av neyð at vit gera hetta. Men vit hava brúk fyri fólki og tað eisini gott hjá teimum ungu at hava okkurt at tríva í, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki. Ætlanin er at fáa tey ungu at hjálpa til [...] vikur og av tí, at tað er so stutt tíð, er torført at fáa arbeiðsfólk annars. Teir menninir, sum Landsverk annars hevur í arbeiði, hava úr at gera og tí verður nú roynt at fáa ungdómar at gera arbeiði. - Sostatt [...] kann vera eitt tekin um, at eisini ungdómurin hevur nóg mikið at gera, heldur stjórin á Landsverki. Men hann heldur kortini, at næmingar í 9.-10 flokki átti at verið áhugaðir í at forvinna nøkur oyru og
i staðfestir, at virkið, sum hevur gjørt stabilisatorararnir kann ikki veita trygd fyri at teir fara at halda hesuferð, so tað sær hann seg heldur ikki føran fyri at gera. Hann sigur, at nú fer Strandferðslan [...] verða um at taka av stabilisatorunum, fyri at tað skal standa minni á teimum við tað, at teir so taka minni sjógv á seg. Men afturfyri verða teir so vinklaðir øðrvísi, so at teir virka líka væl sum nú. Ein [...] annar máti er at seta tveir eyka stabilisatorar í Smyril har frammi í skipinum, so at hann hevur fýra smærri stabilisatorar, heldur enn tveir størri. - Í øllum førum verður tað eitt krav, at framtíðarloysnin
og tey flestu munnu helst ásanna í dag, at tað hóast alt er gott, at vit eru farin at seta eyga á okkara stjórnarskipanargrundarlag. Tað er jú á grundlógini, at alt annað lóggávuverk skal skipast. Henda [...] tí tað ber til at fara inn á heimasíðuna hjá grundlógarnevndini. Á heimasíðuni kunnu fólk spyrja og seta fram sjónarmið um eina komandi grundlóg fyri Føroyar. Tað er bert at vóna, at fólk taka henda møguleika [...] spurnartekin við, um tað er neyðugt at gera eina føroyska grundlóg, tí enn vita vit ikki, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldi ella ikki. Vit minnast, at tá uppskot var frammi at seta eina grundlógarnevnd, mæltu
ið okkara, at endamálið við stuðli er, at hin einstaki skal gerast førur fyri at tryggja sær eitt gott lív. Veitingar mugu altíð hava til endamáls, at tær skulu stuðla sjálvbjargni. Fyri at minka blokkstuðulin [...] urin ásannar, at búskaparliga støðið undir føroyska vælferðarsamfelagnum eigur at verða grundað á okkara egnu framleiðslu. Tí vil Javnaðarflokkurin, at ríkisveitingarnar verða brúktar at styrkja sjálvbjargni [...] okkurin sigur, at hetta merkir, at vit vinna okkum búskaparligt sjálvbjargni, áðrenn vit taka støðu til, um vit skulu fara úr ríkisfelagsskapinum. Tey siga eisini, at tað er greitt, at á henda hátt er
Lykketoft at vita, at skuldi gangast út frá útspælinum hjá honum, ja, so var onki meira at tosa um. Best var at avlýsa fundin. Ikki fyrr enn tá gekk upp fyri danska fíggjarmálaráðharranum, at tað IKKI ber [...] Eisini Annfinn Kallsberg lat rímiliga væl at fundinum. Samstundis sum hannn viðgekk, at tað kanska ikki var rætt at hava fundin við Lykketoft júst nú, metti hann, at fundurin kortini ikki skaðar føroyskum [...] á borðið frá danskari síðu, men vit vístu á, at landsstýrið bíðar við at taka nakra støðu, til ætlaði fundurin í juni verður hildin. Sosialurin skilir, at Lykketoft nýtti sín vanliga, og so væl kenda taktikk:
aftanfyri á knænum var farin, men hann roknaði við, at pínan fór at hvørva so mikið skjótt, at tað fer at bera til at venja hjá mær seinni í vikuni, og so vóni eg, at eg kann verja málið, tá Silkeborg kemur til [...] fer at bera við sær, at Jákup ikki kann spæla, sum hann hevur spælt. Eykamálverjin illa skaddur Fyri Herfølge kom tað illa við, at Jákup Mikkelsen sunnudagin sá út til at vera skaddur, bæði tí at teir [...] hornhindin var so mikið skadd, at tað var neyðugt at leggja málverjan undir skurð mánamorgunin. Enn vita teir ikki, hvussu hetta fer at taka seg upp, men tað er greitt, at Claus skal liggja í seingini í
um tað fer at viðra hjá Norrønu at sleppa at á Tvøroyri Fiskakeyparar úr Suðuroynni siga, at tað hevur verið vanligt at góðtaka, at slíkt verður gjørt, eisini í eini verkfalsstøðu, fyri at samfelagslig [...] fiskivinnuni, at arbeiðssteðgur varð lýstur á almenna arbeiðsmarknaðinum týskvøldið. Nógv virki høvdu keypt fisk, men nú ongi strandfaraskip sigla, vóru ikki útlit til, at tað fór at bera til at sleppa av [...] Men í gjáramorgunin varð líkt til, at tann trupulleikin varð loystur. Smyril Line sendi fiskakeyparum í Suðuroynni telefaks við boðum um, at Norrøna fór at leggja at á Drelnesi í kvøld á veg til Danmarkar
báðar jarnhørð. Hann heldur, at keypið av Bónus fer at føra til nøkulunda tað sama, og tískil eiga kundarnir ikki at stúra fyri, at prísirnir fara at hækka, orsakað av, at handilsketurnar báðar hava sama [...] Tað fer avgjørt ikki at ávirka kappingina negativt, at vit nú hava keypt Bónus handalarnar. Heldur haldi eg, at betri møguleiki verður fyri at halda prísunum niðri, um Bónus handlarnir og Miklagarður [...] r á lofti, at eitthvørt fór fram millum SMS og íslendska fyritøku. Tá vísti Hans Mortensen aftur, at íslendska fyritøkan hevði keypt seg inn í SMS. Í dag sigur hann, at hann tó vísti á, at samráðingar
verið størri, so vóru tey keypt á. Ætlanin var at flyta búfólkini, og at starvsfólkini skuldu flyta við teimum. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt seinni, er at nú er eingin peningur til slíkt tiltak, sigur [...] aðrar deildir at halda jól. Leiðarin sjúkrameldað Tá Sosialurin tosaði við Petry Olsen um fýra tíðina hósdagin, segði hon seg vilja seta starvið inn, fyri at búfólkið skuldu sleppa frá at flyta út. Tað [...] eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina i málinum. Bert verður stutt sagt á Landssjúkrahúsinum, at Petry Olsen ikki er koyrd úr starvi, men at hon er sjúkrameldað
1998. Stjórin sigur, at tað fer at gera kappingarførið hjá Føroya Fiskavirking verri, at lønirnar nú hækka, ?Sostatt verður tað neyðugt hjá okkum at fremja automatiseringar, so at vit fáa arbeitt somu [...] internetsíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt, at virkisleiðarar kring landið halda, at nýggi sáttmálin fer at herða krøvini til framleiðsluevnini hjá vinnuni og fer at krevja íløgur til nýggja tøkni. Tey virkini [...] Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, at nýggi sáttmálin fer at kosta Fiskavirking einar níggju milliónir í eyka útreiðslum til lønir. ? Tvs, at lønarhækkingin fer við helvtini av yvirskotinum