Tingmaður og lærari: Nú má læraraverkfallið fyri løgtingið

?Hendir onki nú, dugi eg ikki at síggja nakran annan møguleika, enn at tingið kemur upp í, fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur Jógvan á Lakjuni, tingmaður og lærari

Í gjáramorgunin vóru enn ongi tekin um, at ein loysn á læraraverkfallinum var í eygsjón, tað nú eru fimm vikur síðani, at teir sáttmálasettu lærararnr løgdu arbeiðið niður.

Og nú heldur Jógvan á Lakjuni, lærari og løgtingsmaður, at vit eru komin hartil, at vit av álvara mugu umhugsa at lata Løgtingið taka málið upp og fáa ein enda á verkfallinum.

? Partarnir tykjast at standa langt frá hvørjum øðrum og tað er ómetaliga trupult at vita, hvat er tað rætta at gera.

? Men hendir onki nú, dugi eg ikki at síggja nakran annan møguleika, enn at Løgtingið leggur uppí og fær ein enda á verkfallinum, sigur Jógvan á Lakjuni.

Sjálvur er hann tingmaður fyri fólkaflokkin og sostatt eisini limur í samgonguni.

Við hesum er greitt, at hann hellir sama veg sum samgongufelagið hansara, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisflokkinum, ger í samrøðuni á síðu 9.

Men hann er ikki líka avgjørdur sum sjálvstýrismaðurin og hann fer ikki sjálvur at taka stig til at reisa málið í tinginum.

Hann sigur, at málið hevur verið uppi í samgonguni, men higartil hevur niðurstøðan verið, at løgtingið eigur ikki at leggja seg upp í.

? Men nú eru vit komin hartil, at vit, mugu viðgera málið meiri í samgonguni. sigur hann.

Og eftir hansara tykki eru einastu ráðini, at tingið nú leggur upp í, um ikki trætan verður loyst beinanvegin.

Men hann dylir ikki fyri, at tað verður eisini trupult hjá tinginum at finna eina rímiliga loysn.

?Tað verður ómøguligt at geva Lærarafelagnum viðhald í øllum. Men fyrsta treytin má verða at fáa greiði á, hvussu langt partarnir eru komnir í samráðingunum og, hvat teir eru samdir um.

? Og sjálvandi skulu lærararnir hava tey 6,5 prosentini í lønarhækking, sum øll hini hava fingið.

Jógvan á Lakjuni sigur, at eftir hansara tykki er ein stórur partur av ósemjuni ein tulkingarspurningar um, hvussu nógv tað kostar, sum er sett í verk av nýggju fólkaskúlalógin og um, hvussu nógv eyka arbeiði, hetta hevur álagt lærarunum.

Hann heldur eisini, at tað eigur at bera til at bíða við at seta summar partar av fólkaskúlalógina í verk, sum ikki eru settir í gildi enn. so kann málið takast uppaftur seinni.

Men hann er eisini samdur við teimum politikarum, sum siga, at tað er rættiliga grundleggjandi, at eitt fakfelag nú hevur átikið sær at definera eina lóg, og tað heldur hann er ivasamt.

? Eg havi eisini varhugan av, at tað, sum Fíggjarmálastýrið roynir at trýsta ígjøgnum, er at áseta eitt ársverk hjá lærarunum. ? Hinvegin hava lærararnir ikki viljað staðfest arbeiðstíðina.

? So málið er sera trypult og fløkt og tað eru nógvir spurningar at taka støðu til, sigur Jógvan á Lakjuni.

Men í øllum førum heldur hann, at læraraverkfallið má fáa eina enda nú, tí hann heldur, at tað hevur longu fingið avleiðingar fyri próvtøkurnar at skúlin liggur at kalla lamin í sjálvum endaspurtinum, tá ið mest kemur burturúr undirvísingini.



Skulu ikki bíða

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum á tingi, Heini O. Heinesen, heldur ikki, at tað er rætt at koyra málið í tingið.

Hann heldur, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða loyst við samráðingum.

Hann sigur, at hvørki samgonguleiðarin, Løgmaður, ella landsstýrismenninir, sum vara av málinum eru sinnaðir at leggja málið fyri tingið.

? Tí loysir tað seg ikki at seta seg upp afturá at dúva uppá at løgtingið at skal greiða fløkjuna.

? Tað nyttar ikki at renna undan veruleikanum, men fyrsta treytin er, at partarnir fáast til samráðingarborðið, sigur Heini O. Heinsen.

Men hann leggur afturat, at tað er ivingarsamt um eitt fakfelag kann leggja seg út í, hvussu nógv skal setast á á fíggjarlógini.

? Partarnir eru samdir um lønina, og tað plagar at vera tað ringasta. So tá ið semja er um tað, mátti borið til at funnið útav, hvussu skjótt fólkaskúlalógin skal setast í verk, sigur Heini O. Heinesen.