandi forsætisráðharri enn Nyrup Rasmussen í hesi støðu hevði himprast við at eftirlíka hinum partinum?
Skiftistíðin
Heldur ikki har tað snýr seg um skiftistíðina ? tað føroyska ynskið um 15 ár ella meira, tað danska kravið um fýra ár ? eru brot ella klipp flættað inn, sum dýpa ella granngreina henda spurning. Hví helt danski forsætisráðharrin so fast um sína hørðu og lítið gávumildu støðu, har kanska ein Schlüter undir lagaligari umstøðum hevði víst liðiligari samráðingarvilja?
Aftur renna við okkum í tað veika mandatið og óttan fyri fordømi, sum Karsten Hansen sipaði til. Men umframt tað, so bygdi tað føroyska ynskið ? um 15 ár ella meira ? ivaleyst á ta íslendsku analogiina. Mong mundu kanska hava gloymt, at Ísland í 1918 var eitt fátækt, sera lítið framkomið land, meðan Føroyar ár 2000 afturímóti vóru eitt ríkt, framkomið land.
Onkur minnist kanska, at fólk úr einum stórum samfelagsbólki ? har ikki fá vassaðu í pengum ? hesi árini, ella stutt frammanundan, hóttu við at stinga í sekkin, um tey ikki fingu sera munagóð skattlig framíhjárættindir.
Íðan, mangt kann sigast um danir, men vánaligir handilsmenn eru teir ikki. Var tað kanska skiljandi, um summir teirra himpraðust við at gjalda fyri eitt fullveldi, sum føringar sjálvir ? teir bestu teirra millum ? treyðugt vildu rinda fyri?
Alternativ hugsan útihýst
Samanumtikið vísir hesin filmur, tá nøkur meira javnvágarkend brot eru undantikin, lítlan vilja ella dugnaskap til lýsa hesa politisku og søguligu gongd í sínum fjølbroytni og sínum brigdum. Myndin er í høvuðsheitum tann hjá tí meira víðgongda vonginum í tjóðveldisflokkinum. Umframt at t.d. Eidesgaard og Joensen eru vístir í kámum og keipumyndakendum sniði, er eingin roynd gjørd til at hýsa øðrvísi ? kanska atfinningarsomum, kanska bara problematiserandi ella alternativum ? sjónarmiðum.
Teirra millum, sum førdu fram slík sjónarmið (á prenti, í sjónvarpi ella útvarpi), vóru eitt nú Hans Pauli Strøm, tá virkin politikari, Rolf Guttesen, granskari og Regin Eikholm ? umframt fjøld av øðrum fólkum, teirra millum eisini rithøvundar og búskaparfrøðingar. Samdur ella ósamdur ? hevði tað ikki verið heiðurligast at klipt og valt eftir einum breiðari og meira pluralistiskum leisti?
Virðilig lýsing
Sum longu nevnt er hesin filmur listarliga eitt valaverk. Hann er eisini ? mentalitetssøguliga ? sera áhugaverdur. Av onkrari grund tykist danskarin sum heild at hava ilt við at skilja hetta merkiliga, lítla fólkið, sum búleikar í Norðuratlantshavi.
Hansara mynd verður tí ofta annaðhvørt líkasæl ella forhánislig, kanska enntá demoniserandi, ella romantiserandi. Skrivingin í donskum bløðum, meðan kreppan leikaði á, var eitt dømi um hitt fyrra. Hesin filmur hevur ein farra av tí seinna. Áskoðarin ? eisini ein sum undirritaði, ið annars saknar breidd og brigdir ? kann ikki annað enn vera takksamur um, at nakrir føroyskir politikarar her verða lýstir á tignarligan hátt.
Kúganin sum
ikki var til
Samstundis fær tann, sum hugsar søguliga, hug at ávara ímóti at geva preussaraatburðinum hjá Nyrup Rasmussen alment gildi.
Tann stóri trupulleikin í nútíðar føroyskum politikki ? serliga hjá politikarum sum Erlendi Paturssoni ella Høgna Hoydal ? hevur verið og er jú nettup (og hetta er mótsøgnin og søgunnar spei), at danskarar sum hjálandatjóð ? søguliga sæð ? antin ikki hava dugað at farið harðliga fram, ella ikki hava megnað tað.
Føringar vita ti ikki, og hava ongantíð vitað, hvat verulig kúging er, og av tí sama hava teir ongantíð megnað at ment og stælt tann frælsisvilja, hvørs sanna dýnamitt ? ein hugsar her um Mandela, Arafat ella Michael Collins ? verður skapt av veruligari kúging og hevur hana sum fyritreyt. Ein Rytter í øðrum potensi hevði verið nóg mikið til, at Føroyar í dag vóru frælst fullveldi.
Ríkisfelagsskapurin
Veruleikin er helst, at fullveldisskútan kollsigldi ? ikki so nógv av atburði Nyrups ? men meira kanska av teirri grund, at hon lak, áðrenn hon varð sjósett.
Hon bygdi m.a. á ta hugsan, at heimastýrislóg og ríkisfelagsskapur vóru ein vanlukka. Men tann søguligi sannleikin er tvørturímóti. Ríkisfelagsskapurin var ikki fullkomin. Men hann er kanska eitt av fáum dømum í heiminum um eina politiska ætlan við tjóðskaparligum innihaldi, ið sum heild eydnaðist.
Á hansara støði ? og, so fløkt og mótsagnarkend er søgan, lutvís helst í hegelskari andsøgn til hann ? hava føroysk mentan og føroyskur tjóðskapur ment seg og blómað sum í fáum europeiskum londum í 20. øld. Longu um ta tíðina hann var í byrjan, varð rikið framundir, at hansara tíð kanska ikki fór at vera ævig. Hetta er rætt og natúrligt. Men úr hansara gyrði og potentiali kann ? sum vit síggja tekin til í dag ? spretta ein nýggj skipan ? økt sjálvstýri, samveldi ella fullveldi, tað fer tíðin at vísa og ? vónandi ? fólkið at gera av.
Vilji í
viljaveikum rúmi
Fremst í hesi grein varð nevnt, at samgongan eftir bakkastið ár 2000 fór undir aftur at reka ein meira siðbundnan sjálvstýrispolitikk. Hetta er kortini neyvan heilt rætt. Tí tann nýggi yvirtøkupolitikkurin er so miðvísur og brasin, at hann helst umboðar eina kvalitetsbroyting.
Ein heftir seg her serliga við ætlanir um at yvirtaka rættarmál, løgreglu og dómsvald. Tá henda ætlan er framd, eru tey trý valdini ? lóggávuvald, útinnandi vald og dómsvald ? í stóran mun á føroyskum hondum. Max Weber helt eina ferð fyri, at ríkisins eyðkenni er »einkarrætturin til lógligan harðskap« (endurgivið eftir Gellner: »the monopoly of legitimate violence«). So kanska vakna føringar um nøkur ár, uttan at hava rætt hond frá síðu, ein morgun í einum suverenum ríki. Samgongan ? ella partur av henni ? hevur tá sýnt og útint tann vilja, sum sýnist veikur í fólkinum, sum kanska ikki er til, ella kanska er ein vilji til nakað annað, eitt nú til samveldi.
Og hugsar ein um tann politiska leik, sum Ulla Boje Rasmussen lýsir í hesum filmi, er eingin ivi um, hvør av garpunum tá hevur vunnið tann evsta sigurin.
Meira týðandi er tá spurningurin, hvørt Føroyar eru vinnari ella tapari. Tann, sum heldur, at politikkur hevur gagn av orðaskifti, spyr í hesum sambandi seg sjálvan, um Føroyar í dag hava eina andstøðu. Um henda andstøða hevur ein politikk. Og um so er, nær hon ætlar at fara undir at fremja henda politikk og at selja hann við sama professionella ? fyri ikki at siga makaleyst virtuosa ? hegni sum partar av samgonguni.