Hanna Augustinussen 80 ár

Í dag 15. august fyllir Hanna Augustinussen í Vági 80 ár.

Hanna er dóttir Lenu úr Skopun og Jákup Mohr úr Vági. Hon vaks upp vesturi við Misá í Vági sum triðja av fimm systkjum. Elstur var Arni, sum búði í Vági, síðan Poulina, sum búði í Klaksvík, og tey yngru vóru Mourentza, ið búði í Vági og Birgir, sum býr á Sandi. Av teimum eru nú bert Hanna og Birgir eftir á lívi.
Hanna giftist inn í Smillum við Joen Paula, í dagligari talu nevndur Pallin. Hetta var stutt eftir, at verfaðirin var gingin burtur við Grasinum. Har vóru nógv fólk í húsi og sjálvi fingu tey fýra børn. Har afturat kom nógv fólk inn á gólvið, so mangan gekk prátið lívliga í køkinum.
Gerandisdagurin var tann vanligi, har jørð var í húsinum og maðurin var sjómaður. Tá mátti konan taka sær av øllum tí sum var at gera heima.
Av tí at vit ikki búðu í somu bygd, so knýta okkara minnir seg mest til frítíðirnar. Vit vóru har suðuri alla summarfrítíðina, ofta eisini á páskum og hvítusunnu. Yngsta systirin búði eisini har suðuri í tveir mánaðir, meðan foreldur okkara vóru í Danmark í sjúkraørindum. Hóast húsini tá á døgum ikki vóru so stór, sum húsini vanliga er nú, so var altíð pláss fyri okkum. Um ikki ein song var í part, so svóvu vit saman við systkinabørnunum.
Nógv var at gera í húsinum, men tað hugsaðu vit ikki um, tá vit vóru børn, tí ongantíð merktu vit at mostir ikki hevði tíð til okkum., Tað kendist so trygt, tá hon var har, so okkum longdist ikki norður aftur, hóast foreldur okkara ikki vóru við.
Nakað av tí sum okkum dámdi best var at hoyggja. Í Klaksvík høvdu vit ikki møguleika til at uppliva tann partin av bygdarlívinum, so fyri okkum var tað ein útferð í góðum veðri at vera við á bønum. Fyrst fóru vit tó til Sandur við Misá at keypa piparkøkur og sodavatn, fløskurnar kundu altíð "avreiðast" seinni. Hvørja nyttu vit gjørdu, tosa vit minni um, men so stuttligt hildu vit tað vera at ein okkara í páskafrítíðini eitt árið, veðrið var so sera gott, bað mostir koma vestur á bøin at hoyggja.
Nú vit eru blivnir eldri, hugsa vit ofta um, hvussu hon fekk tíðina at strekkja til. Sjálvt um húsarhaldið nú er vorðið minni, er hon framvegis í gongd og altíð er hon fús at geva eina hjálpandi hond við yngru ættarliðunum. Við sínum lætta sinni og altíð við tí góða orðinum, tykist tað, sum hon hevur gjørt orðini hjá mammu síni, sum Birgir tók tilæ á ættarstevnuni í Skopun herfyri, til síni, at arbeiði er eitt vælsignilsi.
Góða mostir! Vit vilja við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku og Guðs signing við 80 ára degnum og vóna, at tú fært nógv góð ár saman við tínum børnum, ommu- og langommubørnum, og samstundis takka vit fyri nógv góð minnir.

Systirdøturnar í Klaksvík