Myndir: Føroyaleikir í Vági settir

Føroyaleikir eru við at byrja, og í kvøld vórðu leikirnir settir í Vági í marghøllini.

 

Føroyaleikir fara fram í fýra ymsum kommunum, nevniliga í Vági, Tórshavn, Runavík og í Klaksvík.

 

Setanin í Vági byrjaði við, at Tvøroyrar Hornorkestur spældi, meðan luttakarar gingu inn í høllina.

 

Síðani beyð borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, vælkomin, og Finn Johannsen frá Hvistuni, hevði síðani inngarorð um Guttorm Sørensen, ið var kendur rennari, sum andaðist herfyri. Hetta varð kensluborin løta, og friður varð hildin í ein minutt til minnis um Guttorm Sørensen

 

Tvøroyrar Hornorkestur spældi millum ymsu røðurnar.

 

Andras Nolsøe frá ÍSF segði síðani nøkur orð, innan Sámal Midjord frá ungdómsdeildini hjá Fc Suðuroy, setti leikirnar. Aftaná spældu Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen nøkur løg.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Myndir: D.O, & Rúni Thomsen