Tann nógvi vindurin órógvar siglingina hjá Smyrli í dag og í morgin
Veðurlíkindi eru so vánalig í dag, at skiparin á Smyrli hevur gjørt av at avlýsa siglingina seinnapartin í dag.
Hann sigur frá nógvum vindi, men ættin er góð so siglingin sum so er ikki nakar trupulleiki.
Men Tórshavnar Havn er so tronglig, at skiparin metir tað vera óráð at manøvrera inni í havnarlagnum við so stórum skip í so nógvum vindi, verður upplýst á Strandferðsluni.
Tað merkir, at Smyril siglur ikki úr Havnini til Suðuroyar í dag klokkan 13, sum ferðaætlanin sigur og hann siglur sostatt heldur ikki norður aftur til Havnar úr Suðuroy klokkan 15.30.
Hinvegin siglur hann suður klokkan 18.30 eftir ferðaætlanini, men hann siglur ikki norður aftur í kvøld klokkan 21.
Í morgin, leygardagin, siglur hann sostatt sum sunnudag, sigur Strandferðslan.