kapitalkreftir við vitan, fólki og útgerð aftanfyri seg vilja hava útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum, kanska á Sundi. Samtíðis hava suðringar fyrireikað seg til útgerðarhavn Skulu marknaðarkreftirnar ráða [...] Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði løgmaður, sum umsitur oljumál, nakrar betonkiligheitir. Hann ber ótta fyri, at lokalpolitikkur longu nú er komin uppí oljumálið. Tulkar løgmaður málið rætt, so er greitt, at [...] til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni
sínum móti øllum tiltøkum til frama fyri føroyska arbeiðaran og tað vanliga fólkið. MEN allir hinir flokkarnir tóku undir við uppskotinum, so eingin vandi skuldi verið fyri, at uppskotið verður felt. UPPSKOTIÐ [...] undan skaðatilburðum. Tað veri seg av maskinum, vandafullum evnum o.s.fr. VIÐ øðrum orðum er endamálið at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum skuldi verið til gagns fyri bæði arbeiðara, arbeiðsgevara og [...] og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin millum fólk broytist við atliti til vandafullar a
ÍSTAÐIN fyri at brúka 40 mill. kr. til íløgustuðul er ætlanin at brúka henda pening til at endurnýggja flotan fyri. Hetta er meira framtíðarætað, og tann rætta gongdin, men hvør fer at smíða skip fyri 30-40 [...] kanning, hvussu raksturin sær út í tølum og talvum, og hvussu nógv skal til fyri at halda lív í flotanum, sum hevur verið fyri minkandi fiskiskapi seinastu árini. KANNINGIN hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen [...] eru niðurskrivað til einar 10 mill. kr. ikki fáast at bera seg? ENN eru kortini allar súður ikki syftar. Politiskur meiriluti skal finnast fyri at taka stuðulin burtur, og tað er ógvuliga ivingarsamt, um
spíri fingið høvi at royna seg. Og allir filmirnir vit hava sæð í Sjónleikarhúsinum? SJÓNLEIKARHÚSIÐ hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri ikki bara havnarfólk, men fyri flest allar føroyingar. Og tað [...] í besta blóma? Býráðið eigur at skamma seg Í SEINASTU viku fylti Havnar Sjónleikarfelag 80 ár, og dagurin varð hátíðarhildin við eini afturlítandi framførslu fyri limum og almenninginum. Harafturat markerar [...] tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat, henda upphæddin
FYRI tað fyrsta vilja heili 30 prosent av sambandsveljarunum hava meiri sjálvstýri. Bara stívliga ein triðingur vil varðveita verandi skipan. Og eitt prosent vil enntá hava loysing!!! FYRI tað annað, so [...] Sambandsflokkinum, er farin so vítt sum at hótta við samgongusliti, um samgonguflokkar fóru at atkvøða fyri uppskotinum at seta eina stjórnmálanevnd. VIÐ hesi ódemokratisku framferð gongur løgmaður partvís [...] viljanum hjá 70 prosentum av føroysku veljarunum. SO kann spyrjast, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Sambandsflokkin sjálvan og møguleikarnar at skipa eina samgongu eftir næsta val? UM flokkurin ikki
óri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt [...] er í undirgrundini, og um so er, um tað fer at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir [...] ÚTVIÐ 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í. MIKUDAGIN staðfesti so
Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg. Tað er ikki meiriluti fyri loysing og Tjóðveldisflokkurin trýr sjálvur ikki uppá, at tað letur seg gera. Somuleiðis má flokkurin sannføra veljaran um, at hann framvegis [...] førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki væl fyri í kanningunum, og tekki formansins hevur ikki ávirkað veljararnar at taka undir við Javnaðarflokkinum
orðum tosa vit nú um trý føroysk oljufeløg. Sambart SvF hava stóru vinnulívsfyritøkurnar tikið seg saman fyri at savnapening í eitt privat føroyskt oljufelag. Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar [...] útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er, at eitt ávíst felag kann vinna sær fyrimunir í eini útbjóðing, tí tað arbeiðir saman við føroyskum vinnulívi - fara at taka seg aftur, tí tey meta, at [...] draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peningasterki, sum stýra
ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fortreytunum fyri gransking av ymsum [...] sambandi er vert at nevna, at 16 føroyingar, harímillum umboð fyri mentanarstovnar, vísindastovnar oa. fara til Alaska í september at kunna seg um tað árinið, sum oljuvinnan har hevur havt á bæði fólkið og [...] nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil fyri einum heilt náttúrligum granskingarumhvørvi. AT vit í dag hava eitt granskingarumhvørvi á fleiri á
loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at ge [...] fara vit í ár at skipa fyri serstøkum stevnubløðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøða tiltøk á stevnunum og annars seta kikaran á stevnuplássini. Vit leggja fyri í dag við einum ?Norðo [...] mangt annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnurnar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara ólavsøkuna, sum er høvuðsstevnan. EISINI fjølmiðlarnir eiga sín