40 russisk skip afturat á svartalista hjá ES

ES hevur sett 40 skip afturat á svartalista

Russisk skip í Havn. ES hevur nú sett 40 russisk skip afturat á svartalista

Tað segði uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, á tíðindafundi eftir uttanríkisráðharrafundin í dag.

– Skuggaflotin hjá Russlandi veitir reiðan pening til Russlands. Tað vilja vit skerja. Tí seta vit 40 skip afturat á sanktiónslistan, og framyvir fara vit at seta sanktiónir í gildi rullandi hvønn mánað, sigur Kaja Kallas.

 

Russisk skip í Havn. ES hevur nú sett 40 russisk skip afturat á svartalista