? Tann nýggi sáttmálin ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Arbeiðarafeløgini leggur hart trýst á framleiðsluvinnuna.
Hetta eru virkisleiðarar kring landið samdir um.
Í einum tíðindaskrivi á internetsíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt, at virkisleiðarar kring landið halda, at nýggi sáttmálin fer at herða krøvini til framleiðsluevnini hjá vinnuni og fer at krevja íløgur til nýggja tøkni.
Tey virkini, sum verða harðast rakt, eru tey, sum virka fisk til útflutnings.
Eitt nú sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, at nýggi sáttmálin fer at kosta Fiskavirking einar níggju milliónir í eyka útreiðslum til lønir.
? Tvs, at lønarhækkingin fer við helvtini av yvirskotinum, sigur hann.
Tilsamans arbeiddu tey 1,2 milliónir lønartímar á Føroya Fiskavirking í 1998.
Stjórin sigur, at tað fer at gera kappingarførið hjá Føroya Fiskavirking verri, at lønirnar nú hækka,
?Sostatt verður tað neyðugt hjá okkum at fremja automatiseringar, so at vit fáa arbeitt somu nøgd av fiski, uttan at hækka lønarútreiðslurnar, sigur hann.
? Men inntil tær automatiseringarnar eru gjørdar, roknar hann við, at meiri fiskur fer óviðgjørdur av landinum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað verður ein avbjóðing at gera sama arbeiði fyri somu lønarútreiðslur.
? Hetta fer í framtíðini eisini at hava við sær, at tað krevst minni arbeiðsmegi á virkjunum.
Men hópuppsagnir verður ikki talan um, sigur Stjórin í Fiskavirking.
Niður í helvt
Aðrir virkisleiðarar hava somu áskoðan, sum hann.
Eitt nú sigur Sofus Poulsen á rækjuvirkinum á Oyri, at teirra lønarútreisðlur fara at hækka 700.000 krónur av hesum sáttmálanum millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini.
Og tað má sparast innaftur við at framleiðslan verður gjørd meiri mekanisk, sigur hann.
Hann sigur, at kappingin við íslendingar og og norðmenn um rækjurnar er gróthørð og tað er tí ongin møguleiki at trýsta avreiðingarprísin niður.
? Og verður prísurin á teirri lidnu vøruni hækkaður, keypur ongin hana, sigur Sofus Poulsen.
Somuleiðis sigur Regin Jacobsen á Bakkafrost, at øktu lønarútreiðslurnar fara at føra til øktar automatiseringar.
? Síðani vit fingu kryvjingarmaskinu er prísurin á at kryvja laks farin niður í helvt.
? Og hetta verður sum frálíður gongdin á øðrum økjum eisini, sigur Regin Jacobsen.










