Smyril aftur í sigling sunnudagin

Smyril er ein dag frammanfyri tíðarætlanina og hann fer úr Danmark hósdagin

 Tað gongur so mikið væl at fáa strandfaraskipið, Smyril, avgreiddan í dokkini í Danmark, at hann verður liðugur ein dag fyrr enn ætlað.

Upprunaliga skuldi Smyril verða aftur í sigling ímillum Havnina og Suðuroynna mánadagin, men Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður sunnudagin, at Smyril verður aftur í sigling.

- Smyril fer úr dokkini í Fredericia hóskvøldið og hann verður í Føroyum leygardagin. Síðani skal proviantur umborð, samstundis sum hann annars skal gerast klárur at taka ímóti ferðafólki aftur, so tað verður seinnapartin sunnudagin, at hann verður settur í sigling aftur-kanska enntá longu sunnumorgunin, gongur tað avbera væl.


Stabilisatorararnir umvældir

Í dokkini er botnurin sýnaður og málaður, eins og biladekkið er málað.

- Hann er sýnaður soleiðis, at hann nú kann sigla í tvey ár, uttan at skula aftur til sýn. Annars skuldi hann til sýn aftur næsta ár, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Men tað, sum kanska hevur mesta áhugan hjá ferðafólki, er, at stabilisatorararnir er umvældir.

- Vit hava leingi havt trupulleikar við stabilisatorunum, men nú hava vit skift allar slitlutirnar fyri at tryggja okkum sum frægast.

Men stjórin á Strandferðsluni staðfestir, at virkið, sum hevur gjørt stabilisatorararnir kann ikki veita trygd fyri at teir fara at halda hesuferð, so tað sær hann seg heldur ikki føran fyri at gera.

Hann sigur, at nú fer Strandferðslan at umhugsa hvørjir møguleikar eru og um stutta tíð fara tey at lata politiska myndugleikanum eitt tilmæli um eina varandi loysn á stabilisator-trupulleikunum.

Í hesum sambandi kann talan verða um at taka av stabilisatorunum, fyri at tað skal standa minni á teimum við tað, at teir so taka minni sjógv á seg.

Men afturfyri verða teir so vinklaðir øðrvísi, so at teir virka líka væl sum nú.

Ein annar máti er at seta tveir eyka stabilisatorar í Smyril har frammi í skipinum, so at hann hevur fýra smærri stabilisatorar, heldur enn tveir størri.

- Í øllum førum verður tað eitt krav, at framtíðarloysnin ikki ávirkar Smyril, so at hann fer at rulla verri enn hann ger nú, staðfestir Dánjal Andreasen á Strandferðsluni.