Tað lætnaði hjá Jákupi Mikkelsen, tá hann seinnapartin mánadagin var og vitjað læknan hjá Herfølge. Læknakanningarnar staðfestu, at einki var brotið í skinnabeininum, og liðbondini í knænum høvdu ikki fingið skaða.
? Læknin segði, at nógva pínan, sum nú er minkað nokk so fitt, hevði staðist av, at ein liðkapsil aftanfyri á knænum var farin, men hann roknaði við, at pínan fór at hvørva so mikið skjótt, at tað fer at bera til at venja hjá mær seinni í vikuni, og so vóni eg, at eg kann verja málið, tá Silkeborg kemur til Herfølge komandi mánakvøld, segði Jákup Mikkelsen í gjár, áðrenn hann fór at venja á súkklu og í svimjihyli.
Tá læknin kannaði føroyska landsliðsmálverjan væl og virðiliga, staðfesti hann, at aftara krossbandið í sama knænum, sum Jákup fekk snuddin í sunnudagin, var slitnað, men hann dugdi ikki at siga, um tað var farið nú, ella um tað hevur verið slitið frammanundan. Hetta var heilt nýtt fyri Jákup Mikkelsen, og sjálvandi er hetta óheppið, men tað verður ikki mett at vera nakað, sum fer at bera við sær, at Jákup ikki kann spæla, sum hann hevur spælt.
Eykamálverjin illa skaddur
Fyri Herfølge kom tað illa við, at Jákup Mikkelsen sunnudagin sá út til at vera skaddur, bæði tí at teir meta føroyska málverjan sum ein hin mest støðuga og týdningarmikla spælaran, sum tir hava, og eisini tí at eykamálverjin, Claus Udengaard, ið spældi, tá ólavsøkuskaðin helt Jákupi Mikkelsen uttanfyri, varð heilt illa skaddur leygardagin:
? Tað var í dysti fyri seriuliðið hjá okkum. Claus fór út um brotsteigin og skuldi stúta ein bólt burtur, tá ein av mótstøðumonnunum kom við knoppunum fremst. Knopparnir tóku í annað eyga, egnalokið skrædnaði niður frá, og hornhindin var so mikið skadd, at tað var neyðugt at leggja málverjan undir skurð mánamorgunin. Enn vita teir ikki, hvussu hetta fer at taka seg upp, men tað er greitt, at Claus skal liggja í seingini í átta vikur, so tað var sera óheppið, og tá eg hugsi um óeydnuna, sum samstarvfelagin í Herfølge varð raktur av leygardagin, so má eg siga, at eg kenni tað, sum at tað var heppið, at skaðin, sum eg fekk, tykist hava tikið seg væl upp, sigur Jákup Mikkelsen.