Í Heyst fóru Havnar Sjónleikarfelag og Tórshavnar Kvøld-Ungdómsskúli í felag undir sjónleikarskúla fyri børn í Havn.
Hetta var eitt tiltak, har ætlanin var var bjóða øllum áhugaðum børnum frálæru í leiklist.
Síðani hava tríggjar bólkar av børnum í aldrinum 7-13 ár møtt til leikvenjing eina ferð um vikuna.
Lærari og leikstjóri hevur verið Hedvig Westerlund.
Og nú fer at bera til hjá almenninginum at síggja fruktirnar av hesum arbeiði.
Nú fara hesir ungu sjónleikaranæmingar at spæla tríggjar leikir í Sjónleikarhúsinum í Havn. Framførslurnar verða leygardagin, 6. mai, sunnudagin, 7, mai og týsdagin 9. mai.
Allar dagarnar verður spælt klokkan 17.
Pallmyndina hevur Anna Maria Dahl gjørt, umframt at hon eisini hevur verið lærari í pallsmíði.
Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósinum.
Tað, sum børnini fara at spæla, eru fyrst ein leikur, sum er gjørdur eftir søgum, sum V.U. Hammersheimb hevur skrivað.
Í hesum leikinum sovnar lærarin í skúlanum og sagnirnar í dreymaverð hansara koma til sjóndar, eitt nú Gívrinar Hol á Sandi, og gásadalsmaðurin í huldubátinum.
Síðani er tað ein leikur eftir søgum, sum Jakob Jacobsen hevur skrivað, m.a. søgan um Kjøl á Nesi og huldusystrarnar við Fjallavatn
Og triði leikurin er ?Pan, ella skapanin av tónleik-ein fantasi í skaldskapi, rørslu og tónleiki?, sum Ruth Mandel hevur skrivað og Pauli Hansen hevur týtt.
Í hesum leiki hugsa børnini sær, hvussu Pan úr griksku gudalæruni evnaði tað allar fyrsta ljóðførið til. Allar hinar verurnar í skóginum fylgja honum og í leikinum fer orkestur at spæla við einføldum ljóðførum.
Atgongumerkini kosta 30 krónur og tey eru at fáa í Kunningarstovuni og í Sjónleikarahúsinum.