øll byrja í senn. Hetta ger, at kappingin verður meira taktisk, soleiðis at skilja at tað ikki bert styrkin hjá tí einstaka sum ger seg galdandi men eisini evnini til at brúka møguleikar í kappingini [...] ágangurin frá gestunum eisini stórur. Sostætt verður uppgávan hjá Rógva at verja støðu sína og hinir fara uttan iva at royna at fara frá honum í føllunum. Teinurin hósdagin er í Eysturoynni, sum við 104 [...] kunnu væntast at vera í Runavík kl. gott 19.00. Meðan stórstu vónirnar í Klaksvík vóru settar til Rógva Johansen, verður tað væntandi Bogi Kristiansen og t.d. Keld Petersen sum fara at gera um seg á næsta
farið varð niðan til minnisvarðan. Grundin til, at hann orkaði so væl, segði Poul Nyrup Rasmussen vera, at hann fyri trimum árum síðan legði av at roykja. At hann so dagliga eisini venur konditión, ger sjálvandi [...] nógvar eru røkurnar, hann fer klórandi í. Tað ber ikki til at lata vera við at hugsa um, hvussu hendan oyggin verður røkt. Hvaðani fæst fólk til at ganga á fjall til dømis? Og so leitar hugurin nøkur ár aftur [...] koma inn at lendingini. Eina løtu kundi ein ivast í, um hetta veruliga var útoyggin Mykines, har næstan eingin býr. Allastaðni, har sást oman á lendingina, var loðið av fólki. Fólk, sum komin vóru at taka
Tora oman brekkuna við Fiskaaling við Áir. Men strilti gekk at fáa vent og sleppa inn á sjálvt parkeringsplássið. Tað vísti seg, at tann til vitjanina uppsetta flaggstongin stóð soleiðis fyri, at ikki [...] nólsoyingar kunnu vera stoltir av. Men lundar eru til annað enn at stappa út. Teir kunnu so sanniliga eisini etast. Og nólsoyingar vístu við sera stórum blíðskapi, at teir eisini duga væl at viðgera lunda [...] við Lars Gunnari og Eilifi sum ferðaleiðarum. Og tað var enn sum áður, at teir vistu nógv at siga frá, so ikki gekk altíð so skjótt, at koma fram. So vóru tað staðarnøvn. Ella søgnina um harða kyndilsmessu
ætlanir, at fleiri skuldu flyta, men Janus og Rakul komu at sita leingi einsamøll 10 ár. Janus velti dugliga og royndi at fáa fótafesti á nýggja búplássinum. Men jørðin gav ikki nógmikið til at tey kundu [...] fuglfirðingum og tað var mangan, at hann ikki orkaði at ganga um Skarðið, tá hann kom illa tuskaður av norðhavinum eftir at hava sitið við árarnar og snøri dagin langa. Tí kom Rakul at sita einsamøll í hesi lítlu [...] fyri bygdini hildið og fólk hava arbeitt til langt út á næturnar, fyri at fáa tað seinsta upp á pláss. Hellumenn eru kendir fyri at vera ?betýss? í øllum teir fáast við. Teir liggja ikki á boðunum, men fáa
Trúgvur lesari hjá Sosialinum At Jóhann Marius man vera ein tann trúgvasti lesarin hjá Sosialinum, er einki at ivast í. Hann hevur hildið blaðið síðani 1930, og hann heldur at tað er eitt sera gott blað. [...] í Fuglafirið. Honum dámar sera væl at búgva har. Fólkini sum arbeiða her eru sera vinarlig, og hetta er eitt nýtt hús so umstøðunar kunnu ikki vera betri. Av tí at bústovnurin liggur so ovaliga í bygdini [...] síðani hann var stovnaður. Grundin til tað er, at hann hvørki er sambandsmaður ella tjóðveldismaður. Hann heldur lítið um, at vit skulu taka loysing, og sigur at hann stemmaði nei á fólkaatkvøðuni í 1946.
kappingarárinum í fjør til luttøku í Europa Cup, og nú kann tað fara at vísa seg, at gongdin verður tann øvugta soleiðis at skilja, at teir arbeiða seg upp. Tað hevur NSÍ í hvussu so er møguleikar til, tí [...] eitt sindur um, at talan er um støðug avrik, at fýra av teimum fimm sigrunum vóru vunnir á útivølli. Einasti heimasigurin var á grasinum á Svangaskarði, har B68 kortini brúkti langa tíð at fáa úrtøku burturúr [...] burturúr greiðu leikligu yvirvágini. Tað plagar at vera eyðkenni fyri lið, sum eru betri fyri enn mótstøðuliðini ella sum hava meiri undanvind enn hini, at tær tøttu uppgerðirnar síðstu løtuna koppa til
kann Arne Lund bora 200 metrar niður á tveimum leiðum, men dýpið má ikki vera oman fyri 25 metrar. [...] Sjálvur sigur presturin seg hava eina kenslu av, at olja er á hesum leiðum, og tær jarðfrøðiligu fyritreytirnar eru eisini til staðar, sigur hann. Tað hava seismiskar kanningar víst. Sambært loyvinum kann
hart fyri at útvega okkum alla oljuna til tíðina. Eg kundi lesa á honum, at hann helt okkara ævintýr vera bæði ábyrgdarleyst og spennandi. Familja mín kom oman á kajina. Nógvir vinir komu at siga farvæl [...] eftir at sigla til Íslands. Anders stríddist ímóti máttloysi og ørkymlan. Eg sá, at hann var móður og at hann arbeiddi harðari enn vanligt fyri at loysa henda nýggja trupulleika. Eitt hugskot var at fara [...] so niður fyri at festa smáu skrúvurnar á. Mær dámdi ikki hetta hugskotið. Eg royndi róliga og nágreiniliga at greiða teimum frá, at sjálvt um tað eydnaðist at skifta bløðini út uttan at missa týdningarmiklar
Hellurnar stóð maður fyri okkum, og mælti okkum frá at koyra allan vegin oman í Hellubygd. Farið varð sostatt til gongu seinasta kilometurin, av landsvegnum og oman til føðingardagsbarnið undir bratta Rustartindi [...] gjárkvøldi, ikki fór at røkka norður hiðar. Í Dagsloki var í stuttum boðað frá, at leygardagin fór at verða vindur og regn um landi? Longu væl áðrenn hátíðarhaldið byrjaði, vóru túnini tjokkað við bilum [...] í huga, at Janus á Kinn og Rakul úr Vági byrjaðu á berum. Tey noyddust at velta uppúr nýggjum, og vildi Janus á flot, noyddist hann fyrst til gongu til Fuglafjarðar; einsmallur bar ikki til at fara. Vit
í Genova og Pisa at seta á stovn eina vísindaliga granskingarstøð fyri korsikanskum máli og korsikanskari mentan. Ráðharrin hevur nógv um at vera, men fær kortini eisini stundir at leggja niður ein krans [...] niðriundir at fáa navnið beint á korsikanskum máli. Hann varð í 1755, á 30 ára aldri, valdur at standa á odda í frælsisstríðnum móti Genova, sum tá hevði oynna undir sær. Hann lýsti oynna at vera sjálvstøðugt [...] ikki tað fer at vera eitt haft um beinini á børnunum at læra tey eitt mál við ongari framtíð, eitt mál, sum kemur úr steinøld og bindur tey til kaldar steinar langt úti í ongum. Skulu tey vera eftir her og