Val í tveimum sýslum

Sýsluformansval er í Føroya Fiskimannafelag í ár. Greitt er, at tveir av sýsluformonnunum í sitandi nevnd stilla ikki uppaftur og verða ikki við aftur, tá nýggj seta byrjar. Teir, sum ikki lata seg stilla uppaftur til sýsluformansvalið, eru Fríðrik Sivertsen, sum hevur umboðað Norðoyggjar og Eyðun Johannesen, sum hevur umboðað Eysturoynna.

Bert eitt valevni er í Eysturoy. Tað er Mortan Berjastein, og hann verður nýggjur sýsluformaður í Eysturoy.

Í Norðoyggjum til sessin, sum Fríðrik Sivertsen hevur havt, eru tvey valevni, Egil Finnson og Magnus Pauli Glerfoss.

Karl Isaksen hevur umboðað Streymoy seinnu árini, og hann letur seg stilla uppaftur hesaferð.

Karl hevur fingið eitt mótvalevni, sum er Axel Hansen.

Vinnarin av teimum báðum kemur í leiðslu FF´s tey næstu trý árini.

Hinir sýsluformenninir í leiðslu Føroya Fiskimannafelags eru Sámal Poulsen, umboðandi Suðuroy, Sniálvur Røvilsberg, umboðandi Sandoynna og Andrias Berglíð, umboðandi Vágar.