Víkingur og B68 spæla í kvøld

Víkingur var undan kappingini mett at verða eitt av liðnum, sum skuldi spæla við um meistaraheiti. Men eitt sætta pláss, 11 stig aftanfyri nummar eitt, er ikki júst tað, ið var væntað av samansetta liðnum úr Gøtu og Leirvík.

 

Eitt pláss og trý stig aftanfyri Víking, liggur B68, sum eisini hevur havt ein heldur vánaligt kappingarár. Teir fingu í fjør eitt flott fimta pláss við nógvum góðum fótbólti, men í ár vil einki. Liðið hevur nærkast botninum so hvørt og seinasta vikuskiftið fingu teir bara javnt ímóti botnliðnum, FC Suðuroy, á heimavølli.

 

Tí eru tað tvey lið, sum hava klára seg verri enn væntað í ár, ið bresta saman í Sarpugerði í kvøld.

 

Dysturin byrjar kl 18.00 og Rás2 fer at senda beinleiðis frá dystinum. Upptakt til dystin verður frá klokkan 17.00.