Tann 23. august fer eitt av heitastu nøvnunum í Danmark á pall í Føroyum. Talan er um Nik og Jay, sum í seinastuni hava hittað stórt við løgum sum »Hot« og »Elsker hende mere«, og hava tey eisini verið nógv at hoyra her heima.
Elin í Stórustovu stendur aftanfyri alt stríðið og alt arbeiðið í at hava fingið vælumtóktu donsku dreingirnar til Føroya, og hon greiðir soleiðis frá gongdini:
? Eg hugdi á DR1 ein dagin, og har sá eg eitt videolag, sum æt »Elsker hende mere«. Eg helt tað var gott, og nakrar dagar seinni sá eg tað aftur, og tá fór eg so oman í 3´aran at keypa fløguna. Inni í fløguhúsanum stendur heimasíðan hjá teimum, og eg fór so inn har og las og hugdi eitt sindur, og kom til ta niðurstøðu, at eg hevði kunnað hugsað mær at sloppið á konsert.
Men sum ikki einaferð tá ein býr í Føroyum, so er tað eitt sindur trupult at sleppa á konsertir hjá stórum nøvnum, bæði úr Danmark og sum vitja í Danmark. Men inni á heimasíðuni er ein leinkja til bookingfelagið hjá Nik og Jay, so Elin gjørdi av at skriva til teirra og spyrja um tað ikki var eitt hugskot, at teir komu hendan vegin.
? Eg fekk svar aftur, har bookingmanagerin segði, at tað var gamaní, og at eg kundi bara sjálv royna at finna útav, hvat og hvussu. Av fyrstan tíð var tað ikki meiningin, at eg skuldi gera alt hetta arbeiðið sjálv, men so byrjaði eg at spyrja meg fyri ymsastaðni, og so koyrdi tað bara, greiðir Elin frá.
Á konsertir
Alt byrjaði í mars mánaði, so tað hevur verið nógv at fáa uppá pláss seinastu tíðina.
? Eg fór niður til Danmarkar at hitta bookingmanagerin har, og so slapp eg eisini á konsert við Nik og Jay, og síðani tá havi eg verið á fleiri konsertum. Teir duga væl at upptraðka, og tað ljóðar væl á fløgunum, men tað ljóðar uppaftur betri live, heldur Elin.
? Tá eg var á konsertunum so sá eg, hvussu alt var við ljós og ljóði og so framvegis. Teir fara at hava tað sama í Føroyum, har teir koma at hava tríggjar ljós- og ljóðmenn við.
At skipa fyri eini tílíkari konsert krevur nógv arbeiði, og sigur Elin eisini, at tað hevur verið ógvuliga tíðarkrevjandi.
? Tað er so nógv eyka, sum skal gerast, tá teir koma til Føroya. Flúgvara og hotell og so víðari, og tí er tað týdningarmikið, at ein fær góðar stuðlar. Uttan stuðlarnar hevði hetta als ikki latið seg gjørt.
Stuðlarnir til konsertina eru Tryggingarfelagið Føroyar, Konto In, Shell, Pepsi, Atlantic Airways og Hotel Føroyar.
? Alt kostar ótrúliga nógv. At leiga høll, anlegg, hotell, flúgvari og so framvegis. Tað eru nógvir pengar, sum tað snýr seg um, og tað má bera seg uppá onkran máta. Tí gerast atgongumerkini eisini dýrari her enn í Danmark.
Ikki playback
Ferðalagið, sum telur 14 fólk, kemur fríggjadagin í næstu viku. Umframt at hava hasar tríggjar ljós- og ljóðmenninar verða fýra tónleikarar við eisini.
? Tað eru fleiri sum hava spurt meg, um tað ikki er alt playback, men tað er tað barastani ikki. Alt er live, staðfestir Elin við tíggjutumma seymi.
Fólkini hava nógv útgerð av øllum sløgum við, og longu fríggjadagin verður lagt í vaðið, tá heitu dreingirnir skulu oman í Club 20.
Leygardagin verða teir í SMS og skriva autografara og leygarkvøldið verða teir í høllini á Hálsi.
? Eg haldi, tað er gott at fáa teir til Føroya nú, tí tað er nú teir eru frammi og kendir. Sum oftast so koma slík nøvn til Føroya eitt ár aftaná tey hava verið frammi. Vit fáa teir ongantíð hendan vegin meðan tað framvegis er »heitt«, sigur Elin.
Og Nik og Jay eru »hot«, tað kanst tú uttan iva staðfesta. Teir hava fyri stuttum selt dupult platin í Danmark, sum eru 100.000 fløgur, og teir hava eisini vunnið fleiri virðislønir í Danmark fyri tónleikin.
Nú er eisini ferð komin á atgongumerkjasøluna. Neyvu tølini eru ikki komin enn, men atgongumerki fáast til keyps í Shellstøðunum kring landið og í Kunningarstovuni í Havn.
Framførslan hjá Nik og Jay á Hálsi kemur at verða 70 minuttir til longdar uttan steðg. Og er lív í áskoðarunum, so kann tað væl vera, at okkurt eykalag eisini verður á skránni.
Sunnudagin skulu teir runt í Føroyum til eitt sindur av »sightseing«, og teir flúgva avstað aftur mánamorgun.
Vilt tú hava meira at vita um Nik og Jay ber til at fara inn á heimasíðuna www.nikogjay.dk









