Spennings­røðin Tinga­nes vald til TV Drama Vis­i­on í Göte­borg

Føroyar undir hybrid álopi: Føroysk spenningsrøð vald til TV Drama Visionn í Göteborg Film Festival í januar

Politiska spenningsrøðin Tinganes er hesa vikuna kunngjørd sum ein av 15 nýggjum evropeiskum sjónvarpsverkætlanum, ið eru úrvaldar til framløgu undir TV Drama Vision skránni á Göteborg Film Festival í januar 2026.

 

TV Drama Vision er ein av týdningarmestu vinnupallum fyri sjónvarpsdrama í Norðurlondum og Evropa og markerar í ár sítt 20-ára jubileum. Skráin í ár leggur dent á altjóða samframleiðslu, nýggjar vinnuleiðir, burðardygga framleiðslu, IP-menning og framtíðina innan sjónvarpsdrama sum heild.

 

Av teimum 15 úrvaldu verkætlanunum eru átta norðurlendskar og sjey evropeiskar, úr m.a. Týsklandi, Fraklandi, Spania, Belgia, Lettlandi, Ukraina og Póllandi.

 

Føroyska spenningsrøðin Tinganes tekur støði í politisku samtíðarskaldsøguni “Vit, Føroya fólk” eftir Bjørk Mariu Kunoy eins og íblástur frá veruleikanum. Hon fevnir um 6 partar á 45 minuttir og sameinir sonevndu ‘Nordic noir’ sjangruna við bretskt ‘espionage drama’/spióndrama. 

 

Í sambandi við úttøkuna skrivar altjóða vinnublaðið Variety:

 

“Í politisku dramarøðini Tinganes, sum er staðsett í Føroyum, setur høvundurin og framleiðarin Torfinnur Jákupsson (Trom) fokus á sjálvræði í eini tíð við strangum eftirliti, og hvat hendir, tá eitt lítið land verður fremsta hermót fyri heimsins stórveldi.”

 

Verkætlanarlýsingin gevur somuleiðis innlit í søguna:

 

“Tá eitt hybrid álop ger Føroyar til nullpunktið fyri eitt nýtt arktiskt kalt kríggj, má fyrrverandi bóndin og nú løgmaður Magnus Tindhólm halda kós í einum vaksandi stormi við njósnaravirksemi, villleiðing og sviki í stríðnum fyri sjálvræði, har hvør sameindur hevur eina fjalda dagsskrá.”

 

Torfinnur Jákupsson hevur ment røðina og skrivað handritið, og framleiðir hann røðina saman við Jón Hammer undir føroyska framleiðslufelagnum GRÓ Studios í samstarvi við bretska systurfelagið Red Herring Story. Saman vóru teir føroyska drívmegin handan fyrstu føroysku sendirøðina, altjóða krimihittið TROM. 

 

“Tinganes snýr seg partvíst um stilla støðuga trýstið, sum fylgir við, tá ið onnur bjóða sína hjálp sum áhugapartar. Tað er ein politisk spenningsrøð um sjálvsavgerðarrætt, eftirlit og tigandi spenningin millum sameind,” greðir Torfinnur frá. 

 

“Tað, sum ger Tinganes serstaka sum røð, er sjónarhornið. Søgan snýr seg um tey sameindu heldur enn fíggindan. Tað er eitt geopolitisk drama úr einum av heimsins minstu londum, sum nú spælir ein avgerandi leiklut í eini alsamt meiri týðandi arktiskari søgu.”

 

Hann leggur afturat:

 

“Í røðini er politiski veruleikin er bæði bygdasligur og stórfingin um somu tíð. Tað er ein tíðarhóskandi røð, sum endurspeglar ein broyttan geopolitiskan veruleika í dag, har smátjóðir sum Føroyar hava fingið alstóran strategiskan týdning. Tað kennist tí eisini sum júst rætta løtan at siga hesa søguna.”

 

TV Drama Vision verður 27.–28. januar 2026, har røðin verður løgd fram fyri altjóða samframleiðarum, sendistøðum og møguligum samstarvspørtum.

 

Røðin er stuðlað av Filmsgrunninum, Tórshavnar kommunu, Betri Filmsstuðul og Eysturkommunu.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

-