TÓNARNIR hjá teimum ungu framherjandi heykunum vóru nærum afturljóð frá uttasta høgra. Óla Breckmann, tá hann var upp á tað »besta« í stríði sínum móti øllum tiltøkum til frama fyri føroyska arbeiðaran og tað vanliga fólkið.
MEN allir hinir flokkarnir tóku undir við uppskotinum, so eingin vandi skuldi verið fyri, at uppskotið verður felt.
UPPSKOTIÐ er ikki so vandafult, sum Fólkaflokkurin ger tað til. Tað miðar fyrst og fremst ímóti at tryggja arbeiðsplássini so væl sum møguligt, so vit sleppa undan skaðatilburðum. Tað veri seg av maskinum, vandafullum evnum o.s.fr.
VIÐ øðrum orðum er endamálið at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum skuldi verið til gagns fyri bæði arbeiðara, arbeiðsgevara og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin millum fólk broytist við atliti til vandafullar arbeiðsumstøður o.tl.
PARTARNIR á arbeiðsmarknaðinum gjørdu uppskotið fyri einum 7-8 árum síðani, men Løgtingiðh evur verið so lítið at sær komið, at tvær ferðir er málið fallið burtur. Nú er líkt til at uppskotið vinnur frama.
FÓLKAFLOKKURIN var bangin fyri, at nýggja lógin, sum kemur ístaðin fyri arbeiðsverndarlógina, fer at kosta arbeiðsgevarum nógvan pening, men hetta varð víst aftur. Nógvar fyrisetingar eru longu gjørdar og verða gjørdar so hvørt.
YNSKILIGT hevði tó verið, um Arbeiðseftirlitið hevði havt orku til betri eftirlit og orku til tað neyðuga fyribyrgjandi arbeiðið, so fólk gerast meira tilvitandi um arbeiðsumhvørvið.
HETTA er einki politivald, sum Fólkaflokkurin gjørdi uppskotið til, men ein neyðugur táttur í einum nútímans vinnulívi á altjóða stigi.