Kalvayngul gonguferð og fyltur lundi

Almenna vitjan Poul Nyrup Rasmussens, forsætisráðharra, hevur rættiliga verið ein ferð, har hann hevur fingið høvi til at vitja land og fólk

Fiskaaling við Áir, Lónna í Saksun og Kunningarstøðina í Nólsoy.

Hesi vóru støðini, forsætisráðharrin vitjaði mánadagin.

Umframt at frúan, Lone Dybkjær, eisini fekk høvi at síggja Vesturkirkjuna.

So tá fylgið steig í land av Thorshavn í Vágsbotni um hálvgum ellivu tíðina mánakvøldið, kundi forsætisráðharrin av sonnum takka fyri ein frálíkan túr.


Politisk sabotaga

Nakað fyri middag rullaði Tora oman brekkuna við Fiskaaling við Áir.

Men strilti gekk at fáa vent og sleppa inn á sjálvt parkeringsplássið.

Tað vísti seg, at tann til vitjanina uppsetta flaggstongin stóð soleiðis fyri, at ikki var pláss hjá stóra bussinum at venda.

Sabotaga helt onkur skemtandi fyri. Danski forsætisráðharrin má dvína fyri Merkinum. Og á vitjan hjá felagi, hvørs nevndarformaður eitur Hoydal.

Men úr bussinum komu forsætisráðharrin og tey, sum fylgdust við honum.

Stjórin á Fiskaaling, Símun Joensen, og nevndarformaðurin, Kjartan Hoydal, tóku ímóti og søgdu frá virkinum hjá Fiskaaling.

Eftir ein kaffimunn varð farið inn á sjálva alistøðina.

Men slík støð eru skjarlig. Ansast má ótrúliga væl eftir smittu, so har slapp ikki hvør sum helst við.

Forsætisráðharrahjúnini og myndamaðurin.


Saksun

Næsti steðgur var í Saksun.

Oman fyri kirkjuna stóðu Lars Gunnar Dahl Olsen, bygdarráðsformaður, og Eilif Samuelsen, frítíðarsaksuningur, og tóku í móti gestunum.

Farið varð oman í kirkjuna, har Eilif Samuelsen greiddi frá.

Mikið veit hann, og væl dugir hann at tosa.

Fremmandu gestirnir fingu bæði langa og nágreiniliga frásøgn um alt, sum nakað var at frætta frá yvirhøvur.

Umtrent hvør sperra hevði sína áhugaverdu søgu.

Úr kirkjuni varð farið gongutúr út á Lónna. Eisini við Lars Gunnari og Eilifi sum ferðaleiðarum.

Og tað var enn sum áður, at teir vistu nógv at siga frá, so ikki gekk altíð so skjótt, at koma fram.

So vóru tað staðarnøvn. Ella søgnina um harða kyndilsmessu, tá Saksun fyltist við sandi eftir einari nátt. Onkur laksur, sum gekk í einumhvørjum hyli, skuldi skoðast.

Og soleiðis gekk tað allan vegin.

Nú turkur at kalla hevur verið, er áin sera lítil, og tí sleppur fiskurin ikki niðan í vatnið. Og tað sást aftur á Pollinum, har fleiri laksar sóust loypa.

Men út á Lónna kom fylgið kortini.

Onkur av embætisfólkunum hevði trivaligan rygsekk við, og tá komið var heilt út, varð farið at pakka út. Og úr kom ein pakki við ábiti fyri, og annar eftir.

Eilif helt, at ov mikið lotaði, so hann leitaði fram eitt frálíkt pláss við góðum skáa. Og so allur riðilin at trognum.

Og tá liðugt var, varð alt koyrt aftur í ruskposar og borið heimaftur við, sum tað sømir seg røttum útferðarfólki.

Men tað var ikki liðugt so kortini. Tí tá liðugt var at eta á Lónni, beyð bygdarráðsformaðurin øllum fylginum heim til ein kafimunn.


Lone i kirkju

Frú Lone Dybkjær vildi sleppa at sígja Vesturkirkjuna, og tað høvið beyðst eftir Saksunartúrin.

Komin aftur til Havnar, varð farið í kirkjuna, har prestarnir báðir, Heri Joensen og Bergur D. Joensen, tóku í móti.

Bergur Debes Joensen vísti runt og greiddi frá krkjuni innan.

Vesturkirkjan er rímuliga nýggj kirkja. Vígd í 1975. Hon er moderna og sera einføld í sniði. Tó vøkur og hugnalig. Ljós og rúmlig.

Í sínum einfalda sniði tó sera symbolsk.

Vit eru í teirri nógv brúktu samanberingini við víngarðin, har ljósakrúnurnar hanga sum vínberjatyssi niður úr loftinum.

Doypifonturin ímyndar trýeindina. Og parædikustólurin, sum eisini er trýbýttur, ímyndar ta opnu bókina, Bíbliuna, sum prestur lærir úr.

Ein bein grótpláta framman er ryggurin, meðan tær báðar síðurnar eru tann upplætna perman, sum prestur so stendur inni í og lærir úr.


Lundar í Nólsoy

Um kvøldið var forsætisráðharrin við fylgi sínum á vitjan í Nólsoy.

Bygdarráðið við Marner á Skúr, bygdarráðsformanni á odda, tók ímóti.

Og vit vita, at:

»Nolsinge kan man lide på, de ej monne tiden spilde.«

Og sanniliga høvdu teir ikki ligið á latu síðuni.

Væl hevði Ovastevna verið um vikuskiftið, men nólsoyingar prógvaðu, at teir vita, hvussu ein tekur anstendiga móti einum forsætisráðharra.

Flaggstengur við Merkinum og Dannebrog aðruhvørja ferð fram við allari bryggjuni. Perurnar frá stevnuni hingu framvegis uppi. Uppi í bygdini flaggaði á hvørjari stong.

Og nógv fólk var komið oman at taka ímóti.

Frú Lone Dybkjær fekk, í besta drotningarstíli blómutyssi handað frá fittari smágentu í føroyskum klæðum.

Í vælkomst røðu síni segði Marner á Skúr, bygdarráðsformaður millum annað, at nú fleygatíðin júst hevði verið upp á tað hægsta, var rímiligt, at forsætisráðharrin eisini hitti nakrar lundar.

Og tað vóru fyrst teir útstappaðu heima hjá Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappara.

Ein sera hugnalig og skemtilig løta, har forsætisráðharrahjúnini við áhuga lýddu á og skemtaðu sær óført.

Á veg til útstapparan varð tó fyrst vitjað í savninum við Brunn.

Ein sera áhugaverd vitjan í húsum, sum fornminnisfelagið í bygdini við sera stórum hegni og hepni hevur varðveitt.

Av sonnum eitt megnarverk, sum nólsoyingar kunnu vera stoltir av.

Men lundar eru til annað enn at stappa út. Teir kunnu so sanniliga eisini etast. Og nólsoyingar vístu við sera stórum blíðskapi, at teir eisini duga væl at viðgera lunda. Bæði »kaukaðan« við fyllu og stoktan við »saus«. Har varð einki spart.

Forsætisráðharrin helt eina góða og skemtiliga talu fyri vertunum, og bygdarráðsformaðurin í Nólsoy svaraði aftur við eini talu, sum avgjørt einki stóð aftan fyri ta hjá Nyrup.

Eitt sera hugnaligt og stuttligt borðhald við ektaðum, føroyskum gestablídni.

So stórum, at donsku gestirnir fleiri ferðir á veg inn aftur til Havnar tóku til tað.