SMS keypt Bónus

Eigaraviðuskriftini í SMS eru broytt, og harafturat hoyra allir Bónus handlarnir í Føroyum nú undir partafelagnum SMS

­Tað fer avgjørt ikki at ávirka kappingina negativt, at vit nú hava keypt Bónus handalarnar. Heldur haldi eg, at betri møguleiki verður fyri at halda prísunum niðri, um Bónus handlarnir og Miklagarður keypa inn saman, sigur Hans Mortensen, stjóri í SMS.


Íslendskur peningur

Helvtin av partapeninginum í SMS er nú vorðin íslendskur. Tað er íslendska felagið Baugur hf, ið hevur keypt 50 prosent av partapeninginum, meðan Hans Mortensen, stjóri, eigur hina helvtina.

Hesir báðir partaeigararnir hava síðani keypt allan partapeningin í P/F Førís, ið er partafelagið, ið eigur og rekur allar Bónus handlarnar í Føroyum.

Eigaraskiftið merkir ikki, at stjórnin í SMS er broytt. Tað eru enn Hans Mortensen og Niels Mortensen, ið stjórnina felagnum. Men tó er nýggjur nevndarformaður nevndarformaðurin skiftur út, og er nýggi nevndarformaðurin Christian Andreasen, advokatur.


Netto og Blika

Hans Mortensen heldur, at keypið av Bónus kemur at føra til eina sunna kapping millum Miklagarð og Bónus. Hann vísir á, at donsku handilsketurnar Netto og Bilka hava somu eigarar, men hóast hetta er kappingin millum tær báðar jarnhørð. Hann heldur, at keypið av Bónus fer at føra til nøkulunda tað sama, og tískil eiga kundarnir ikki at stúra fyri, at prísirnir fara at hækka, orsakað av, at handilsketurnar báðar hava sama eigara.


Avnoktaði ikki

Fyri tíð síðani høvdu fjølmiðlarnir á lofti, at eitthvørt fór fram millum SMS og íslendska fyritøku. Tá vísti Hans Mortensen aftur, at íslendska fyritøkan hevði keypt seg inn í SMS. Í dag sigur hann, at hann tó vísti á, at samráðingar vóru millum íslendsku fyritøkuna Baugur hf og SMS. Hann sigur, at tað vóru hesar samráðingar, ið førdu til, at íslendska fyritøkan setti pening í SMS.


Koyrir í sama leisti

Hóast íslendskur peningur er koin í fyritøkuna SMS og at fyritøkan hevur keypt Bónus handlarnar í Føroyum, sigur Hans Mortensen, at fyritøkan fer at koyra í sama leisti sum higartil. Talan er ikki um nakrar stórar og kollveltandi ætlanir, sigur hann.

Hans Moretsen sigur, at einasti munurin, kundarnir koma at merkja, er ein møgulig lækkan av prísunum. Tó vil hann ikki siga naka ávíst um ætlanina við nýggju partaeigarunum, og vísir hann á, at tíðindafundur verður hildin beint eftir aðalfundin í mai.