Um jóansøkuleitið í ár verður eitt serligt tiltak í Suðuroy.
Tá fer rørslufelagið, Hvistan, í Suðuroy, at skipa fyri náttarrenning, har tey fara at renna um náttina úr Vági til Trongisvágs.
Renningin kallast Suðuroy 25K, har heitið sipar til, at teinurin, sum rennast skal er 25,3 kilometrar.
Renningin verður náttina ímillum leygardagin 16. juni og sunnudagin 17. juni og runnið verður av Vágseiði, umvegis Hovsegg, til nýggja fótbóltsvøllin í Trongisvági.
Byrjað verður á Vágseiði 17. juni klokkan eitt um náttina.
Tann 17. juni er sólarris klokkan 02.37. Teinurin upp á Hovsegg er einar 15 kilometrar, so er veðrið til vildar, er hugsandi, at flestu rennarar fara at síggja sólina rísa, meðan runnið verður um Hovsegg.
Hetta er ein kapping, tey ætla, skal vera afturvendandi.
Annaðhvørt ár, tá ið jóansøkan er í Vági, verður runnið úr Vági til Trongisvágs og annaðhvørt ár, tá ið jóansøkan er á Tvøroyri, verður runnið av Trongisvági til Vágs.
Fyrireikararnir siga, at tiltakið er avmarkað til 100 rennarar.