Lykketoft sum av torvheiðum

Hvørki landsstýrið ella Mogens Lykketoft fingu stórvegis burtur úr samrøðunum teirra millum fríggjakvøldið. Lykketoft fór stórtsæð av fundinum ongul í reyv

Eftir at danski fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft kom til Føroya um fimmtíðina fríggjadagin og hitti landsstýrið á fundi, er greitt, at tað framvegis er rættiliga langt millum partarnar.


Lykketoft fór á fund við landsstýrið um átta-tíðina fríggjakvøldið. Aftan á at hava tingast við landsstýrið í ein tíma, var steðgur, og Lykketoft fór út at fáa sær fríska luft úti á Nesinum.


Eftir ein álvan tíma steðg, fór Lykketoft aftur á fund. Men heldur ikki tann fundurin gjørdist drúgvur.


Bæði Lykketoft og Kallsberg lótu lutfalsliga væl at fundinum teirra millum. Onki nágreiniligt var komið fram á fundinum, og ongin niðurstøða varð gjørd. Men Lykketoft metti kortini, at fundurin hevði gjørt sína nyttu.


Eisini Annfinn Kallsberg lat rímiliga væl at fundinum. Samstundis sum hannn viðgekk, at tað kanska ikki var rætt at hava fundin við Lykketoft júst nú, metti hann, at fundurin kortini ikki skaðar føroyskum viðurskiftum.


- Har komu nøkur viðurskifti á borðið frá danskari síðu, men vit vístu á, at landsstýrið bíðar við at taka nakra støðu, til ætlaði fundurin í juni verður hildin.


Sosialurin skilir, at Lykketoft nýtti sín vanliga, og so væl kenda taktikk: Hann var rættiliga harðligur, ágangandi, og hevði lyndi at skuldseta føroyingar fyri at eitt og annað. Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð, og landsstýrið valdi at bróta fundin av eina løtu.


Tá fundurin so varð tikin uppaftur, fekk Mogens Lykketoft at vita, at skuldi gangast út frá útspælinum hjá honum, ja, so var onki meira at tosa um. Best var at avlýsa fundin. Ikki fyrr enn tá gekk upp fyri danska fíggjarmálaráðharranum, at tað IKKI ber til at nýta sama takktikk mótvegis føroyska landsstýrinum, sum Lykketoft er so kendur fyri; nevniliga at taka øll á bóli, við ógvisligum úttalilsum.


Nú fór Lykketoft brádliga, aftan á at hava sitið partvís apatiskur eina løtu, at greiða frá nøkrum møguleikum, sum kunnu loysa trupulleikar, millum annað viðvíkjandi bankamálinum, landanna millum.


Stutt eftir varð fundurin avbrotin. Og fundurin verður neyvan tikin upp aftur fyrr enn í juni.


Sum heild kann sigast, at hvørki Lykketoft ella landsstýrið fingu stórvegis burtur úr fundinum. Og Lykketoft, ja, hann fór sum av torvheiðum av fundinum.