Tað kom eisini sera dátt við hjá fiskivinnuni, at arbeiðssteðgur varð lýstur á almenna arbeiðsmarknaðinum týskvøldið.
Nógv virki høvdu keypt fisk, men nú ongi strandfaraskip sigla, vóru ikki útlit til, at tað fór at bera til at sleppa av við fiskin, sum skuldi avskipast við Norrønu í kvøld.
Tí tann fiskurin skal allur fyrst førast til Havnar, har Norrøna liggur.
Serliga illa við kemur hetta hjá suðuroyingum, sum gera serliga nógv við at útflyta fesk fløk.
Eins og aðrastaðni, hava nógv virki í Suðuroy keypt fisk hesa vikuna, og vansi var nú fyri, at tey komu at liggja innibrend við honum, og tað hevði verið ein vanlukka hjá teimum.
Men í gjáramorgunin varð líkt til, at tann trupulleikin varð loystur.
Smyril Line sendi fiskakeyparum í Suðuroynni telefaks við boðum um, at Norrøna fór at leggja at á Drelnesi í kvøld á veg til Danmarkar.
Har skuldi hon so taka fiskin, sum skuldi útflytast úr Suðuroynni hesa vikuna.
Men veðurtíðindini eru ring og tann stóri spurningurin er, um tað fer at viðra hjá Norrønu at sleppa at á Tvøroyri
Fiskakeyparar úr Suðuroynni siga, at tað hevur verið vanligt at góðtaka, at slíkt verður gjørt, eisini í eini verkfalsstøðu, fyri at samfelagslig virði ikki skulu fara fyri skeytið.
Men heldur verkfallið á, fara virkini bara at keypa fisk í næstu vikurnar, sum kann saltast, ella goymast á annan hátt.
Ætlanin er ikki at keypa fisk, sum skal skerast til fløk og útflytast feskur, tí tað verður hildið óhugsandi, at Norrøna kann sigla fleiri á Tvøroyri eftir fiski, tí tað hevði helst komið undir verkfallsbrot.
Sostatt fer verkfallið eisini at raka flakafólkið meint.
Men eftir, hvat skilst á Smyril Line, er ikki óhugsandi, at Norrøna fer at sigla so leingi tað er neyðugt.
Eisini skipini rakt
Men verkfallið fer eisini at raka skipini meint, sum fiska tey fiskasløgini, sum verða útflutt fesk.
Tí nú verða møguleikarnir at sleppa av við fiskin fyri líkinda prís sera avmarkaðir.
? Sjálvandi kunnu tey avreiða uttanlands.
? Men vita útlendsku fiskakeypararnir vita, hví skipini koma uttanlands av avreiða , og so verður prísurin hareftir, siga føroyskir fiskakeyparar.