Leiðslan fær ein dyggan frammaná

SEINASTA veljarakanningin og orðaskiftið í kjalarvørrinum frá henni hevur avdúkað fleiri áhugaverd politisk viðurskifti, tá tað snýr seg um Sambandsflokkin.

FYRI tað fyrsta vilja heili 30 prosent av sambandsveljarunum hava meiri sjálvstýri. Bara stívliga ein triðingur vil varðveita verandi skipan. Og eitt prosent vil enntá hava loysing!!!


FYRI tað annað, so hevur Edmund Joensen, løgmaður, bara eina sjáldsama lítla undirtøku í sínum egna flokki. Ikki helvtin av sambandsveljarunum vísa á hann sum løgmann.


HARAFTURAT hoyrdu vit nýggjar tónar frá skrivara Sambandsfloksins í útvarpssendingini, Føroyar í dag, týskvøldið. Gunnar Nattestad vil bart út sleppa av við ríkisstuðulin.


HESAR sannroyndir eru ein dyggur framman á hjá leiðsluni í Sambandsflokkinum, sum hevur tvíhildið um, at ongar broytingar eiga at verða gjørdar í Heimastýrislógini.


LØGMAÐUR, sum er formaður í Sambandsflokkinum, er farin so vítt sum at hótta við samgongusliti, um samgonguflokkar fóru at atkvøða fyri uppskotinum at seta eina stjórnmálanevnd.


VIÐ hesi ódemokratisku framferð gongur løgmaður partvís ímóti viljanum hjá sínum egnu veljarum, og partvís ímóti viljanum hjá 70 prosentum av føroysku veljarunum.


SO kann spyrjast, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Sambandsflokkin sjálvan og møguleikarnar at skipa eina samgongu eftir næsta val?


UM flokkurin ikki loysir upp fastlæstu støðu sína frá 1974, verður hvørki møguligt at skipa eina borgarliga samgongu við Fólkaflokkin ella eina »heimastýrissamgongu« við Javnaðarflokkin.


TAÐ er greitt, at hesir flokkar, eins og Sjálvstýrisflokkurin, fara ikki í eitt nýtt samarbeiði við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisskapsviðurskiftunum.


KENNA vit Sambandsflokkin rætt, setir hann seg helst uttanfyri, so hann aftan á kann siga, at tað vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann hevur gjørt fleiri ferðir áður.


HETTA er ikki konstruktivt, men hesa kósina setti Pauli Ellefsen, tá hann kom fram at í 1974, og maðurin, sum Pauli Ellefsen setti við, hevur hildið somu kós.


GONGDIN seinastu árini hevur til fulnar prógvað, at neyðugt er at gera broytingar í viðurskiftunum við Danmark, men við verandi leiðslu fær Sambandsflokkurin neyvan ávirkan á tær broytingarnar, sum skulu fremjast í næsta valskeiði.