Tað hevði verið rættari at brúkt ta tíðina, sum annars skuldi farið til royndir, til vanliga undirvísing, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. So kundi árskarakterurin verðið nýttur í próvnum ístaðin, sigur hann.
Skúlagongdin hevur verið so óreglulig, at tað heilt greitt er gingið út yvir førleikan hjá næmingunum, sigur skúlastjórin á Venjingarskúlanum. Tí er tað nógv skilabetri at brúka alla ta tíð, sum fáast kann, til vanliga undirvísing. Tað verður ivaleysa ringt at fáa rættað næmingarnar upp aftur moralskt kortini, heldur hann.
Niels Nattestad sigur, at hann væntar ikki, at tað verður fult so ringt hjá teimum yngstu næmingunum. Men tey, sum hava gingið og hugsað um próvtøku og ikki eru sloppin í skúla, eru heilt givið verri fyri. Her hugsar hann serliga um teir næmingarnar, sum skulu til endaliga roynd í framhaldsdeildini. Tey hava heilt einfalt ikki fingið ta vitan, sum skal til.
»Tí er tað skilagott at brúka tíðina til undirvísing og so bara seta árskarakterin í próvskjølini«, sigur Niels Nattestad.
Hann heldur, at nógv er farið fyri skeyti, sum ikki kann bjargast aftur. Ein partur kann tó fáast innaftur, um farið verður aftur í skúla beinanvegin, og øll tíð fram til endan á skúlaárinum verður brúkt til undirvísing.
Børnini fara helst eisini at merkja hesa støðuna, verið hevur, komandi skúlaár. Taka vit til dømis ein triðja flokk, so hevur hann ikki verið í gjøgnum pensum í eitt nú rokning. Komandi skúlaár verður tað nýggj roknibók, sum brúkast skal. Hon byggir á tað, børnini lærdu - ella áttu at lært - í triðja flokki. Men tá eitt hol upp á ein heilan ársfjórðing er í læruni, kemur sperðil í.
Niels Nattestad, skúlastjóri, vísir tó á, at tað ofta er sami lærarin, sum fylgir flokkinum. So hann kann bjarga onkrum av hesum. Men tað verður nóg torført kortini, váttar hann.
Eisini skal komandi skúlaár fyrireikast, vísir Niels Nattestad á. Og tað ber ikki til, sum er, nú lærararnir ongan sáttmála hava. Hann hevur sum skúlastjóri ikki hóming av, hvussu nógvir tímar skulu brúkast til hvat.
Tað verður eitt rættiligt tak, sum takast skal, tá byrjað verður aftur. Tað verður strævið at vera lærari eftir summarfrítíðina, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn.