Oljulóg og útgerðarhavn/ir

.

SJÁLDAN hevur eitt so stórt mál fingið so breiða undirtøku frá øllum flokkum sum kolvetnislógin. Niðurstøðan eftir 2. viðgerðer, at allir flokkar taka undir við broytingunum, sum Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði løgmaður, sum umsitur oljumál, nakrar betonkiligheitir. Hann ber ótta fyri, at lokalpolitikkur longu nú er komin uppí oljumálið. Tulkar løgmaður málið rætt, so er greitt, at vit eru alt annað enn heppin við handfaringini av sjálvum lógargrundarlagnum. Spurninugurin er tí, um ikki málið áttið at fingiðuppfylgjandi umrøðu undir 3. viðgerð.


TAÐ var annarsvæntandi, at tingmenn ikki fóru at góðtaka, at landsstýrið skal stýra og koyra alt oljumálið. Tingið vil eisini verða eftirspurt, tá eitt nú útbjóðingarøki skulu góðkennast. Tað er ikki nøktandi bara við eini frágreiðing frá landsstýrinum. Hvat um øki til útbjóðing fara at nerva gýtingarøki! Ein kann síggja hetta eina roynd frá tinginum at taka málið í størsta álvara og tryggja, at tað ber til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at

vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn gera sær.


TAÐ, sum løgmaður eisini var sera betonkiligur yvir , var spurningurin um útgerðarstøð/ir. Her hevur Vinnunevndin gjørt ta broyting, at umframt at tað í loyvinum skal standa, hvaðani loyvishavarin rekur sítt virksemi (hetta er skilt sum Føroyar kontra útlandið, blaðm.) so koma orðini »herundir útgerðarstøðir« uppí. Tvs. at longu tá loyvi skulu gevast um eitt ár ella so, skal verða gjørt av, hvar útgerðarhavnin/irnar skulu vera. Løgtingið vil hava politiska semju um, hvar útgerðarhavn skal vera.


EIN sær bæði fyrimunir og vansar við hesum. Taka vit vansarnar fyrst, so er tað dekan ov tíðliga longu nú at skula taka støðu til, hvat ella hvørji øki skulu brúkast til útgerðarhavn. Oljufeløgini sóu kanska helst, at tey gjørdu av, hvat øki er best at brúka, men hinvegin fara tey ikki at mótmæla, um vit siga teimum, hvar útgerðarhavnin skal vera. Enn eru vit bert komin stutt í útviklinginum, so tað kann tykjast eitt sindur bakvent longu nú at skula gera av, hvar framtíðar útgerðarhavnin skal liggja. Vit vita einki um, hvussu stórt virksemi verður, og um tað setir krøv til eina ella fleiri útgerðarhavnir. Onkur vil siga, at marknaðarmekanismurnar eiga at avgera hetta og ikki eitt diktat úr tingi ella landsstýri. Hesi vilja siga, at vit eiga ikki at seta kapitalkreftunum ? og hesar eru konsentreraðar kring høvuðsstaðarøkið ? forðingar í vegin. Vilja hesar, at Havnin, Sund og Skálafjørðurin skulu vera karmur um útgerðarhavnina, so eiga hesar sterku kapitalkreftir, ið eisini umsita nógva kapacitet og vitan, at sleppa framat.


FYRIMUNURIN við at taka politiska avgerð um hetta er so tann, at hvør kommuna fer ikki at brúka tíð og orku til at royna at fáa útgerðarhavnina. Tá verður einaferð med alla sagt, at hetta eina plássið ella hesi bæði plássini verða útgerðarhavnirnar. Hetta kann so eisini gera, at vit fáa eina desentralisering av oljumenningini, sum uttan iva fleiri í hesum landi síggja fram til. Hetta er einki lætt mál at loysa, tí tú í dag ikki veit, um tørvur verður á einari ella t.d. tveimum útgerðarstøðum. Verður ein, so er greitt, at talan antin verður um miðstaðarøkið ella ein av útjaðarunum. Tað er eingin loyna, at sterkar kapitalkreftir við vitan, fólki og útgerð aftanfyri seg vilja hava útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum, kanska á Sundi. Samtíðis hava suðringar fyrireikað seg til útgerðarhavn Skulu marknaðarkreftirnar ráða ella skulu politikararnir stýra útviklinginum! Hevur t.d. Henrik Old rætt, tá hann sigur, at Tórshavnar Havn er so kapitalsterk, at hon kann gera tað henni lystir og rudda slóð fyri útbyggingum hon ynskir, meðan smærri havnirnar kring landið ongan møguleika hava at vera við í kappingini! Ráða marknaðarkreftirnar verður eisini øll oljuútbygging at fara fram kring Havnina!