Páskaboð

1. tr.: Markus 16,1?7

 

Gleðiligar páskir í Jesu navni! Hesa heilsan bera vit og fegnast. Lívið vann sigur á deyðanum. Hin tóma grøvin heldur sína prædiku. Tað er ljós fyri framman, tí ljósar liggja leiðir frelsarans.

Gleðiligar páskir í Jesu navni! Hesa heilsan bera vit og fegnast. Lívið vann sigur á deyðanum. Hin tóma grøvin heldur sína prædiku. Tað er ljós fyri framman, tí ljósar liggja leiðir frelsarans.

Í skilnaðartalu síni, tá Jesus kunnaði lærusveinar sínar um burturferð og fráveru, segði Meistarin hesi orðini: »Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. ? Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva«. (Jóh. 14,18f).

Og vit kenna lívið, hitt livandi jarðiska lívið. Vit kenna lívið, hin upprisna Jesus Kristus. Kristus livir og vit liva. Tað er lív og trivnaður. Tað er vón og vissa, sjálvt um vit fleiri ferðir um árið leggja til hvíldar og jarða. Vit hvíla í trúnni, liva í trúnni. Vit kenna uppreisn Jesu Krist, at hann er risin upp av deyða og grøv og livir.

Sjálvan langa fríggjadag sá tað ikki út av nógvum. Golgata og teir krossfestu. Nú valdaði friður og fólkið var farið nakað til síðis. Nakrar kvinnur, Maria Magdalena, og Maria móðir Jósefs. Tær báðar og nakrar heilt fáar, ið ikki eru navngivnar. Tær sóu staðið, har Jósef úr Arimateu jarðaði Jesus í eini nýggjari grøv, hann hevði høgt inn í klettin og ætlað sær sjálvum sum hvíldarstað.

Jósef úr Arimateu var ein ríkur maður og ein mætur ráðsharri. Skrivað stendur, at hann væntai Guðs ríki og fann ikki frægd í verki jødanna. Jósef fór til Pilatus og bað um likam Jesu, ? at hann mátti taka likamið niður og fáa tað lagt virðiliga í eina grøv. Hann vildi ikki, at Jesu likam skuldi hanga til háð og spott. Tað var nóg mikið, tann skemd, ið var víst Jesusi, meðan hann livdi. Húðflongdur, tornakrýndur og áspýttur.

Og Nikodemus, ein ráðharri Jøda. Einaferð var hann á nátt komin til Jesus. Ta ferðina avlegði hann hendan vitnisburðin: »Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum«. (Jóh. 3,2).

Teir báðir, Jósef úr Arimateu og Nikodemus. Skriftin sigur ikki so nógv um hesar báðar. Teir vóru valla trúarhetjur, teir arbeiddu í tí stilla. Um náttina, av ótta fyri jødunum. Ótta fulla viðkvæma trúgv.

Men tá á stóð, og frelsarin hekk á Golgata sum løtt føði hjá stórum fuglum og villini djórum. Tá royndust hesir báðir sum sannir vinir. Teir góvu Jesusi eina heiðurliga jarðarferð, sveipaðu hann í línklæði saman við angandi urtum.

Rundan um Golgata var ein urtagarður, og her var Jesus loksins jarðaður í eini læntari grøv. Nakrar kvinnur sóu Jósef og Nikodemus velta ein stóran stein fyri gravarmunnan. Kvinnurnar sóu grøvina, har likam Jesu varð lagt. Tær fóru avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl. Og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.

Og nú hvíludagurin var farin, og hin fyrsti dagurin í vikuni komin. Reiðuliga árla á morgni sunnudagin um sólarris, nú koma tær tríggjar Maria Magdalena og Maria móðir Jákups og Salóme við vælangandi smyrsli fyri at salva likam Jesu.

Hesar tríggjar høvdu í hyggju at sýna Jesusi hin seinasta heiðurin. Tær ætlaðu at vitja grøv hansara og minnast, vitja og salva likam hansara til æviga hvíld.

Tað var bara ein trupulleiki. Hin stóri steinurin. »Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?«

Hin stóri trupulleikin, nú tær eru ávegis út til grøvina og tosa sínámillum. Hin stóri trupulleikin varð loystur. Páskaevangeliið boðar tey gleðiboð, at einaferð verður lívsins stóra gáta. Hin torføri spurningurin, ið byrjar við hví? Hví gekst tað so? Hví mistu vit? Hví skal grøvin hylja ein av okkara kæru. Hví er havið so náðileyst?

  Einaferð verða allir spurningar svaraðir, og hvør dagur, hvør løta og stund ein uppreisnarløta. Einaferð verður hin torføri spurningurin svaraður ikki sum staðfesting av deyða við eina væl stongda grøv ella hitt djúpa óskiljandi hav!

Hin stóri steinurin varð veltur frá, og kvinnurnar fóru inn í grøvina. Har sóu tær ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust.

Maðurin í teim hvítu klæðunum var ein eingil Harrans. Hann sær tær óttafullu hugtungu kvinnurnar og sigur: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann«.

Dýrabæru orð frá eingli Harrans! Hetta er páskaboðskapurin, at Jesus ikki varð verandi sum ein deyður maður í grøv Jósefs. Í tríggjar dagar, fríggjadag, leygardag og sunnudag var Jesus millum tey deyðu, krossfestur og jarðaður. Hin triðja dagin slitnaðu deyðans leinkjur, og hin deyði Jesus rísur upp sum hin livandi Kristus og gjørdist sigursins Harri. Hann eigur alt vald á himni og jørð. Hann er kongur konganna og ævigur Guð á himnanna høgu hæddum. Hansara kongatign er ævig, og um ævir verður ríki hansara at standa.

Ræðist ikki, ? soleiðis ljóðar gleðiboðskapurin. Eisini í dag bera einglarnir sama boðskap. Harrans sendiboð, ? einglarnir hava so mangan styrkt óttafullar ivasamar sálir.

Ræðist ikki! Soleiðis ljóðar gleðiboðskapurin. »Hví leita tit eftir hinum livandi millum hina deyðu? Hann er ikki her, men hann er risin upp«. (Lukas 23,5f).

Ræðist ikki, kæru kristnu brøður og systrar. Missið ikki mótið. Tað er lív hóast deyðin setur nívandi spor eftir seg. Tað er lív, ævigt lív í Guðs ríki. Vit fara at liva, liva um ævir í Guðs æviga himmalska ríki! Tað verður sum við hveitikorninum, ið fellur í jørðina og doyr. Tað doyr, og við at doyggja føðir tað lív av nýggjum.

Páskaboðskapurin er stuttur og greiður. Evangeliið er dýrabært og lívsjáttandi. »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann«.

Kann tað sigast betur enn tað sama? Nei, ikki nógv betur enn tað sama. Jú, eitt sindur betur! »Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!«

Vælsignað hjá teim bangnu kvinnunum at hoyra. Frelsarin er á lívi, og tey skuldu síggja hann í Galileu. Hann er farin undan teimum til Galileu, og tey suldu møtast har. Síggja Meistaran upprisnan og á lívi. Hann var farin undan teimum til Galileu.

Eisini vit fara at síggja frelsaran upprisnan og á lívi. Jesus er farin unan okkum heim til himmalska faðir sín. Og vit fara at síggja hann heima í dýrdini, heima hjá Guði og einglunum. Heima í frelstum snjóhvítum skara, skara teirra, ið hava tvigið klæði síni rein í lambsins dýrabæra blóði. Vit fara at liva í Guðs ríki og møta okkara kæru aftur, alt vegna Jesus, tað fullgjørda verkið. Og vit fara at liva um ævir í trúnni á okkara krossfesta men upprisna frelsara.

Og soleiðis segði Jesus sjálvur, longu langt áðrenn hann doyði, tá hann setti okkum stevnu í landi teirra livandi:

»Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! -- Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. -- Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera«. (Jóh. 14, 1-3).

Gleðiligar páskir og tillukku við lívinum! Ræðist ikki, men livið í tøkk og guðgivnum friði. Hann livir! Jesus Kristus livir, og vit skulu liva. Liva nú og um ævir, liva í trúnni á Kristus! Amen!


Jógvan Fríðriksson