Maria er tveir dystir frá at røkka European League

Horsens knústi turkiska liðið, Armada Praxis Yalikavaspor á heimavølli

Fyri tey hondbóltsáhugaðu í Horsens var tað ein minni skelkur, at Maria P. Nólsoy og liðfelagar hennara taptu 24-25 (11-14) á útivølli fyri turkiska liðnum, Armada Praxis Yalikavaspor í European League undankappingini.

 

Men í returdystinum á heimavølli í Horsens var eingin slingur í hjá Mariu og liðfeløgunum. Horsens vann ein knúsandi 40-23 stórsigur á Armada Praxis Yalikavaspor. Í steðginum var Horsens á odda 19-13.

 

Maria skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. 

 

Nú bíða tveir avgerandi dystir móti rumenska liðnum, Baia Mare. Megnar Horsens at vinna ein samlaðan sigur á Baia Mare sleppur Maria at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Horsens hevur dyst á heimavølli 8. november, og returdysturin í Rumenia verður spældur 16. november.