Nú avgera limirnir

Semingsuppskotið, sum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava fingið, er nú sent limum Lærarafelagsins til uratkvøðu. Úrslitið av henni verður so tað, nevndin í felagnum fer at halda seg til

Á limafundi hjá Føroya Lærarafelag mánadagin varð eingin støða tikin til semingsuppskotið, sum komið er í trætuni millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at nevndin framman undan fundinum mánadagin hevði samtykt, at avgerðin skuldi takast við uratkvøðu millum limirnar. Og tað varð eisini úrslitið av fundinum.

Hin parturin í málinum, Fíggjarmálastýrið, vildi hava málið avgjørt fyri páskir. Men tað helt læraranevndin ikki hava so øgiligan skund. Nú er málið komið so langt, at tey halda, at nú skal tað sleppa at standa sína endaligu roynd.

Tí verður tað nú koyrt fult út, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Lærarafelagið hevur sent liminum atkvøðuseðlar við postinum, og evstamark fyri, nær atkvøðurnar skulu vera aftur hjá felagnum, er hósdagin tann 27. apríl á middegi. Tær atkvøður, sum ikki eru komnar tá, telja ikki við í atkvøðugreiðsluni. Atkvøðunevnd er longu sett, og hon fer at sita klár at telja upp, beinanvegin, farið er um evstamark.

At tað kann tykjast long tíð, kemst av, at páskirnar koma ímillum, umframt at flaggdagurin er triðja páskadag, og tá er Postverkið stongt.

Nevndin í Føroya Lærarafelag hvur latið fult og heilt upp til limirnar at avgera, hvussu teir atkvøða. Tey hava hvørki mælt til ella frá.

Tosað hevur verið um hugtakið ársverk í samband við sáttmálan. Men tað eru fleiri sløg av ársverkum, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag. Og tað er hvat ársverk, talan er um, ósemjan stendur.

Elsa Birgitta Petersen sigur, at hon veit, at onkur lærari tekur undir við semingsuppskotinum, meðan aðrir ikki gera tað. So nú verður spennandi at síggja úrslitið av uratkvøðugreiðsluni.