Sjavskapping í Vági leygardagin 7. februar

Leygardagin í næstu viku skipar VB/Sumba fyri stórari Sjavskapping kl 16 í VB húsinum í Vági. Heitið á kappingini er »Suðuroyarmeistari 2009« Fyrireikararnir siga, at øll, sum spæla sjavs, kunnu vera við. Spælt verður um steyp, sum Eik Banki í Suðuroy letur. Býtt verður fyrst upp í innleiðandi bólk, síðani verður tað koyrt víðari í Cup-system, alt treytað av, hvussu tað passar við tilmeldingum av pørum, til 4 ? 6 pør eru eftir, siga fyrireikararnir.

Lutaseðlar verða eisini seldir, einir 10-15 vinningar. Høvuðsvinningur á lutaseðli er eitt nú olja, telefon, gávubørv og annað. Kaffi og te og smyrjibreyð verða eisini til keyps.

Fyrireikararnir siga, at meldast skal til kappingina fyri at verða við. Tað kostar 100 krónur fyri parið. Meldast kann til fram til á middegi fríggjadagin á telefon 373036, 254931 ella 272667