Conference League: KÍ spælir returdystin móti Neman í Ungarn

Talan verður um ein returdyst frammanfyri lítlari áskoðarafjøld ´

 

 

Í kvøld klokkan 19.45 tekur móti belarussiska liðnum, Neman á Tórsvølli í triðja undanumfarinum í Conference League.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir KÍ returdystinum móti Neman.

 

Dysturin verður ikki leiktur í Belarus, orsaka av ótryggu støðuni í landinum, men á uttanveltaðum vølli.

 

Dysturin millum Neman og KÍ verður leiktur í Szeged í Ungarn á leikvøllinum, ið eitur Szent Gellert Forum. Áskoðarakapasiteturin er 8.256, men væntast kunnu ikki nógvir áskoðarar. 

 

Neman leikti móti slovakiska, Kosice á sama vølli. Til dystin var næstan manntómt. Hetta átti at vera KÍ til fyrimunar í mun til ein reinan útidyst, ið hevði verið leiktur í Belarus. 

 

Szeged hevur annars eitt kent hondbóltslið, ið er millum tey fremstu hondbóltsliðini í Evropa. Fyri tveimum árum síðani ljóðaði, at føroyski landsliðsleikarin skuldi til Szeged á sumri í 2024. Men Óli leikti enn eitt kappingarár við svenska liðnum, Sävehof, og nú leikar hann við danska liðnum, GOG, har hann hevur sáttmála til 2029.