Pensionatið er ein psykiatrisk deild

- Tað er ein misskiljing tá fólk halda, at talan er um eitt pensionat. Pensionatið er ein deild, sum eftir røttum átti at kallast deild 6 á psykiatrisku deild, sigur yvirlæknin



Stórur dramatikkur var á Pensionatinum í gjár, har búfólkið nokaði at flyta út, so sum kravt var av leiðsluni á psykiatrisku deild.

Tá Petry Olsen, leiðari á deildini, eisini noktaði at fara frá sínum sjúklingum, gjørdist støðan ótrygg. Eitt bil fingu tey boð um at flyta, men løtu seinni frættu tey, at møguliga skuldu tey verða verandi heima. Soleiðis var støðan til út á seinnapartin í gjár, men so var flytingin av álvara veruleiki. Tey 10 búfólkini vóru flutt á aðrar deildir at halda jól.


Leiðarin sjúkrameldað

Tá Sosialurin tosaði við Petry Olsen um fýra tíðina hósdagin, segði hon seg vilja seta starvið inn, fyri at búfólkið skuldu sleppa frá at flyta út.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina i málinum.

Bert verður stutt sagt á Landssjúkrahúsinum, at Petry Olsen ikki er koyrd úr starvi, men at hon er sjúkrameldað fyribils.

Heri Berg, yvirlækni, sigur við Sosialin, at tað er skeiv merking at kalla bústaðin hjá teimum 10 fólkunum Pensionatið. Hetta er í veruleiknaum deild seks á psykiatrisku deild.

- Partur í søguni er, at tey 10 fólkini hava verið innløgd í nógv ár, men at tey ikki kunnu útskrivast, tí tey hava tørv á viðgerð og at búgva nær sjúrahúsinum.

- Hóast Pensionatið er sum himmiríki fyri búfólkið, so var túrurin kom til at Pensionatið lat aftur hesaferð, sigur Heri Berg.

- Búfólkini vóru ólukkulig um avgerðina, men tá eg tosaði við tey seinnapartin í gjár, var tað ávíst forstáðilsi fyri, at hetta mátti gerast, sigur Heri Berg, sum avgjørt ikki ber í bøtuflaka fyri hesi avgerð. Hann ásannar bert, at tað var neyðugt, fyri at spara.


Ætlanin var sambýli

- Tað hevur verið ført fram, at búfólkið hevði havt betur av at flyta í sambýli uttan fyri sjúkrahúsøkið?

- Tey fólkini, sum búgva á Pensionatinum, hava tørv á at vera nær sjúkrahúsinum, men tey kundu avgjørt havt betri umstøður.

- Í teimum góðu tíðunum hugdu vit eftir einum sethúsum til endamálið, og hevði tað húsið verið størri, so vóru tey keypt á. Ætlanin var at flyta búfólkini, og at starvsfólkini skuldu flyta við teimum. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt seinni, er at nú er eingin peningur til slíkt tiltak, sigur Heri Berg.