fingu í fjør eitt flott fimta pláss við nógvum góðum fótbólti, men í ár vil einki. Liðið hevur nærkast botninum so hvørt og seinasta vikuskiftið fingu teir bara javnt ímóti botnliðnum, FC Suðuroy, á heimavølli [...] heimavølli. Tí eru tað tvey lið, sum hava klára seg verri enn væntað í ár, ið bresta saman í Sarpugerði í kvøld. Dysturin byrjar kl 18.00 og Rás2 fer at senda beinleiðis frá dystinum. Upptakt til dystin
skilagóðar í burðardyggari menningarætlan. Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað kommunustýrislimum í Suðuroy og starvsfólkum innan umsiting kommununar. Eitt avmarkað pláss verður til áhugaði í oynni [...] oynni annars. Í stuttum kann sigast at framløgurnar koma at snúgva seg um menningarætlanir innan ferðavinnu, landbúnað og skeljaaling, og innan varandi loysnir til orkuframleiðslu innan hita og ravmagn
Í nógv ár var hann bankamaður. Nú er hann útbúgvin heilsurøktari við einum sera góðum prógvi. Millum teir 22 næmingarnar, ið fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy fríggjadagin, [...] hevði fingið við sær, nú skúlatíð og royndir eru av. Í próvnum hevði hann nevniliga eitt miðaltal á 10,3, ið man vera eitt tað besta prógvið, sum tikið er í hesum umfari. [...] var ein maður. Heri Højsted, sum í nógv ár arbeiddi sum bankamaður, hevur nú prógv sum útbúgvin heilsurøktari. Hinir 21 næmingarnir, sum fingu prógv hendan dagin, vóru kvinnur. Eftir hugnaløtuna við røðum
Sýsluformansval er í Føroya Fiskimannafelag í ár. Greitt er, at tveir av sýsluformonnunum í sitandi nevnd stilla ikki uppaftur og verða ikki við aftur, tá nýggj seta byrjar. Teir, sum ikki lata seg stilla [...] Johannesen, sum hevur umboðað Eysturoynna. Bert eitt valevni er í Eysturoy. Tað er Mortan Berjastein, og hann verður nýggjur sýsluformaður í Eysturoy. Í Norðoyggjum til sessin, sum Fríðrik Sivertsen hevur havt [...] Hansen. Vinnarin av teimum báðum kemur í leiðslu FF´s tey næstu trý árini. Hinir sýsluformenninir í leiðslu Føroya Fiskimannafelags eru Sámal Poulsen, umboðandi Suðuroy, Sniálvur Røvilsberg, umboðandi Sandoynna
søvnunum og í ymisku bygdunum í oynni. Flestu søvnini eru einans opin eftir avtalu, og hetta ber til at fáa í lag, við at venda sær til kunningarstovurnar í oynni. Hví ikki fara á savnsmarathon í Suðuroynni [...] hevur tikið myndirnar. Søvnini eru mong í Suðuroynni, nærum í hvørjari bygd, og øll hava tey sína serstaku søgu at lýsa, alt frá fuglum í Sumba til gamla bóndalívið í Sandvík. Faldarin er tí ætlaður at geva [...] Visit Suðuroy skrivstovurnar hava, í felag, gjørt ein faldara, ið lýsir øll søvnini í Suðuroynni. Tað eru Visit Faroe Islands, Tvøroyrar- og Vágs kommuna, ið hava fíggjað myndatilfar og prentingina av
eru við at byrja, og í kvøld vórðu leikirnir settir í Vági í marghøllini. Føroyaleikir fara fram í fýra ymsum kommunum, nevniliga í Vági, Tórshavn, Runavík og í Klaksvík. Setanin í Vági byrjaði við, at [...] at Tvøroyrar Hornorkestur spældi, meðan luttakarar gingu inn í høllina. Síðani beyð borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, vælkomin, og Finn Johannsen frá Hvistuni, hevði síðani inngarorð um Guttorm Sørensen [...] Sørensen, ið var kendur rennari, sum andaðist herfyri. Hetta varð kensluborin løta, og friður varð hildin í ein minutt til minnis um Guttorm Sørensen Tvøroyrar Hornorkestur spældi millum ymsu røðurnar. Andras
Aftur í ár verður skipað fyri náttarrenning á jóansøku í Suðuroy. Jóansøkurenningin verður sunnunáttina 16. juni og teinurin er úr Trongisvági á Vágseiði, umvegis Hovsegg. Tað er ein teinum upp á góðar [...] vøllin við Stórá í Trongisvági sunnunáttina klokkan tvey. Sólarrís er klokkan 03.41 og sostatt er hugsandi at flestu luttakararnir enn renna, tá sólin rísur. Tey árini, jóansøkan er í Vági, verður runnið [...] tey árini, jóansøkan er á Tvøroyri verður runnuð úr Trongisvági til Vágs. Í fjør vann Guttorm Sørensen kappingina hjá monnum í tættari kapping við Borgar Biskupstø. Herluf Jacobsen var triðjur um málstrikuna
vindurin órógvar siglingina hjá Smyrli í dag og í morgin Veðurlíkindi eru so vánalig í dag, at skiparin á Smyrli hevur gjørt av at avlýsa siglingina seinnapartin í dag. Hann sigur frá nógvum vindi, men [...] vera óráð at manøvrera inni í havnarlagnum við so stórum skip í so nógvum vindi, verður upplýst á Strandferðsluni. Tað merkir, at Smyril siglur ikki úr Havnini til Suðuroyar í dag klokkan 13, sum ferðaætlanin [...] ikki norður aftur til Havnar úr Suðuroy klokkan 15.30. Hinvegin siglur hann suður klokkan 18.30 eftir ferðaætlanini, men hann siglur ikki norður aftur í kvøld klokkan 21. Í morgin, leygardagin, siglur hann
Valkyrjurnar í Suðuroy skipa í morgin fyri almennum fundi um kommunusamanlegging Luttakararnir á fundinum, sum verður í VB-húsinum í Vági, verða Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen [...] sjey kommunalum eindum í landinum skal gerast veruleiki í komandi valskeiði. -Tað er av alstórum týdningi, at man eisini í Suðuroynni tekur henda spurning upp, so vit ikki enda í eini tvingsilsstøðu. Tí [...] fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og møguliga eisini eitt landstýrisfólk úr oynni. Fyrireikararnir vísa á, at tað verður tosað nógv um kommunusamanlegging ymsastaðni í landinum, og sum skilst
við. Spælt verður um steyp, sum Eik Banki í Suðuroy letur. Býtt verður fyrst upp í innleiðandi bólk, síðani verður tað koyrt víðari í Cup-system, alt treytað av, hvussu tað passar við tilmeldingum av pørum [...] Leygardagin í næstu viku skipar VB/Sumba fyri stórari Sjavskapping kl 16 í VB húsinum í Vági. Heitið á kappingini er »Suðuroyarmeistari 2009« Fyrireikararnir siga, at øll, sum spæla sjavs, kunnu vera við