Tá ið ósemja er millum tveir partar, er torført hjá fólki, sum ikki hava nakað við trætuna at gera, at vita hvør hevur rætt, og hvørjum hildið skal verða við. Í so máta er hetta málið einki undantak, og at trætan er um so viðbrekið mál sum tíð, ger fløkjuna mestsum ómøguliga at greiða. Nógv fólk, ið halda seg vita, hava sagt sína hugsan, og nú hevur Føroya løgmaður eisini sagt nøkur ?vísdómsorð?.
Løgmaður ikki tíð
Læraraverkfallið er tíverri í skugganum av øðrum stórmáli. Samráðingarnar við danir eru á skránni, og verkfallið er tí sett nakað til viks, og tað er nú ikki so løgið. Tað er sjálvandi spell, halda vit, sum eru í verkfalli. Løg-maður er ógvuliga bundin av hesum samráðingum, og hevur tí helst ikki havt tíð at kunna seg um, hví Lærarafelagið er í verkfalli. Í staðin er hann farin upp í politiska kórið, sum bara dugir ein sang, ?6,5 % og øll verða glað?.
Heilt serlig støða
Vekfallið snýr seg ikki um løn, men um tíð, sum sjálvandi fer at kosta landskassanum nakað. Og at siga at henda tíðin ikki eigur at vera uppi í sáttmálasamráðing eru púra rætt. Sáttmálasamráðingar eiga at vera um løn, eftirløn, frítíð o.tl. Men tað er púra óhoyrt á t.d. privata arbeiðsmarknaðinum at siga við starvsfólk, at tey nú brádliga skulu loysa einar 10 nýggjar uppgávur, og tí arbeiða 5 tímar meira um vikuna, men lønin skal vera tann sama. Tað verður nú sagt við lærararnar, tí í nýggju fólkaskúlalógini eru fleiri nýggjar uppgávur, ið krevja meiri tíð. Starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum høvdu kanska gingið undir at arbeitt yvir, men tað kunnu lærarar jú ikki. Næmingarnir fáa frí um 3 tíðina, og tí kann ein lærari ikki undirvísa til kl. 5, hevði hann havt hug til tað.
Tí er einasta loysnin hjá okkum, nú vit hava fingið nógv meira at gera, at skarvað verður av aðrastaðni. Undirvísingartíðin má lækkast úr 27 tímum um vikuna. Hvussu langt niður undirvísingartíðin skal, er so tað, partarnir mugu samráðast um. Umframt sjálva undirvísingartíðina er so eisini spurningurin um t.d. savnsrøktina. Hetta arbeiðið hava lærarar higartil gjørt ókeypis. Her mugu lærarar so taka í egnan barm og viðganga, at sjálvgjørt er vælgjørt. Lærararnir kundu bara havt latið vera at tikið sær av t.d. smíðstovuni fyri einki. So hevði smíðstovan farið í hundarnar, og so kanska onkur fólkavaldur hevði vaknað. Tað ber bara ikki til hjá skapandi menniskjum at arbeiða í niðurslitnari stovu, og tað hava myndugleikarnir gjørt sær dælt av.
Anarki?
Um anarki verður í orðabókini m.a. sagt, at tað merkir stjórnarloysi. So aftur her hevur løgmaður púra rætt. Talan er um anarki, tí stjórnin - landstýrið og løgtingið ikki megna at útinna tað arbeiði, fólk hava latið teimum upp í hendi. Føroya Lærarafelag kann sjálvsagt ikki góðtaka, at sama lóg, sum sett er í gildi í Danmørk, og sum har gevur lærarunum 4 tímar í niðurskurði um vikuna, einki skal geva í Føroyum. Tað verður sagt um okkum føroyingar, at vit eru óførir, men máti skal nú vera við.
Føroya Lærarafelag tekur sjálvsagt ikki undir við anarkii, og ongum lærara dámar, at vit mugu berjast fyri lógini, sum vit gera. Lógin hevur fingið drúgva politiska viðgerð og er samtykt. Vit duga at síggja, at nýggja lógin er betri enn tann gamla, og vit vilja tí ikki hoyra talan um at fara aftur til gomlu fólkaskúlalógina.
Eitt líknilsi
Trætan kann berast saman við at keypa ein nýggjan bil upp á borg. Vit brúka bilin, sum okkum lystir, og hann roynist væl betur enn gamli bilurin, og í honum rúmast nógv fleiri enn í tí gamla. Men nú skal nýggi bilurin gjaldast, og tá er hugurin brádliga burtur. Kanska tann gamli, trongi bilurin nú ikki var so galin kortini. Hann kom so fram.
Sama kann sigast um gomlu fólkaskúlalógina, tí næmingarnir lærdu at lesa og skriva. Nógvir av hesum næmingunum eru eisini komnir langt, og ráða nú fyri borgum. Men nógvir duttu eisini burtur ímillum. Nýggja lógin byggir á gomlu lógina, men gagnar tí einstaka næminginum nógv betur. Sostatt skuldu nógv fleiri næmingar, bæði teir, sum eru væl fyri, og teir, sum eru ikki so væl fyri, fingið avbjóðingar, og kunnað menst og seinni styrkt samfelagið.
Framtíðin
Politikarar skulu tryggja góð viðurskifti í framtíðini. Vit mugu ikki enda aftur í 80-árunum, sigur løgmaður. Vit mugu vóna, at 80-árini lærdu okkum okkurt, og at vit ikki gera somu mistøk aftur. Men tað er tó løgið, at vit kunnu avskriva lán hjá rækjutrolarum fyri einar 50 milliónir, men vit kunnu ikki gjalda fyri góðan skúla, tí tað er at fara aftur í 80-árini!
Framtíðin er rækjutrolarar, aling og kt-tøkni, men mest av øllum er framtíðin ungdómurin. Skúlin skal tryggja øllum hesum ungu mennandi og gott umhvørvi. Líkamikið hvussu viðurskiftini eru heima, og hvussu evnini eru. Tey virði, sum tá kunnu koma burtur úr, kunnu als ikki verða borin saman við fiskastovnar ella annað. Tí mugu menn sum Anfinn Kallsberg fáast at skilja, at tað eisini er her, íløgurnar skulu verða gjørdar.
Hetta skúlaárið er nú av álvara farið at halla, og eg vóni, at vit kunnu fara undir nýggja skúlaárið og vita, at nýggja fólkaskúlalógin er fingin undir land við øllum tí, sum hon krevur. Eingin sigur, at alt skal fáast at virka beinanvegin, men tíðarfreist skal verða sett á nú. Fyrrenn tað er gjørt, er ikki grundarlag at fara aftur í skúla.
Magnus Tausen
sáttmálasettur lærari