Húsdjór kunnu latast leyvunum í Aalborg Zoo

Húsdjórini verða ikki latin rovdjórunum livandi. Tey verða avlívað av útbúnum starvsfólki og síðan brúkt sum fóður til rovdjórini

Ein djóragarður í Danmark - Aalborg Zoo - heitir nú á fólk, ið hava húsdjór, sum skulu avlívast, um at lata djórini til garðin.

 

Hetta sigur Aalborg Zoo í einum uppslagi á Facebook, og endamálið er, at rovdjórini á garðinum skulu fáa húsdjórini at eta.

 

Dentur verður tó lagdur á, at húsdjórini verða ikki latin rovdjórunum livandi.

 

- Tey verða avlívað av útbúnum starvsfólki, sigur djóragarðurin í uppslagnum, sum er viðheft her niðanfyri.

 

Á Aalborg Zoo siga tey, at við hesum kunnu tey tryggja teirra villini djórum á garðinum eitt náttúrligt lív, føðslu og trivnað.

 

Dentur verður lagdur á, at tey bert kunnu taka ímóti frískum húsdjórum, sum kortini skulu avlívast.

 

Sum skilst, hevur uppslagið hjá Aalborg Zoo fingið nógva umrøðu í fleiri ymiskum miðlum kring heimin.

 

##med2##