Sum fyrr lýst í bløðunum so hevur ?Grindamannafelagið? aðalfund í Norðurlandahúsinum leygardagin tann 8. apríl klokkan 14.00. Fundurin er almennur ? øll eru vælkomin at líða á og seta fram spurningar um [...] Býtið Á hvørjum ári hevur felagið havt útlendskar og føroyskar gestarøðarar við. Í ár eru gestarøðarnir Sjúrður Hansen, lærari á Argjum og Leivur Hansen, býraðsformaður úr Havn. Evnið hesaferð er grindabýtið [...] verið eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um, har felagið hevur verið við sínum kunnandi fundum. Og í ár hevur felagið so havt tað sum eitt beinleiðis punkt á skránni á sínum kunningarferðum. Nógv hevur
taka stig til at reisa málið í tinginum. Hann sigur, at málið hevur verið uppi í samgonguni, men higartil hevur niðurstøðan verið, at løgtingið eigur ikki at leggja seg upp í. ? Men nú eru vit komin hartil [...] viðhald í øllum. Men fyrsta treytin má verða at fáa greiði á, hvussu langt partarnir eru komnir í samráðingunum og, hvat teir eru samdir um. ? Og sjálvandi skulu lærararnir hava tey 6,5 prosentini í lønarhækking [...] Í gjáramorgunin vóru enn ongi tekin um, at ein loysn á læraraverkfallinum var í eygsjón, tað nú eru fimm vikur síðani, at teir sáttmálasettu lærararnr løgdu arbeiðið niður. Og nú heldur Jógvan á Lakjuni
teimum upp í hendi. Føroya Lærarafelag kann sjálvsagt ikki góðtaka, at sama lóg, sum sett er í gildi í Danmørk, og sum har gevur lærarunum 4 tímar í niðurskurði um vikuna, einki skal geva í Føroyum. Tað [...] samráðingum, og hevur tí helst ikki havt tíð at kunna seg um, hví Lærarafelagið er í verkfalli. Í staðin er hann farin upp í politiska kórið, sum bara dugir ein sang, ?6,5 % og øll verða glað?. Heilt serlig [...] tíverri í skugganum av øðrum stórmáli. Samráðingarnar við danir eru á skránni, og verkfallið er tí sett nakað til viks, og tað er nú ikki so løgið. Tað er sjálvandi spell, halda vit, sum eru í verkfalli
Í seinasta blaði umrøddu vit nøkur forrit, sum vit í okkara gerandisdegi kunnu brúka telduna til. Talan var um teksviðgerð, rokniark, datagrunnar, myndaviðgerð, forriting og prenttilgerð. Vit halda fram [...] fram í hesum blaðnum at viðgera undirhald, undirvísing, Internet og multimedia. Undirvísing og undirhald Ein telda kann vera góð til undirvísing. Teldurnar í dag eru so lættar at brúka, at sjálvt smábørn [...] avtaluni betalir man eitt fast mánaðargjald, sum í løtuni er kr. 70,00. Harafturat kemur so Internettaksturin sum er fyri hvørt minut tú brúkar Internetið. Í løtuni er hesin takstur 30 oyru fyri minuttin
varð eingin støða tikin til semingsuppskotið, sum komið er í trætuni millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið. Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at nevndin framman undan fundinum [...] stongt. Nevndin í Føroya Lærarafelag hvur latið fult og heilt upp til limirnar at avgera, hvussu teir atkvøða. Tey hava hvørki mælt til ella frá. Tosað hevur verið um hugtakið ársverk í samband við sáttmálan [...] Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag. Og tað er hvat ársverk, talan er um, ósemjan stendur. Elsa Birgitta Petersen sigur, at hon veit, at onkur lærari tekur undir við semingsuppskotinum
síggja hann heima í dýrdini, heima hjá Guði og einglunum. Heima í frelstum snjóhvítum skara, skara teirra, ið hava tvigið klæði síni rein í lambsins dýrabæra blóði. Vit fara at liva í Guðs ríki og møta [...] steinurin varð veltur frá, og kvinnurnar fóru inn í grøvina. Har sóu tær ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Maðurin í teim hvítu klæðunum var ein eingil Harrans. Hann [...] nívandi spor eftir seg. Tað er lív, ævigt lív í Guðs ríki. Vit fara at liva, liva um ævir í Guðs æviga himmalska ríki! Tað verður sum við hveitikorninum, ið fellur í jørðina og doyr. Tað doyr, og við at doyggja
mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi [...] bólkinum, ið hevur gjørt mentanarálitið. Hann segði í røðu síni í gjár, at bólkurin hevur lagt seg eftir at tikið ymsu greinarnar av mentanini í høvuðsstaðnum við í álitið og síðani gjørt niðurstøður á einstaku [...] trúarlívið í sær sjálvum er ein so stórur partur av mentanini, at hetta nærum krevur eitt álit í sær sjálvum. Skrivarin í bólkinum nam eisini við samanhangin millum sosialpolitikk og mentanarpolitikk. Í hesum
so hevur hann ikki verið í gjøgnum pensum í eitt nú rokning. Komandi skúlaár verður tað nýggj roknibók, sum brúkast skal. Hon byggir á tað, børnini lærdu - ella áttu at lært - í triðja flokki. Men tá eitt [...] vanliga undirvísing, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. So kundi árskarakterurin verðið nýttur í próvnum ístaðin, sigur hann. Skúlagongdin hevur verið so óreglulig, at tað heilt [...] gingið og hugsað um próvtøku og ikki eru sloppin í skúla, eru heilt givið verri fyri. Her hugsar hann serliga um teir næmingarnar, sum skulu til endaliga roynd í framhaldsdeildini. Tey hava heilt einfalt ikki
Í Heyst fóru Havnar Sjónleikarfelag og Tórshavnar Kvøld-Ungdómsskúli í felag undir sjónleikarskúla fyri børn í Havn. Hetta var eitt tiltak, har ætlanin var var bjóða øllum áhugaðum børnum frálæru í leiklist [...] Allar hinar verurnar í skóginum fylgja honum og í leikinum fer orkestur at spæla við einføldum ljóðførum. Atgongumerkini kosta 30 krónur og tey eru at fáa í Kunningarstovuni og í Sjónleikarahúsinum. [...] hevur verið lærari í pallsmíði. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósinum. Tað, sum børnini fara at spæla, eru fyrst ein leikur, sum er gjørdur eftir søgum, sum V.U. Hammersheimb hevur skrivað. Í hesum leikinum
mánakvøld í summar fer Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri súkkluvenjing fyri børn og ung. Byrjað bleiv 1. mai og venjingin heldur fram til síðst í september mánað. TSF brýtur nú upp úr nýggjum, og fer í summar [...] ganga í 3. flokki fyri at venja við súkklufelagnum. Hetta fyri at trygdin skal vera sett í hásæti. Tórshavnar Súkklufelag hevur sett ítróttalæraran Evald Rasmussen sum venjara. Evald hevur súkklað í fleiri [...] fleiri ár, og í sínum dagliga arbeiði sum lærari og ítróttarlærari hevur hann havt nógv við børn og ung at gera. - Vit fara við góðum treysti undir hetta tiltak, og vit í súkklufelagnum vóna, at hetta tiltak