TSF skipar fyri barnasúkkling

TSF skipar á fyrsta sinni fyri venjing fyri børn og ung

Hvørt mánakvøld í summar fer Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri súkkluvenjing fyri børn og ung. Byrjað bleiv 1. mai og venjingin heldur fram til síðst í september mánað.

TSF brýtur nú upp úr nýggjum, og fer í summar undir at skipa fyri venjing fyri børn og ung. TSF hevur fleiri ferðir skipa fyri kappingum millum børn og ung, men felagið ásannar, at alt ov lítið hevur verið gjørt við súkkluvenjing millum børn og ung.

Øll, gentir og dreingir eru vælkomin, men kortini eru treytir við. Kravið til tey, ið hava ætlanir um at súkkla er, at tey koma til venjing við lykt bæði framman og aftan, hava endurskin, og síðst, men ikki minst, at tey súkkla við hjálmi.

Eitt annað krav er eisini, og tað er, at børnini skulu ganga í 3. flokki fyri at venja við súkklufelagnum. Hetta fyri at trygdin skal vera sett í hásæti.

Tórshavnar Súkklufelag hevur sett ítróttalæraran Evald Rasmussen sum venjara. Evald hevur súkklað í fleiri ár, og í sínum dagliga arbeiði sum lærari og ítróttarlærari hevur hann havt nógv við børn og ung at gera.

- Vit fara við góðum treysti undir hetta tiltak, og vit í súkklufelagnum vóna, at hetta tiltak far góða undirtøku. Í byrjani fara vit túrar runt í býnum, og sum frá líður gerast túrarnir longri og longri. Eftirsum vit altíð ferðast í ferðsluni, ja so hevur tað sera stóran týdning, at trygdin er ílagi. Her verður serliga hugsað um hjálmin, ið altíð skal vera við, og sjálvandi eisini um bremsur og annað, sigur Evald Rasmussen at enda.