Fyrsti kappingardagurin varð koyrdur í Klaksvík í allar fagrasta summarveðri, og betri byrjan til Statoil kring Føroyar kundi TSF ikki ynskt sær.
Fyrsti teinur er ein 4 km einkultstartur, nevndur ein prologur. Allar størru kappingarnar sum fevna um fleiri dagar, byrja við einum styttri teini, ið er nevndur ein prologur. Endamálið við hesi kappingini er partvís at vísa allar luttakararnar fram og partvís at finna fram til hvør skal hava bláu troyggjuna. Oftast er prologurin ein einkultstartur, har hvør einstaki súkklarin verður sleptur avstað einsamallur við einum minutti til viðkomandi ið er frammanfyri og aftanfyri. So ræður bert um at súkkla so skjótt sum gjørligt, tí støðan er ikki greið fyrr enn øll eru komin á mál. Ymiskt er, hvussu væl súkklarum dáma einkultstartir, og serliga so stuttir sum hesin teinurin er. Okkara fremsti einkultstartsúkklari er Rógvi Johansen og hann vildi uttan iva gera hvat hann kann fyri at fáa mun niður til hini á hesum fyrsta teininum. Tó kundi munurin ikki blíva tann stóri, tí at teinurin er so stuttur.
31 luttkarar luttóku í kappingini sum var avgreidd í øllum góðum burtursæð frá, at heldur nógv ferðsla var. Stórur spenningur var um úrslitið. Eftirsum teir sterkastu byrjaðu síðst, var allatíðina óvissa um endaliga úrslitið, tá tíðin støðugt varð sligin. Eina góða løtu sá tað út til at ein av dønunum fór við sigrinum, men sum væntað varð tað Rógvi ið hevði mestu ferðina við 26 sekundum til næsta mannin, sum varð Keld Petersen, ið væntandi fer at gera nógv um seg á Statoil kring Føroyar. Triði maðurin varð Jens Tousgaard, so sjálvt um ein føroyingur vann kappingina, er ágangurin frá gestunum eisini stórur. Sostætt verður uppgávan hjá Rógva at verja støðu sína og hinir fara uttan iva at royna at fara frá honum í føllunum.
Teinurin hósdagin er í Eysturoynni, sum við 104 km er fyrsti langi teinurin á runtuni. Hesin teinurin verður súkklaður sum samlaður startur, t.e. øll byrja í senn. Hetta ger, at kappingin verður meira taktisk, soleiðis at skilja at tað ikki bert styrkin hjá tí einstaka sum ger seg galdandi men eisini evnini til at brúka møguleikar í kappingini, t.d. fjøll, omankoyringar, sving, osfr.
Koyrt verður úr Norðskála norður móti Eiði, niðan á Eiðisskarð, oman móti Funningi, inn í Funningsbotn, eystaru megin Skálafjørðin, niðan á Gøtueiðið, gjøgnum Leirvíksbergholið, efter gamla Leirvíksvegnum, oman í Gøtudal, niðan á Gøtueiði, út til Runavík, móti Toftum, runt Agnið og aftur til Runavíkar, har ein rundteinur í Runavík verður súkklaður seks ferðir. Serliga spennandi partarnir á hesum teininum eru Eiðisskarð, Gøtueiðið og tey seks umførini í Runavík. Byrjað verður á Norðskála kl. 16.00 og súkklararnir kunnu væntast at vera í Runavík kl. gott 19.00.
Meðan stórstu vónirnar í Klaksvík vóru settar til Rógva Johansen, verður tað væntandi Bogi Kristiansen og t.d. Keld Petersen sum fara at gera um seg á næsta teininum, sum altso bleiv koyrdur í gjárkvøldið (hósdagin).
NavnNr.LiðTíð
1. Rógvi Johansen3CAA7:17
2. Keld Petersen4CCG7:33
3. Jens Tousgaard5FIX7:34
4. Bogi Kristiansen1CCG7:42
5. Peter S. Olsen9CCG7:42
6. Brian Lykke Bistrup6CCG7:46
7. Gunnar Dahl-Olsen8TSF7:46
8. Peter Villumsen18CCG7:48
9. Ole Byriel23CAA7:55
10. Niels Jakob Thomsen20CCG7:55
11. Jóhann Brend12TSF8:02
12. Sverri M. Edvinsson11TSF8:08
13. Kenneth Gormsen7CCG8:10
14. Páll Didriksen14TSF8:10
15. Frank H. Andersen10CAA8:15
16. Eyðun Bærentsen26TSF8:19
17. Beinir Rasmussen21TSF8:29
18. René Palm16CAA8:31
19. Esmar Joensen17TSF8:33
20. Kjartan Egholm15TSF8:34
21. Ísak Sambleben31TSF8:36
22. Christian Guttesen19TSF8:44
23. Melina Rasmussen13CCG8:47
24. Evald Rasmussen24TSF8:47
25. Eyðun Poulsen22TSF8:51
26. Kári Simonsen2TSF8:53
27. Rud Holm Olesen29CCG9:03
28. Kjeld Jensen25TDC9:05
29. Søren Sellebjerg27CCG9:12
30. Jón Ellingsgaard30TSF9:22
31. Egil Rasmussen28TSF9:27










