Jónathan spældi urgu

Í allarfagrasta summarveðri vitjaðu teir tríggir leiðararnir í Kongaríkinum í Mykinesi leygardagin

Tað ljómaði urgutónleikur út gjøgnum opnu kirkjudyrnar í Mykinesi.

Stór mannfjød stóð uttan fyri, eins og onkur skotraðist í durunum.

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rassmussen vitjaði í Mykinesi saman við Anfinni Kallsberg, løgmanni og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformanni í Grønlandi.

Og tað var hesin seinasti, sum sat við urguna.

Hann er kanska meira kirkjuvandur enn hinir báðir. Hann er prestlærdur.

Og inni í kirkjuni fingu gestirnir frá staðkendum fólki at vita um minnispláturnar, sum hanga á kirkjuvegginum og siga teirra syrgiligu søgu.

Eisini tað hoyrir slíkari vitjan til, hóast veðrið er gott uttanfyri.


Stórsligið og dapurt

Í silvitni varð siglt av Sørvági norður við Vágalandinum móti Gásadali, fyri síðan at fara um fjørðin og suður um Mykines.

Hendan ferðin var við tíðindafólkinum.

Forsætisráðharrin við fylgi var farin úr Vestmanna og skuldi fyrst undir Vestmannabjørgini.

Alt sum nærkast Mykinesi, verður lagt til merkis tað stórbæri, oyggin sýnir ein slíkan dag.

Hóast komið er út í august, er væl av fugli á ferð. Bæði fram við berginum og á sjónum.

Seyðurin gongur, sær sjálvum líkur, allastaðni, klúgvandi er. Og nógvar eru røkurnar, hann fer klórandi í.

Tað ber ikki til at lata vera við at hugsa um, hvussu hendan oyggin verður røkt. Hvaðani fæst fólk til at ganga á fjall til dømis?

Og so leitar hugurin nøkur ár aftur, tá menn fóru við seyði somu leið, vit nú sigla.

Ein døpur søga, sum líkasum tekur eitt sindur av tí stórbæra frá oynni.


Tignarlig móttøka

Jú, vit koma inn at lendingini.

Eina løtu kundi ein ivast í, um hetta veruliga var útoyggin Mykines, har næstan eingin býr.

Allastaðni, har sást oman á lendingina, var loðið av fólki.

Fólk, sum komin vóru at taka í móti forsætisráðharranum.

Og forsætisráðharrin kom við øllum sínum monnum og kvinnum.

Tað var sum tað eigur at vera, tá fremmandur statsleiðari vitjar. Móttøka við blómum og tí heila.

Børnini høvdu gjørt sær bukettir av blómum og grasið, tey høvdu heintað í Mykinesi.

Eitt sindur sjáldsamt hjá fremmandafólkunum at sigla so tætt undir ritunum, sum eiga í gjónni.

Onkur var eitt sindur ivasamur, hvørt tær nú mundu fara at skvetta í høvdið á gestunum.

Men sum skiltist vóru tær bara heilt fólkaligar, og øll sluppu rein og nosslig á land.


Fótbóltsprát

Eftir ætlan skuldi gangast út til brúnna út í Hólmin. so tað ráddi um at vera skøddur til slíkan túr.

Løgmaður hevði fingið sær einar graslíkisskógvar við til endamálið.

Bláir og hvítir á liti. Hann gekk og lissaði, meðan fylgið kom gjøgnum túnið.

Ein smádrongur fylgdist við honum. Ivaleyst var hann úr Sørvági.

»Hvørjum heldur tú við?« spurdi hesin lítli.

»KÍ,« svaraði løgmaður uttan at ivast.

Men tað helt drongurin, at hann skuldi ikki gjørt.

»SÍ er nógv betri,« fekk løgmaður púra greitt at vita.


Góður gongumaður

Í søguni um Barbaru, sum flestir føroyingar kenna, varð Harra Pál ( Poul) ein túr í Mykinesi.

Ein lagnutúrur kann av sonnum sigast, at hann gjørdist. Barbara var ikki við.

Í dag var tað Barbara, sum førdi pressuna út í Mykines, og Hr. Poul kom so aftaná við øðrum farið.

So nú vóru tey bæði, Barbara og Hr. Poul í Mykinesi samstundis.

Eftir at fylgið var komið upp á oynna, sást skjótt, at forsætisráðharrin er góður gongumaður. Tað var ikki meira enn onkur hendingur, sum fylgdi honum niðan brekkuna, tá farið varð niðan til minnisvarðan.

Grundin til, at hann orkaði so væl, segði Poul Nyrup Rasmussen vera, at hann fyri trimum árum síðan legði av at roykja.

At hann so dagliga eisini venur konditión, ger sjálvandi ikki verri.

Poul Nyrup Rasmussen var sera hugtikin av tí, hann sá.

»Hetta er nógv, nógv vakrari, enn eg hevði ímyndað mær,« segði hann, tá hann var komin niðaná. »Eisini nógv vakrari enn á myndunum«.

Og tað var sum í Brókatátti:

»Kópurin undir oynni liggur, lundin flýgur í ring.«

Sera hugtakandi tóktist fremmandafólkunum at koma so nær lundunum. Og so vóru teir livandi.

Forsætisráðharrin helt, hann dugdi betri at skilja, hví føroyingar eru so góðir við land sítt, sum teir eru.

»Eg eri fullur av undran yvir tað, eg havi sæð og upplivað á túrinum,« segði ein sera hugtikin forsætisráðharri.

Men tað var ikki leingi, Adam var í Paradísi, og enn styttri, forsætisráðharrin slapp at verða í Mykinesi.

Skyldurnar skuldu eisini røkjast, so eftir stuttan steðg í Kristianshúsi, var farið aftur til báts, og kósin sett móti Tindhólmi, har ríkisfundurin bíðaði.