PRÓGV
Millum teir 22 næmingarnar, ið fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy fríggjadagin, var ein maður.
Heri Højsted, sum annars í nógv ár arbeiddi sum bankamaður, hevur nú prógv sum útbúgvin heilsurøktari. Hinir 21 næmingarnir, sum fingu prógv hendan dagin, vóru kvinnur.
Eftir hugnaløtuna við røðum og sangi og formellu handanina av prógvum, var ábit í høll skúlans.
Millum fegnu heilsurøktararnar, sum ynsktu hvørjum øðrum tillukku við próvnum og heilsaðust, áðrenn hvør fór til sítt, var Heri Højsted, kona og børn.
Og tað var so sanniliga ikki eitt vánaligt prógv, sum Heri hevði fingið við sær, nú skúlatíð og royndir eru av.
Í próvnum hevði hann nevniliga eitt miðaltal á 10,3, ið man vera eitt tað besta prógvið, sum tikið er í hesum umfari.