Tað svingaði á Hellunum

Ikki minni enn tvær bøkur vórðu givnar út í sambandi við 150 ára føðingardagin á Hellunum leygardagin. Dýrdarveður, svingandi hornblástur og inniligur kórsangur áttu stóran part av tøkkina fyri, at tiltakið varð so væleydnað. Hátíðardagin vóru eini 500 fólk savnað í lítlu bygdini, sum vanligar dagar einans hýsir 34 hellufólkum.

Á miðdegi var sólin ikki enn brotin framm úr skýflókunum yvir Oyndarfirði; og Sandfelli, Knúkur og Oyndarfjarðarfjall stóðu hálv undir í ljósagráum támi. Enn helt hann sær kortini turrum.


Við innkoyringina til Hellurnar stóð maður fyri okkum, og mælti okkum frá at koyra allan vegin oman í Hellubygd. Farið varð sostatt til gongu seinasta kilometurin, av landsvegnum og oman til føðingardagsbarnið undir bratta Rustartindi, sum mjørkin kortini ikki hevði fingið fastatøkur á.


Slættur bøur og tutlandi áarløkir eykenna lendið framvið- Helluvegnum; og hóast vatnið ikki er nógv, er tað reint. Tað líður væl við hoyggingini hjá Hellumonnum, sást á stóru økjunum við hvítum svørði, men eplavelturnar standa enn spelknar.


»Bigelow og Blues Brothers«


Klokkan var farin av hálvgum tvey leygardagin 14. august 1999, nú vit komu oman til bygdar. Undir gongutúrinum var tað klárnað munandi, og hóast Tindur, Oyndafjarðarmegin, enn ikki hevði slept mjørkakloddunum, sást væl, at dapri spádómurin í SvF í gjárkvøldi, ikki fór at røkka norður hiðar. Í Dagsloki var í stuttum boðað frá, at leygardagin fór at verða vindur og regn um landi?


Longu væl áðrenn hátíðarhaldið byrjaði, vóru túnini tjokkað við bilum í eins føgrum litum og allar nýmálaðu húsagrundirnar í Hellubygd, og við norðurendan á bønhúsinum, móti Múlatindi og Jarðadalstindi, vóru teir hundraðtals gestirnir til reiðar; tey eldru sitandi í fyrstu røð.


Tað gelti eftirí Rættarhamri, tá vælleikandi, men stjórnarleysa, Hornorkestrið úr Fuglafirði setti hol á haldið, við marsjinum »Our Director« eftir F.E. Bigelow, og tað varð ikki minni keðiligt, tá orkestrið spældi »Everybody Needs Somebody« úr filminum, Blues Brothers. Tá Maurice Rayner síðani slapp framat við »Dingley Dell«, ja, tá svingaði á Hellunum?


Romantikkur í farnu øld


Eli Jensen, formaður í fyriskipingarnevndini á Hellunum, var til høvið farin í teinutan klædning. Hann bjóðaði eftir kátu byrjanina, øllum at vera vælkomnum, og ein serlig tøkk var sjálvandi til teir mongu gestirnar, ið høvdu 10 faldað fólkatalið í bygdini, eina løtu.


Hallbjørg Hansen, borgarstjóri í Fuglafirði, og harvið eisini politiskur oddafiskur á Hellunum, var í føroyskum klæðum, føðingardagin. Gjøgnum tráleysu mikrofonina ynskti hon hellufólki tillukku, og rósti teimum fyri tað stóra arbeiði tey høvdu gjørt fyri at hava alt so snotuligt til haldið. Nú vit hava havt besta summar í mannaminni, helt hon tað liggja væl fyri at ímynda sær, hvussu romantiskt tað hevði verið, tá ungu niðursetuhjúnini fyri 150 árum síðani, við nýføðingi undir arminum, fluttu í egin hús á Hellunum.


? Havast skal kortini í huga, at Janus á Kinn og Rakul úr Vági byrjaðu á berum. Tey noyddust at velta uppúr nýggjum, og vildi Janus á flot, noyddist hann fyrst til gongu til Fuglafjarðar; einsmallur bar ikki til at fara. Vit kunnu spyrja, hvussu unga konan, ið hevur verið nógv einsamøll í fjarskotnu bygdini, fekk tíðina at ganga. Óivað høvdu tey bæði næstan givið upp, tá tey høvdu verið einsamøll í bygdini í 10 ár, og annað húski umsíðir flutti til bygdar, segði borgarstjórin, ið gleddist um bókina um Hellurnar, ið ger nógv burturúr hesum bjartskygdu niðursetuhjúnum.


Tey ungu eiga framtíðina


Í hesum útjaðaradøgum, tekur politikari neyvan orðið, uttan at koma við onkrum vónríkum og eggjandi orðum til bygdafólk; og Hallbjørg er ongin undanstøkkingur í hesum høpi. Hon vónaði, at virksemið á fjørðinum fór at økjast sum fráleið og geva enn fleiri hondum okkurt at tríva í. Við hesum sipaði hon óivað til alingina á Oyndarfirði. Ferðavinnan varð eisini nevnd í hesum sambandi.


? Vaksandi ferðavinnan í oynni, fer vónandi eisini at vísa seg her um leiðir, so fólk kunnu fáa samsýning fyri sítt gestablídni, segði hon, og bjóða Kunningarstovuna í Fuglafirði fram í hesi menningarætlan.


Borgarstjórin á Hellunum! var kanska hin mest ítøkiligi røðarin undir øllum haldinum. Meðan ein slíkur 150 ára føðingardagur í av góðum grundum hevur lyndi at gerast afturlítandi, kom Hallbjørg Hansen við eini inniligari áheitan á unga ættarliðið.


? Tað er upp til tykkum ungu at avgera, um bygdini skal vera lív lagað?


Dúkurin fastur


Tað vóru elsta og yngsta fólk á Hellunum, sum í felag avdúkaðu listarverkið, ið Fuglafjarðar Kommuna hevur latið Frits Johannesen gera bygdini. Anna Jensen er úr triðja ættarliði í bygdini, og verður níti fyrsta dagin. Yngsti maður eitur Eliesar Eið, og er í sætta ættarliði á Hellunum.


Tey bæði royndu sum frægast at fáa listaverkið avdúkað, men tað vildi ikki rættiliga bera til, tí dúkurin var fastur. Tá avtornaði noyddist Elinbert Joensen úr Oyndarfirði upp á skýmliga bønhúsloftið at smoykja dúkin av gjøgnum gluggan, og tá klappaði fjøldin; bæði fyri listaverki og smidliga oyndfirðinginum.


Kristnitrúgvin týdningarmikil


Tað var Hallbjørg Hansen, borgarstjóri, ið vegna Fuglafjarðar Býráð, handaði bønhúsnevndini listaverkið, ið er ein framskorin hámynd úr betongi, sum ímyndar trý virkin fólk. Maður situr og rekjur línu, kvinna kemur niðanfrá lendingini, og annar maður kemur av heiði við leypi og skiftir orð við kvinnuna.


Sum tað sømir seg formanni í bønhúsnevnd, spruttu hugleiðingar Símunar Hans Johannesen, úr Bíbliuni. Við kjølfestu í hebrearabrævinum, minti hann fólk á at hava Vegleiðaran, sum altíð er hin sami, í huga. Gamli útróðrarmaðurin gjørdi nógv burturúr, hvussu stóran týdning kristnitrúgvin hevði havt á Hellunum, sum miðskeiðis í øldini var útróðrarbygd burturav. Hann takkaði at enda Hallbjørg Hansen fyri røðu og listaverk, eins og listamaðurin, Frits Johannesen varð róstur fyri stóra og vakra verkið.


»Trý eru nøkur«


Listamaðurin sjálvur, segði, at íblásturin til minnisverkið um niðursetufólkini á Hellunum var sprottin úr orðunum »tey byggja land, ið liva«.


? Tey, ið settu búgv her á Hellunum í farnu øld, livdu og bygdu land. Tey vóru fá, men at enda vóru tey kortini nøkur. Tað hevur verið strævið og eitt tógvið stríð at koma undan her á staðnum. Tey livdu av haga, bøi og sjógvi, og tað eru hesi, ið eru avmyndaði á myndini. Í listini er »eitt« bara eitt; tvey eru tvey; men trý eru nøkur, segði listamaðurin, og sipaði til tey trý á myndini, sum í óendaligum stríði royna at lívbjarga sær á Hellunum.


? Onkur kundi kanska hildið, at nú talan er um bønhús, átti myndevnið at veri bíbilskt. Jú, meira enn so. Men niðurseturfólkini á myndini hava havt kristindómin við sær, í øllum leikum; og tískil er hetta eisini ein partir av kristnilívinum, segði Frits Johannesen.


Hámyndin er stór, 3,8 metrar til longdar, góðar tveir breið og 17,5 sentimetrar djúp. Kortini sýnist hon ikki ógvuslig, tí hon tykist at vera partur av stoypta bønhúsvegginum. Hon vigar 3 tons, og er stoypt á elementvirkinum Gjógv, í formi sum er gjørdur á AWI í Runavík.



Eftir røðuna hjá Frits Johannesen, spældi Fuglafjarðar Hornorkestur »Einki er sum summarkvøld?«, og hugnaløtan uttandurða endaði við, at tjóðsangurin varð sungin.


Tvær bókaútgávur


Tey umleið 500 fólkini fóru síðani eftir tørni í tjaldið at fáa sær ein kaffimunn. Undir kaffiborðhaldunum báðum, sang Fuglafjarðar Manskór "Úr øllum ættum koma vinda« og »Dýrd á vík og vág«. Síðani fór ein stolt Helena Samuelsen, ið hevur skrivað bókin um niðurseturbygdina, Hellurnar, á pallin at leggja fram drúgva verkið, sum Fuglafjarðar Býráð gevur út. Eisini varð eitt hefti við staðarnøvnum í sóknini givið út. Ætlandi verður ein størri staðarnavnabók givin út sum frálíður.


Fuglafjarðar Manskór endaði við sáminum »Jesus til várt sálargagn«, men hóast sálmin, ið vanliga verður sungin undir jarðarferð, helt veitsluhaldið fram á Hellunum.


Kvøldseta og bál


Tríggjar framsýningar lótu upp eftir kaffimunnin í tjaldinum. Jústinus og Poula Eidesgaard lótu upp dyrnar í fyrstu húsunum á Hellunum, sum tey hava sett í stand og nú búgva í. Millum nógv annað áhugavert, stendur rokkurin hjá bygdarmóðurini, Rakul, enn í roykstovuni.


Í pakkhúsinum vórðu einar 200 gamla myndir sýndar fram, og í húsunum undir Hæddini var eisini framsýning. Har vórðu 30 listaverk hjá 6 listamonnum við ættarbondum í bygdini, sýnd fram.


Eftir náttverðan, sum eisini var í tjaldinum, var skipað fyri drúgvari kvøldsetu við yrkjaranum og boheminum, Peturin Jensen, og tónleikarunum Sámali Ravnsfjall og Karl Martini Samuelsen. Seinni kyndu hellufólk bál, og tá logar og neistar á miðnátt toygdu seg móti dimma summarhválvinum, endaði stórbæri hátíðardagurin á Hellunum.