Sum fyrr lýst í bløðunum so hevur ?Grindamannafelagið? aðalfund í Norðurlandahúsinum leygardagin tann 8. apríl klokkan 14.00. Fundurin er almennur ? øll eru vælkomin at líða á og seta fram spurningar um tað, sum er á skránni.
?Vónandi vera vit eisini nógv, tí grind og grindadráp er viðkomandi fyri flest allar føroyingar, sigur felagið.
Skráin fyri fundin er henda:
1. Frágreiðing um virki felagsins farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
3. Val av einum nevndarlimi.
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál:
a) Viðlíkahald av hvalvágum
b) Áheitan frá NAMMCO um at nýta kúluongulin meira
7. Ymiskt
Býtið
Á hvørjum ári hevur felagið havt útlendskar og føroyskar gestarøðarar við. Í ár eru gestarøðarnir Sjúrður Hansen, lærari á Argjum og Leivur Hansen, býraðsformaður úr Havn. Evnið hesaferð er grindabýtið. Hetta verður tikið upp her, tí hetta hevur gjøgnum árini verið eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um, har felagið hevur verið við sínum kunnandi fundum. Og í ár hevur felagið so havt tað sum eitt beinleiðis punkt á skránni á sínum kunningarferðum. Nógv hevur verið tosað um hetta mál og uppskot um, hvussu hetta kann gerast øðrvísi, tróta ikki
? Ja, vit hava enntá sæð sera áhugaverd roknistykki um, hvat er nóg mikið av grind til eina bygd. Og at stoyta grind burtur, fyri bert at fylla kaggarnar av nýggjum, er púra burturvið.
Nú vil felagið so geva almenninginum høvi til at siga sína meining ? meira kann tað ikki gera. Myndugleikarnir líða á, og vónandi fáa teir nógv góð hugskot til víðari umhugsan aftan á fundin.
Eitt er sjálvt býtið og tað at fáa sín part av grindini. Aftan á hetta er eisini eitt stórt arbeiði ? at taka grindina upp. Eisini her vilja nógv hjálpa og geva ráð.
?Týdningarmikið er, at flest møgulig eru við í hesum mentunararvi okkara, tí annars er vandi fyri, at hann so líðandi doyr út, og tað má hann ikki. Havið er okkara urtagarður, og hann hava vit øll bæði rætt og skyldu til at røkja ? men samvitskufult, sigru felagið í tíðindaskrivi.