HARAFTURAT er tann nýggi miðilin ? alnótin, ella internetið ? tikin í brúk í hesum arbeiði, tí tað ber til at fara inn á heimasíðuna hjá grundlógarnevndini. Á heimasíðuni kunnu fólk spyrja og seta fram sjónarmið um eina komandi grundlóg fyri Føroyar. Tað er bert at vóna, at fólk taka henda møguleika í størri álvara enn kjaksíðan hjá fullveldisætlanini ber boð um.
NÚ kann onkur sjálvandi seta spurnartekin við, um tað er neyðugt at gera eina føroyska grundlóg, tí enn vita vit ikki, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldi ella ikki. Vit minnast, at tá uppskot var frammi at seta eina grundlógarnevnd, mæltu andstøðuflokkar frá. Teir vístu, at hetta var tann øvugta gongd, tí tað skuldi verið óneyðugt at setta hetta verkið ígongd, fyrr enn eina fólkaatkvøða hevði víst, at føroyingar vóru fyri fullveldi.
MEN nú er arbeitt í eina tíð, og tey flestu munnu helst ásanna í dag, at tað hóast alt er gott, at vit eru farin at seta eyga á okkara stjórnarskipanargrundarlag. Tað er jú á grundlógini, at alt annað lóggávuverk skal skipast. Henda lóg setir upp nakrar grundleggjandi karmar, sum vit hava at halda okkum til. Harafturat er tað frálíkt, at hesir bólkanir, sum arbeiða við teimum ymisku evnunum, vísa á og spyrja, um hetta ella hatta er rætt ella skeivt. Á henda hátt ber til at seta kikaran á ávís fyribrigdi, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um í tí dagliga.
TIL dømis er áhugavert, at bólkurin, sum arbeiðir við persónligu mannarættindum, setir spurnartekin við, um mannarættindini verða brotin, tá myndugleikar kunnu treingja seg inn á fólk fyri at kanna ymisk viðurskifti, uttan at ein dómari hevur tikið støðu til ætlanina. Eftir at nevndin hevur víst á hesi viðurskifti, munnu óivað mong hava hugsað við sjálvum sær, um tað nú er rætt, at ein nevnd, vaktar- og bjargingartænasta ella toll- og skattvaldið kunnu kanna viðurskifti, uttan at ein grundaður mistanki er til staðar. Somuleiðis er tað áhugavert, at bólkurin eisini tekur navnalóggávuna fram, og spyr, um tað er rætt, at t.d. gomul bíbilsk nøvn ikki kunnu brúkast í Føroyum.
FLEIRI dømi skulu ikki nevnast, men nevndin skal hava rós fyri at geva føroyinginum møguleikan at vera við í eum grundleggjandi arbeiði.