Álitisváttantil formannin

FLEST allir flokkar vilja helst samstarva við Javnaðarflokkin. Fólkaflokkurin tó undantikin. Og harafturat peika flestu veljararnir á Jóannes Eidesgaard sum tað besta løgmansevni. Ja, hann liggur fremri í huganum millum tjóðveldisveljararnar enn nakar tjóðveldismaður.

HETTA merkir kortini ikki, at Javnaðarflokkurin rekur ein leiðarapolitikk, sum Finnbogi Ísakson sigur við Dimmalætting í gjár, samstundis sum hann leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin rekur ein flokspolitikk. Hetta er burturvið.


TRUPULLEIKIN er meira hann, at Tjóðveldisflokkurin hevur torført at semjast um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heinesen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu og vælformuleraðu áskoðanum, við politiskum perspektivi og broddi í. Mótvegis innantóma og óstruktureraða rakstrarrópspolitikkinum hjá formanninum, sum vit minnast frá fimtiárunum og seinast í sekstiárunum, tá Tjóðveldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin.


TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki væl fyri í kanningunum, og tekki formansins hevur ikki ávirkað veljararnar at taka undir við Javnaðarflokkinum.


TAÐ er sjáldsamt í vesturheiminum, at ein sosialdemokratiskur arbeiðaraflokkur bara fær 16-17 prosent av atkvøðunum. Framgongdin frá seinasta vali er lítil og eingin, og bæði valúrslit og vánaliga støðan áttu at fingið flokkin at tikið í egnan barm og greina støðuna.


Í seinasta valskeiði kom álvarsamur kinkur í samstarvið við fakliga tilvitandi stuðlar floksins, uttan at leiðsla floksins gáaði nóg væl um, ella tók støðuna í álvara, og hetta gjørdi, at grundarlagið varð tikið undan flokkinum, sum fór í helvt.


TÍ áliggur stórt arbeiði hjá floksleiðsluni at fáa samansjóðað arbeiðararørsluna aftur. Og somuleiðis áliggur tað floksleiðsluni at sannføra føroyska veljaran um, at einasta realistiska leið í tjóðskaparspurninginum er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg. Tað er ikki meiriluti fyri loysing og Tjóðveldisflokkurin trýr sjálvur ikki uppá, at tað letur seg gera. Somuleiðis má flokkurin sannføra veljaran um, at hann framvegis er sosial trygdin í samfelagnum.