Fundur um samanlegging í Suðuroy

Valkyrjurnar í Suðuroy skipa í morgin fyri almennum fundi um kommunusamanlegging Luttakararnir á fundinum, sum verður í VB-húsinum í Vági, verða Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og møguliga eisini eitt landstýrisfólk úr oynni.

Fyrireikararnir vísa á, at tað verður tosað nógv um kommunusamanlegging ymsastaðni í landinum, og sum skilst, so hevur nýggja landstýrið ætlanir um, at kommunureformurin við sjey kommunalum eindum í landinum skal gerast veruleiki í komandi valskeiði.

-Tað er av alstórum týdningi, at man eisini í Suðuroynni tekur henda spurning upp, so vit ikki enda í eini tvingsilsstøðu. Tí bjóða Valkyrjurnar til almennan fund við vón um, at seta eitt kjak ígongd, sum snýr seg um samanlegging, nú undan kommunuvalinum 2008, siga fyrireikararnir.

Fundurin í Vági byrjar klokkan 19 í annaðkvøld.